Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Lær tíni børn

 SØGA 11

Teir skrivaðu um Jesus

Teir skrivaðu um Jesus

Sært tú menninar á myndini? — Teir eru Matteus, Markus, Lukas, Jóhannes, Pætur, Jákup, Judas og Paulus. Hesir menninir livdu allir um somu tíð sum Jesus, og teir skrivaðu um Jesus. Nú skulu vit hoyra meira um teir.

Hvat veitst tú um hesar menninar?

Tríggir av teimum vóru ápostlar, sum boðaðu saman við Jesusi. Veitst tú, hvørjir teir eru? — Matteus, Jóhannes og Pætur. Ápostlarnir Matteus og Jóhannes kendu Jesus heilt væl, og teir skrivaðu báðir hvør  sína bók um lívið hjá Jesusi. Jóhannes ápostul skrivaði eisini eina bók, sum eitur Opinberingin, og trý brøv, sum eita Fyrsta, Annað og Triðja bræv Jóhannesar. Pætur ápostul hevur skrivað tvey brøv, sum eru í Bíbliuni. Tey eita Fyrra og Seinna bræv Pæturs. Í seinna brævinum skrivar Pætur um ta ferðina, tá ið Jehova tosaði úr himli og segði um Jesus: ’Hesin er sonur mín. Eg elski hann, og eg eri stoltur av honum.’

Hinir menninir á myndini læra okkum eisini um Jesus í teimum bókunum, sum teir hava skrivað. Ein av teimum er Markus. Hann var allarhelst við, tá ið Jesus varð handtikin, og sá alt, sum hendi. Ein annar er Lukas. Hann var lækni og bleiv kanska ikki kristin, fyrr enn Jesus var deyður.

Tveir aðrir bíbliuskrivarar, sum tú sært á myndini, vóru yngri beiggjar hjá Jesusi. Veitst tú, hvussu teir eita? — Teir eita Jákup og Judas. Í fyrstuni trúðu teir ikki á Jesus. Teir hildu, at hann var eitt sindur løgin. Men seinni fóru teir at trúgva á Jesus og blivu kristnir.

Seinasti bíbliuskrivarin, sum tú sært á myndini, er Paulus. Áðrenn hann bleiv kristin, æt hann Saul. Hann hataði tey kristnu og var ræðuliga óndur við tey. Veitst tú, hví Paulus fekk hug at blíva kristin? — Ein dagin var Paulus farin til gongu til Damaskus, tá ið hann knappliga hoyrdi onkran tosa við seg úr himli. Tað var Jesus! Hann spurdi Paulus: ’Hví ert tú so óndur við tey, sum trúgva á meg?’ Eftir hetta broytti Paulus seg og bleiv kristin. Paulus hevur skrivað 14 bøkur í Bíbliuni, úr Rómbrævinum til Hebrearabrævið.

Vit lesa í Bíbliuni hvønn dag, heldur tú ikki? — Tá ið vit lesa Bíbliuna, læra vit nógv um Jesus. Vilt tú læra meira um Jesus? —

LES Í TÍNI BÍBLIU

  • 2 Pætur 1:16-18

  • Markus 3:21; 14:51

  • Judas 1

  • Ápostlasøguna 9:1-18