Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Lær tíni børn

 SØGA 12

Systursonur Paulus var djarvur

Systursonur Paulus var djarvur

Nú skulu vit hoyra um ein ungan mann, sum bjargaði mammubeiggja sínum. Mammubeiggin hjá tí unga manninum var Paulus ápostul. Vit vita ikki, hvussu tann ungi maðurin æt, men hann gjørdi nakað, sum vísir okkum, at hann var djarvur. Vilt tú vita, hvat hann gjørdi? —

Paulus sat í fongsli í Jerusalem. Hann var handtikin, tí hann hevði boðað um Jesus. Nakrir óndir menn hataðu Paulus, og teir ætlaðu at gera honum fortreð. Teir søgdu: ’Latið okkum biðja herovastan senda hermenn eftir Paulusi og føra hann fram fyri ráðið. Vit krógva okkum og bíða, til Paulus kemur framvið á vegnum, og so drepa vit hann!’

Systursonur Paulus fortaldi Paulusi og herovastanum um ta óndu ætlanina

Systursonur Paulus hoyrdi, hvat teir ætlaðu at gera. Hvat gjørdi hann? Hann fór inn í fongslið og fortaldi tað fyri Paulusi. Paulus bað hann skunda sær at siga herovastanum frá tí óndu ætlanini. Heldur tú, tað var lætt hjá systursoninum at tosa við herovastan? — Nei, tí herovastin hevði ógvuliga stórt vald. Men systursonur Paulus var djarvur og tosaði við herovastan.

Herovastin visti akkurát, hvat hann skuldi gera. Hann setti ein her við næstan 500 hermonnum at ansa eftir Paulusi! Hann gav teimum boð um at leiða Paulus til Kesarea sama kvøldið. Heldur tú, at Paulus kom fram í øllum góðum? — Tað gjørdi hann, tí teir óndu menninir fingu einki gjørt honum. Tann ónda ætlanin miseydnaðist.

Hvat kanst tú læra av hesi søguni? — Tú kanst eisini vera djarvur sum systursonur Paulus. Vit mugu vera djørv, tá ið vit fortelja øðrum um Jehova. Vilt tú vera djarvur og blíva við at tosa um Jehova? — Gert tú tað, kanst tú kanska eisini bjarga onkrum.

LES Í TÍNI BÍBLIU

  • Ápostlasøguna 23:12-24

  • Matteus 24:14; 28:18-20

  • 1 Timoteus 4:16