Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Lær tíni børn

 SØGA 5

Sámuel bleiv við at gera tað, sum var rætt

Sámuel bleiv við at gera tað, sum var rætt

Frá tí at Sámuel var heilt lítil, arbeiddi hann í halgidóminum og búði har á staðnum. Tað var har, fólkini komu at tilbiðja Jehova. Veitst tú, hvussu tað bar til, at Sámuel var har? Fyrst skulu vit hoyra um mammu Sámuel, Hannu.

Í langa tíð fekk Hanna eingi børn, sjálvt um hon fegin vildi. Tí bað hon til Jehova og bønaði hann um at hjálpa sær. Hon lovaði, at um hon fekk ein son, so skuldi hon lata hann arbeiða í halgidóminum og búgva har á staðnum. Jehova svaraði bønini. Hon fekk ein son og gav honum navnið Sámuel. Og tá ið Sámuel var trý ella fýra ára gamal, gjørdi Hanna, akkurát sum hon hevði lovað. Hon tók hann við sær til halgidómin, har hann skuldi tæna Gudi.

Eli var høvuðsprestur í halgidóminum. Hann átti tveir synir, sum eisini arbeiddu har sum prestar. Minst til, at halgidómurin var Guds hús, har fólk tilbóðu Gud. Har skuldu øll skikka sær væl. Men synirnir hjá Eli vóru ræðuliga óndir. Sámuel sá, hvussu illa teir bóru seg at. Heldur tú, at Sámuel fór at gera alt tað ónda, sum synirnir hjá Eli gjørdu? — Nei, hann bleiv við at gera tað, sum var rætt, soleiðis sum foreldur hansara høvdu lært hann.

Hvat heldur tú, Eli átti at gjørt við báðar synirnar hjá sær? — Hann átti at straffað teir. Hann skuldi ikki loyvt teimum at arbeiða í Guds húsi longur. Men Eli gjørdi einki, og tí varð Jehova illur við hann og báðar synir hansara. Jehova gjørdi av at straffa teir.

Sámuel fortaldi Eli, hvat Jehova hevði sagt

Eina nátt, tá ið Sámuel lá og svav, hoyrdi hann onkran rópa: ’Sámuel!’ Hann rann inn til Eli, men Eli segði: ’Eg havi ikki rópt teg.’ Hetta hendi tvær ferðir aftrat. Eftir triðju ferðina segði Eli við Sámuel, at um hann hoyrdi røddina aftur, so skuldi hann siga: ’Tala, Jehova, eg hoyri.’ Og tað gjørdi Sámuel. So segði Jehova við hann: ’Sig við Eli, at eg fari at  straffa familju hansara fyri alt tað ónda, sum hon hevur gjørt.’ Heldur tú, tað var lætt hjá Sámueli at siga hetta við Eli? — Tað var tað ikki. Men sjálvt um Sámuel var bangin, aktaði hann Jehova. Og tað varð, sum Jehova hevði sagt. Teir báðir synirnir hjá Eli vórðu dripnir, og Eli doyði eisini.

Vit kunnu læra nógv av Sámueli. Hann gjørdi tað, sum var rætt, sjálvt um hann sá onnur skikka sær illa. Hvussu við tær? Fert tú at vera sum Sámuel og blíva við at gera tað, sum er rætt? Tá gleðir tú bæði Jehova og foreldur tíni.

LES Í TÍNI BÍBLIU

  • 1 Sámuel 2:22-26; 3:1-21