Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Lær tíni børn

 SØGA 3

Rahab trúði á Jehova

Rahab trúði á Jehova

Latið okkum spæla, at vit eru í Jeriko. Tað er ein býur í Kána’anslandi, har fólkini ikki trúgva á Jehova. Ein kona, sum eitur Rahab, býr í býnum.

Tá ið Rahab var lítil, hoyrdi hon søgur um, hvussu Móses skilti Reyðahavið sundur og leiddi ísraelsmenn út úr Egyptalandi. Hon hoyrdi eisini um, hvussu Jehova hjálpti teimum at vinna, tá ið teir fóru í bardaga ímóti fíggindum. Nú hoyrir hon, at ísraelsmenn liggja í tjøldum tætt við Jeriko!

Rahab vardi njósnararnar, tí hon trúði á Jehova

Eitt kvøldið fara tveir ísraelsmenn inn í Jeriko at kanna býin, uttan at nakar veit av. Teir verða róptir njósnarar. Teir koma til húsið hjá Rahab. Hon bjóðar teimum at verða hjá sær. Um náttina fær kongurin í Jeriko at vita, at njósnarar eru í býnum, og at teir eru farnir inn til Rahab. Hann sendir menn út at taka teir. Takið á húsinum hjá Rahab er flatt, og har uppi krógvar hon njósnararnar. Við kongsins menn sigur hon: ’Njósnararnir vóru her, men teir eru longu farnir avstað aftur. Skunda tit tykkum, kunnu tit enn fáa fatur á teimum!’ Veitst tú, hví Rahab verjir njósnararnar? — Tí hon trýr á Jehova og veit, at hann fer at geva ísraelsmonnum Kána’ansland.

Áðrenn njósnararnir fara úr húsinum hjá Rahab, lova teir, at einki skal henda henni og familju hennara, tá ið Jeriko verður lagdur í oyði. Veitst tú, hvat teir biðja hana gera? — Teir siga: ’Tak hetta reyða bandið og bind tað fast í vindeygað. Gert tú tað, skal einki henda teimum, sum eru inni í tínum húsi.’ Rahab ger akkurát, sum njósnararnir siga. Veitst tú, hvat so hendir? —

Jehova bjargaði Rahab og familju hennara

Fáar dagar seinni ganga ísraelsmenn tigandi rundan um býin. Hetta gera teir eina ferð um dagin í seks dagar. Men sjeynda dagin ganga teir sjey ferðir rundan um býin. So rópa teir allir hart. Jehova fær múrarnar rundan um býin at rapla. Men húsið við reyða bandinum í vindeyganum verður standandi! Sært tú tað  á myndini? — Rahab og familja hennara eru bjargað!

Hvat kanst tú læra av Rahab? — Rahab trúði á Jehova, tí hon hevði hoyrt um undurverkini, hann hevði gjørt. Tú lærir eisini nógv um alt tað, sum Jehova hevur gjørt. Trýrt tú á hann, soleiðis sum Rahab gjørdi? — Sjálvandi gert tú tað!

LES Í TÍNI BÍBLIU

  • Josva 2:1-24; 6:1-5, 14, 15, 20-25

  • Hebrearabrævið 11:31