Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Lær tíni børn

 SØGA 8

Josias hevði góðar vinir

Josias hevði góðar vinir

Heldur tú, tað er ringt at gera tað, sum er rætt? — Tað halda tey flestu. Bíblian fortelur okkum, at tað var serliga ringt hjá einum dreingi, sum æt Josias. Men hann hevði góðar vinir, sum hjálptu honum. Nú fara vit at hoyra meira um Josias og hansara vinir.

Pápi Josias æt Amon og var kongur í Juda. Amon var ógvuliga óndur og tilbað avgudar. Tá ið pápi Josias doyði, bleiv Josias kongur í Juda. Men hann var bara átta ár! Heldur tú, hann var óndur sum pápi sín? — Tað var hann ikki!

Zefanias ávaraði fólkini ímóti at tilbiðja avgudar

Longu tá ið Josias var heilt lítil, aktaði hann Jehova. Tí fekk hann sær bara vinir, sum elskaðu Jehova. Og teir hjálptu Josiasi at gera tað, sum var rætt. Hvørjar vinir hevði Josias?

Ein av teimum var Zefanias. Zefanias var ein profetur, sum ávaraði fólkini í Juda um, at tað fór at gangast teimum illa, um tey tilbóðu avgudar. Josias lurtaði  eftir Zefaniasi og tilbað Jehova, ikki avgudar.

Ein annar vinur hjá Josiasi var Jeremias. Hann og Josias vóru næstan líka gamlir, og teir búðu tætt hvør hjá øðrum, meðan teir vuksu upp. Teir vóru so góðir vinir, at tá ið Josias doyði, skrivaði Jeremias ein serligan sang um, hvussu nógv hann saknaði Josias. Jeremias og Josias hjálptu hvør øðrum at gera tað, sum var rætt og at akta Jehova.

Josias og Jeremias hjálptu hvør øðrum at gera tað, sum var rætt

Hvat kanst tú læra av Josiasi? — Sjálvt um Josias bara var ein lítil drongur, vildi hann altíð gera tað, sum var rætt. Hann visti, at hann skuldi fáa sær vinir, sum elskaðu Jehova. Tú mást eisini fáa tær vinir, sum elska Jehova, og sum kunnu hjálpa tær at gera tað, sum er rætt!

LES Í TÍNI BÍBLIU

  • 2 Krønikubók 33:21-25; 34:1, 2; 35:25