Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Lær tíni børn

 SØGA 10

Jesus aktaði altíð

Jesus aktaði altíð

Er tað altíð lætt at akta mammu tína og pápa tín? — Viðhvørt er tað ikki so lætt. Veitst tú, hvønn Jesus aktaði? — Hann aktaði bæði Jehova og síni foreldur. Tað, sum hann gjørdi, kann hjálpa tær at akta tíni foreldur, eisini tá ið tað ikki er lætt. Tað skulu vit hoyra meira um.

Áðrenn Jesus kom niður á jørðina, var hann í himli hjá Pápa sínum, Jehova. Men Jesus hevði eisini foreldur her á jørðini. Tey itu Jósef og Maria. Veitst tú, hvussu tey blivu hansara foreldur? —

Jehova gjørdi eitt undur, so Jesus kundi vaksa inni í búkinum á Mariu, akkurát sum onnur børn vaksa inni í búkinum á mammu síni. Okkurt um níggju mánaðir seinni varð Jesus so føddur. Soleiðis blivu Maria og maður hennara, Jósef, foreldur at Jesusi her á jørðini.

Jesus var bara 12 ára gamal, tá ið hann gjørdi nakað, sum vísti, hvussu góður hann var við Pápa sín, Jehova. Tað var, tá ið Jesus og familja hansara fóru eina langa ferð til Jerusalem at halda páskir. Tá ið tey fóru heimaftur, funnu Jósef og Maria ikki Jesus. Veitst tú, hvar hann var? —

Hví var Jesus í templinum?

Jósef og Maria skundaðu sær aftur til Jerusalem og leitaðu allastaðni eftir Jesusi. Tey vóru bangin um hann, tí tey funnu hann ongastaðni. Men tríggjar dagar seinni funnu tey hann í templinum! Veitst tú, hví Jesus var í templinum? — Tí har kundi hann læra um Pápa sín, Jehova. Hann elskaði Jehova og vildi fegin læra, hvussu hann kundi gleða hann. Sjálvt meðan Jesus vaks til og gjørdist ein maður, aktaði hann altíð Jehova. Jesus aktaði, eisini tá ið tað var ringt, og tá ið fólk vóru órein við hann. Aktaði Jesus eisini Jósef og Mariu? — Tað sigur Bíblian, at hann gjørdi.

Hvat kanst tú læra av Jesusi? — Tú mást akta mammu tína og pápa tín, eisini tá ið tú heldur, tað er ringt. Vilt tú tað? —

LES Í TÍNI BÍBLIU

  • Lukas 1:30-35; 2:45-52

  • Efesusbrævið 6:1

  • Hebrearabrævið 5:8