Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Lær tíni børn

 SØGA 9

Jeremias helt ikki uppat at tosa um Jehova

Jeremias helt ikki uppat at tosa um Jehova

Hví eru fólkini ill við Jeremias?

Jehova syrgdi fyri, at Jeremias varð bjargaður

Onkuntíð flenna fólk at okkum ella blíva ill við okkum, tá ið vit fortelja teimum um Jehova. Tað kann fáa okkum at halda uppat at tosa um Gud. Hevur tú nakrantíð havt tað soleiðis? — Bíblian fortelur okkum um ein ungan mann, sum elskaði Jehova, men sum næstan helt uppat at tosa um hann. Hann æt Jeremias. Nú fara vit at hoyra meira um hann.

Tá ið Jeremias var ungur, bað Jehova hann fara og siga við fólkini, at tey ikki skuldu vera ónd. Tað var als ikki lætt hjá Jeremiasi, og tí var hann bangin. Hann segði við Jehova: ’Eg veit ikki, hvat eg skal siga. Eg eri bara ein drongur.’ Men Jehova segði: ’Ver ikki bangin. Eg skal hjálpa tær.’

 So fór Jeremias at ávara fólkini. Hann bað tey skikka sær væl, tí annars vórðu tey straffað. Heldur tú, fólkini gjørdu, sum Jeremias segði? — Nei. Antin flentu tey at honum, ella vórðu tey øgiliga ill við hann. Nøkur ætlaðu eisini at drepa hann! Hvussu heldur tú, Jeremias hevði tað? — Hann var bangin og segði: ’Eg fari ongantíð aftur at tosa um Jehova.’ Men helt hann so uppat at tosa um Jehova? — Nei, tað gjørdi hann ikki. Hann var so góður við Jehova, at hann fekk ikki hildið uppat at tosa um hann. Og tí ansaði Jehova eftir Jeremiasi.

Til dømis blakaðu nakrir óndir menn einaferð Jeremias niður í eitt djúpt hol við nógvari runu. Hann hevði ongan mat og einki vatn. Menninir ætlaðu at lata Jeremias doyggja har. Men Jehova syrgdi fyri, at hann slapp upp aftur!

Hvat kanst tú læra av Jeremiasi? — Sjálvt um hann onkuntíð var bangin, helt hann ikki uppat at tosa um Jehova. Fólk fara kanska at flenna at tær ella verða ill við teg, tá ið tú fortelur teimum um Jehova. Tú verður kanska smæðin ella enntá bangin. Men halt ongantíð uppat at tosa um Jehova. Hann fer altíð at hjálpa tær, akkurát sum hann hjálpti Jeremiasi.

LES Í TÍNI BÍBLIU

  • Jeremias 1:4-8; 20:7-9; 26:8-19, 24; 38:6-13