Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Lær tíni børn

 SØGA 14

Eitt kongaríki, sum skal stýra allari jørðini

Eitt kongaríki, sum skal stýra allari jørðini

Veitst tú, hvat tað er fyri eitt kongaríki? — Tað er Guds ríki, og tað fer at gera jørðina til eitt paradís. Vilt tú hoyra meira um tað kongaríkið? —

Øll kongaríki hava ein kong. Og kongurin sigur, hvat tey, sum búgva í hansara landi, skulu gera. Veitst tú, hvør kongurin er í Guds ríki? — Tað er Jesus Kristus. Hann býr í himlinum. Hann verður skjótt kongur yvir øllum, sum búgva á jørðini! Heldur tú, at vit verða glað, tá ið Jesus er kongur á allari jørðini? —

Hvat gleðir tú teg til í Paradísinum?

Ja, vit verða glað og fáa tað gott! Í Paradísinum fara fólk hvørki at klandrast ella kríggjast longur. Øll verða góð. Eingin verður sjúkur, og eingin doyr. Tá skulu tey blindu síggja, tey deyvu hoyra, og tey, sum ikki fáa gingið, klára at renna, ja, ella hoppa. Øll hava nokk at eta. Dýrini verða vinir, og vit verða vinir við dýrini. Fólk, sum eru deyð, verða livandi aftur. Nógvir menn og nógvar konur, sum tú hevur lært um í hesum heftinum, til dømis Rebekka, Rahab, Dávid og Elias, verða eisini livandi aftur! Hevur  tú hug at møta teimum, tá ið tey koma aftur? —

Jehova elskar teg, og hann vil, at tú skalt vera glaður og hava tað gott. Um tú blívur við at læra um Jehova og aktar hann, sleppur tú í allar ævir at búgva í einum vøkrum paradísi! Vilt tú tað? —

LES Í TÍNI BÍBLIU

  • Esaias 2:4; 11:6-9; 25:8; 33:24; 35:5, 6

  • Jóhannes 5:28, 29; 17:3

LÆR MEIRA

Mín bíbliusøgubók

Mín bíbliusøgubók