Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Lær tíni børn

 SØGA 7

Hevur tú onkuntíð verið bangin og følt teg einsamallan?

Hevur tú onkuntíð verið bangin og følt teg einsamallan?

Sært tú tann lítla dreingin á myndini? Heldur tú ikki, hann sær einsamallur og bangin út? Hevur tú nakrantíð havt tað soleiðis? — Øll hava tað onkuntíð soleiðis. Bíblian fortelur um vinir hjá Jehova, sum eisini vóru bangnir og føldu seg einsamallar. Elias var ein av teimum. Nú fara vit at hoyra um hann.

Jesabel ætlaði at drepa Elias

Elias búði í Ísrael, langt áðrenn Jesus varð føddur. Akab, kongurin í Ísrael, tilbað ikki hin sanna Gud, Jehova. Akab og kona hansara, Jesabel, tilbóðu falska gudin Ba’al. Og tí vóru næstan øll fólkini í Ísrael eisini farin at tilbiðja Ba’al. Jesabel drotning var ræðuliga ónd og ætlaði at drepa øll tey, sum tilbóðu Jehova, eisini Elias! Veitst tú, hvat Elias gjørdi? —

Elias rýmdi! Hann fór langt út í oyðimørkina og krógvaði seg í eini holu.  Hví heldur tú, hann gjørdi tað? — Tí hann var so bangin. Men Elias átti ikki at verið bangin. Hví? Tí hann visti, at Jehova kundi hjálpa honum. Jehova hevði fyrr víst Eliasi, hvussu sterkur hann var. Einaferð hevði Jehova svarað bønini hjá Eliasi við at senda eld niður av himli. Tí kundi Jehova sjálvandi eisini hjálpa Eliasi nú!

Hvussu hjálpti Jehova Eliasi?

Meðan Elias var inni í holuni, tosaði Jehova við hann og spurdi: ’Hvat gert tú her?’ Elias svaraði: ’Eingin annar tilbiður teg longur. Eg eri einsamallur eftir, og eg eri bangin fyri, at eg verði dripin.’ Elias helt, at øll hini, sum tilbóðu Jehova, vóru dripin. Men Jehova segði við Elias: ’Nei, tað passar ikki. Har eru 7.000 onnur, sum enn tilbiðja meg. Ver nú djarvur. Eg havi eisini annað, sum tú skalt gera fyri meg!’ Heldur tú, Elias varð glaður, tá ið hann hoyrdi tað? —

Hvat kanst tú læra av tí, sum hendi Eliasi? — Tú skalt ongantíð vera bangin og føla teg einsamallan. Tú eigur vinir, sum elska Jehova, og sum elska teg. Jehova er eisini øgiliga sterkur, og hann fer altíð at hjálpa tær! Er tað ikki gott at vita, at tú ongantíð ert púra einsamallur? —

LES Í TÍNI BÍBLIU

  • 1 Kongabók 19:3-18

  • Sálm 145:18

  • 1 Pætur 5:9