Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Lær tíni børn

 SØGA 4

Hon gleddi bæði pápa sín og Jehova

Hon gleddi bæði pápa sín og Jehova

Hvat lovar Jefta Jehova?

Sjálvt um tað ikki var lætt, gjørdi dóttir Jefta soleiðis, sum pápi hennara hevði lovað

Sært tú gentuna á myndini? — Pápi hennara æt Jefta. Bíblian fortelur okkum ikki, hvussu gentan æt, men vit vita, at hon gleddi bæði pápa sín og Jehova. Nú skulu vit hoyra um hana og um pápa hennara, Jefta.

Jefta var ein góður maður og lærdi ofta dóttur sína um Jehova. Hann var eisini ein sterkur maður og ein góður leiðari. Tí bóðu ísraelsmenn hann leiða seg í bardaga ímóti fíggindunum.

Jefta bað Gud hjálpa sær at vinna. Jefta lovaði, at um hann vann, so skuldi hann geva Jehova tann fyrsta, sum kom ímóti honum úr húsi hansara, tá ið hann kom heimaftur. Hann ella hon skuldi so fara til halgidómin at arbeiða og búgva  alt sítt lív. Halgidómurin var staðið, har fólkini fóru at tilbiðja Gud tá í tíðini. Og hvør vann so bardagan? Tað gjørdi Jefta! Gita, hvør fyrst kom út úr húsi hansara, tá ið hann kom heim? —

Tað gjørdi dóttir Jefta! Hann átti bara hana, og nú mátti hann senda hana avstað. Hann var ógvuliga keddur. Men minst til, hann hevði givið eitt lyfti. Alt fyri eitt segði dóttir hansara: ’Pápi, minst til, hvat tú lovaði Jehova, nú mást tú halda tað.’

Hvørt ár komu vinkonurnar at vitja dóttur Jefta

Dóttir Jefta var eisini kedd. Tá ið hon skuldi tæna í halgidóminum, kundi hon hvørki gifta seg ella fáa børn. Men hon vildi fegin halda lyftið, sum pápi hennara hevði givið, og gleða Jehova. Hon helt, at tað hevði størri týdning enn at gifta seg og fáa børn. Tí flutti hon heimanífrá og fór til halgidómin. Har varð hon, so leingi sum hon livdi.

Heldur tú, at tað, sum hon gjørdi, gleddi pápa hennara og Jehova? — Tað gjørdi tað! Um tú aktar væl og elskar Jehova, sum dóttir Jefta gjørdi, kanst tú eisini gleða tíni foreldur og Jehova.

LES Í TÍNI BÍBLIU

  • 5 Mósebók 6:4-6

  • Dómararnar 11:30-40

  • 1 Korintbræv 7:32-34