Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

’Haldið tykkum í kærleika Guds’

 KAPITTUL 6

Hvussu velja vit gagnligt undirhald?

Hvussu velja vit gagnligt undirhald?

„Gerið alt Gudi til dýrd!“ – 1 KORINTBRÆV 10:31.

1, 2. Hvat mugu vit velja í sambandi við undirhald?

HUGSA tær, at tú ert um at bíta í eina leskiliga frukt, men varnast, at eitt petti av henni er spilt. Hvat gert tú? Tú kundi etið alla fruktina, eisini tað spilta, tú kundi blakað alla fruktina burtur, ella tú kundi skorið tað spilta pettið burtur og etið restina. Hvat velur tú?

2 Undirhald kann á ein hátt samanberast við eina slíka frukt. Av og á hevur tú helst hug at taka tær av løttum, men tú veitst, at nógv undirhald í dag er siðiliga vánaligt, ja beinleiðis spilt. Hvat gert tú so? Nøkur halda kanska, at alt er í lagi, eisini tað vánaliga, og lata seg tí undirhalda av øllum, sum hesin heimurin hevur at bjóða. Onnur halda seg kanska púra frá øllum undirhaldi fyri at tryggja sær, at einki skaðiligt ávirkar tey. Uppaftur onnur ansa kanska sera væl eftir ikki at lata seg undirhalda av nøkrum skaðiligum, men njóta av og á gagnligt undirhald. Hvat eigur tú at velja, um tú skalt halda teg í kærleika Guds?

3. Hvat fara vit at kanna?

3 Tey flestu av okkum høvdu helst valt tann triðja møguleikan. Vit hava øll tørv á at taka okkum av løttum, men vilja bert lata okkum undirhalda av tí, sum er siðiliga reint. Tí mugu vit kanna, hvussu vit fáa greiðu á, hvat undirhald er gagnligt, og hvat ikki er  gagnligt. Men latið okkum fyrst vita, hvussu tað, vit velja til undirhald, kann ávirka okkara samband við Jehova.

„GERIÐ ALT GUDI TIL DÝRD“

4. Hvussu eigur okkara vígslulyfti at ávirka okkum, tá ið vit velja undirhald?

4 Eitt eldri Jehova vitni, sum bleiv doypt í 1946, hevur sagt: „Eg syrgi altíð fyri at vera til staðar, tá ið dópsfyrilestur er á stevnunum, og eg lurti so væl eftir, sum var tað eg sjálvur, ið skuldi doypast.“ Hví? Hann greiddi frá: „At hava mítt vígslulyfti greitt í huga hevur hjálpt mær at vera trúfastur.“ Tú tekur helst undir við hesum. Minnir tú teg sjálvan á, at tú hevur lovað Jehova at tæna honum alt títt lív, hjálpir tað tær at halda á. (Les Prædikaran 5:3.) Tá ið tú grundar um tína vígslu til Jehova, ávirkar tað ikki bara tína áskoðan á kristnu tænastuna, men eisini á alt annað í lívinum – eitt nú undirhald. Paulus ápostul legði dent á henda sannleikan, tá ið hann skrivaði til tey kristnu tá í tíðini: ’Annaðhvørt tit eta ella drekka – ella hvat tit gera – so gerið alt Gudi til dýrd!’ – 1 Korintbræv 10:31.

5. Hvussu hjálpir Triðja Mósebók 22:18-20 okkum at síggja ávaringina, sum liggur í orðunum í Rómbrævinum 12:1?

5 Alt, sum tú gert í lívinum,  ávirkar títt samband við Jehova. Í Rómbrævinum brúkti Paulus eina sterka mynd til at prenta henda sannleikan inn í sínar trúarfelagar. Hann áminti teir: ’Berið fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara.’ (Rómbrævið 12:1) Títt likam fevnir um tín huga, títt hjarta og tína likamligu styrki. Og alt hetta brúkar tú í tíni tilbiðing. (Markus 12:30) Paulus lýsir eina slíka heilhugaða tænastu sum eitt offur. Í hesum liggur í roynd og veru ein ávaring. Undir Móselógini tók Gud ikki ímóti einum ofri, sum hevði brek. (3 Mósebók 22:18-20) Og Gud tekur heldur ikki ímóti einum ofri frá sínum tænarum í dag, um tað onkursvegna er „brekað“. Men hvussu kundi tað hent?

6, 7. Hvussu kundu vit dálkað okkara likam, og hvørjar avleiðingar kundi tað fingið?

6 Paulus gav teimum kristnu í Róm hesi boð: „Bjóðið ... ikki syndini fram limir tykkara.“ Hann bað tey eisini lata „gerðir likamsins“ doyggja. (Rómbrævið 6:12-14; 8:13) Hann hevði fyrr í brævinum givið teimum nøkur dømi um slíkar „gerðir likamsins“. Um syndafullu mannaættina lesa vit: „Muður teirra er fullur av banni.“ „Føtur teirra eru kvikir at úthella blóð.“ „Gudsótti er ikki fyri eygum teirra.“ (Rómbrævið 3:13-18) Ein tænari hjá Gudi hevði dálkað sítt likam, um hann brúkti sínar „limir“, ella likamslutir, til slíkar syndigar gerðir. Um vit til dømis við vilja hyggja at siðspillandi tilfari sum pornografi ella sadistiskum harðskapi, ’bjóða [vit] syndini fram [eygu okkara]’ og dálka soleiðis alt likamið. Øll okkara tilbiðing verður eitt offur, sum ikki longur er heilagt, og tí kann Jehova ikki góðtaka tað. (5 Mósebók 15:21; 1 Pætur 1:14-16; 2 Pætur 3:11) Tað  er av sonnum ein høgur prísur at gjalda fyri óhóskandi undirhald!

7 Tað er greitt, at tað, vit velja til undirhald, kann hava álvarsligar avleiðingar. Tí velja vit sjálvsagt undirhald, sum ikki dálkar okkara offur til Gud. Latið okkum nú kanna, hvussu vit fáa greiðu á, hvat er gagnligt undirhald, og hvat ikki er.

„SKÝGGIÐ HITT ILLA“

8, 9. (a) Hvørjar tveir bólkar kann undirhald sum heild býtast upp í? (b) Hvørjum slagi av undirhaldi halda vit okkum frá, og hví?

8 Undirhald kann sum heild býtast upp í tveir bólkar. Annar fevnir um undirhald, sum sonn kristin avgjørt ikki vilja fáast við; hin fevnir um undirhald, sum nøkur sonn kristin halda vera hóskandi, og onnur halda vera óhóskandi. Vit kunnu leggja fyri við at kanna fyrra bólkin – undirhald, sum sonn kristin halda seg frá.

9 Sum nevnt í 1. kapitli fevna nøkur sløg av undirhaldi um gerðir, sum Bíblian týðiliga fordømir. Hugsa til dømis um heimasíður, filmar, sjónvarpssendingar og tónleik, sum lýsa sadismu, demonismu og pornografi, ella sum eggja til andstyggiligar siðleysar gerðir. Av tí at slíkt spillandi undirhald gevur atburði, sum stríðir ímóti bíbilskum meginreglum og lógum, ein jaligan dám, eiga sonn kristin avgjørt at halda seg frá tí. (Ápostlasøgan 15:28, 29; 1 Korintbræv 6:9, 10; Opinberingin 21:8) Tá ið vit gera tað, vísa vit Jehova, at vit veruliga ’skýggja hitt illa’ og støðugt ’halda okkum frá illum’. Á tann hátt er okkara ’trúgv ikki bert eiti’. – Rómbrævið 12:9; Sálmur 34:15; 1 Timoteus 1:5.

10. Hvør hugsan um undirhald er vandamikil, og hví?

10 Men nøkur halda kanska, at tey kunnu hyggja at undirhaldi, sum lýsir siðleysar gerðir, uttan at tað er  skaðiligt. Tey hugsa: ’Eg hyggi kanska at sovorðnum undirhaldi í filmum ella í sjónvarpinum, men eg kundi ikki funnið uppá at gjørt tað sjálvur.’ At hugsa soleiðis er villleiðandi og vandamikið. (Les Jeremias 17:9.) Skýggja vit veruliga „hitt illa“, um okkum dámar at hyggja at tí, sum Jehova fordømir? Um vit ferð eftir ferð hyggja at, lesa um ella lurta eftir sovorðnum, doyva vit okkara sansar. (Sálmur 119:70; 1 Timoteus 4:1, 2) Og tað kann ávirka okkara atburð og okkara áskoðan á skeivu gerðirnar hjá øðrum.

11. Hvussu kunnu vit siga, at Galatiabrævið 6:7 talar satt í sambandi við undirhald?

11 Hetta er í roynd og veru hent hjá summum. Nøkur sonn kristin hava framt siðloysi, tí tey vóru ávirkað av undirhaldinum, sum tey vóru von at hyggja at. Tey lærdu av ringum royndum, at „tað, sum menniskjað sáar, skal tað eisini heysta“. (Galatiabrævið 6:7) Men tað nýtist ikki at enda so galið. Leggur tú tær eina við at sáa nakað gagnligt í sinnið, fert tú eisini at heysta nakað gagnligt. – Sí rammuna „ Hvat undirhald skal eg velja?

PERSÓNLIGAR AVGERÐIR GRUNDAÐAR Á BÍBILSKAR MEGINREGLUR

12. Hvat samband hevur Galatiabrævið 6:5 við undirhald, og hvørja leiðbeining kunnu vit brúka, tá ið vit skulu taka avgerðir?

12 Latið okkum nú kanna seinna bólkin – undirhald, ið hvørki er beinleiðis fordømt ella beinleiðis góðkent í Guds orði. Tá ið vit velja undirhald úr hesum bólkinum, mugu vit hvør sær meta um, hvat er gagnligt. (Les Galatiabrævið 6:5.) Leiðbeining er tó at fáa í hesum sambandi. Í Bíbliuni eru meginreglur, ella grundleggjandi sannleikar, sum kunnu hjálpa okkum at skilja, hvørja áskoðan Jehova hevur. Hava vit slíkar  meginreglur í huga, verða vit før fyri at skilja, „hvat vilji Harrans er“ í øllum, eisini tá ið vit skulu velja undirhald. – Efesusbrævið 5:17.

13. Hvat hjálpir okkum at halda okkum frá undirhaldi, sum Jehova ikki dámar?

13 Øll sonn kristin hava sjálvsagt ikki ment síni fatanarevni, ella skynsemi, líka væl. (Filippibrævið 1:9, Dahl/Viderø) Haraftrat ásanna vit, at tað er ymiskt, hvat okkum dámar og ikki dámar, tá ið talan er um  undirhald. Tí kunnu vit ikki vænta, at øll taka akkurát tær somu avgerðirnar. Men jú meira vit lata meginreglurnar í Bíbliuni ávirka okkara sinni og hjarta, tess meira ansa vit eftir at halda okkum frá undirhaldi, sum Jehova ikki dámar. – Sálmur 119:11, 129; 1 Pætur 2:16.

14. (a) Hvat skulu vit hugsa um, tá ið vit velja undirhald? (b) Hvussu tryggja vit okkum, at okkara gudsdyrkan hevur fremsta plássið í okkara lívi?

14 Tá ið tú velur undirhald, er eitt aftrat, tú skalt hugsa um, og tað er um tíðina hjá tær. Tað slagið av undirhaldi, tú velur, vísir, hvat tú heldur vera í lagi, men tíðin, tú brúkar til tað, vísir, hvat tú heldur vera umráðandi. Hjá Guds tænarum hevur tað andaliga sjálvsagt mest at siga. (Les Matteus 6:33.) Hvat kanst tú so gera fyri at tryggja tær, at tað, sum hevur við tína gudsdyrkan at gera, hevur fremsta plássið í tínum lívi? Paulus ápostul skrivaði: ’Aktið væl eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvís, men sum vís, og keypið hina lagaligu tíð.’ (Efesusbrævið 5:15, 16) Setur tú mark fyri, hvussu nógva tíð, tú brúkar til undirhald, hjálpir tað tær uttan iva at hava nóg nógva tíð til tað, sum „beinast er“, ella meira týðandi – tað, sum gagnar tær andaliga. – Filippibrævið 1:10.

15. Hví er tað best at binda um heilan fingur, tá ið vit velja undirhald?

15 Tað er eisini skilagott at binda um heilan fingur, tá ið vit velja undirhald. Hvat vil tað siga? Hugsa aftur um dømið við fruktini. Skulu vit tryggja okkum, at vit ikki eta nakað spilt, skera vit ikki bara tað spilta burtur, men eisini eitt petti rundanum. Nakað líknandi er gott at gera, tá ið vit velja undirhald. Eru vit skilagóð, halda vit okkum ikki bara frá undirhaldi, sum beinleiðis gongur ímóti meginreglunum í Bíbliuni, men  eisini undirhaldi, ið er ivasamt, ella sum tykist at hava innihald, ið kann skaða okkum andaliga. (Orðtøkini 4:25-27) Halda vit okkum neyvt til Guds orð, hjálpir tað okkum at halda okkum frá skaðiligum undirhaldi.

„ALT, SUM REINT ER“

Fylgja vit meginreglunum frá Gudi, tá ið vit velja undirhald, verða vit vard andaliga

16. (a) Hvussu kunnu vit vísa, at vit hava somu áskoðan sum Jehova á siðalag? (b) Hvussu kann tað gerast ein lívsháttur hjá tær at fylgja meginreglunum í Bíbliuni?

16 Tá ið sonn kristin velja undirhald, hugsa tey fremst av øllum um, hvørja áskoðan Jehova hevur. Í Bíbliuni ber til at síggja, hvørjar kenslur og normar Jehova hevur. Til dømis nevnir Sálomon kongur nógv, sum Jehova hatar, eitt nú ’falska tungu, hendur, ið úthella sakleyst blóð, hjarta, sum smíðar saman ónd ráð, føtur, sum eru kvikir til tað, ið ilt er’. (Orðtøkini 6:16-19) Hvussu eigur áskoðanin hjá Jehova at ávirka tína áskoðan? Sálmaskaldið segði: „Tit, ið elska HARRAN, hatið hitt illa!“ (Sálmur 97:10) Títt val av undirhaldi má vísa, at tú veruliga hatar tað, sum Jehova hatar. (Galatiabrævið 5:19-21) Minst til, at tað er tað, sum tú gert, tá ið tú ert einsamallur, heldur enn tað, tú gert, tá ið tú ert saman við øðrum, sum avdúkar, hvør tú veruliga ert. (Sálmur 11:4; 16:8) So um tú hevur eitt inniligt ynski um at spegla Guds áskoðan á siðalag, fert tú altíð  at taka avgerðir, sum eru í samljóði við meginreglurnar í Bíbliuni. Tað verður ein lívsháttur hjá tær. – 2 Korintbræv 3:18.

17. Hvørjar spurningar eiga vit at seta okkum sjálvum, áðrenn vit velja undirhald?

17 Hvussu kanst tú annars tryggja tær, at tú hevur somu áskoðan sum Jehova, tá ið tú velur undirhald? Hugsa um henda spurningin: ’Hvussu ávirkar hetta meg og mítt samband við Gud?’ Áðrenn tú til dømis gert av at hyggja at einum ávísum filmi, kundi tú spurt teg sjálvan: ’Hvussu fer hesin filmurin at ávirka mína samvitsku?’ Latið okkum kanna nakrar meginreglur, sum eru viðkomandi í hesum sambandi.

18, 19. (a) Hvussu kann meginreglan í Filippibrævinum 4:8 hjálpa okkum at gera av, um okkara undirhald er gagnligt? (b) Hvørjar aðrar meginreglur kunnu hjálpa tær at velja gott undirhald? (Sí undirgreinina.)

18 Ein týðandi meginregla er at finna í Filippibrævinum 4:8. Har stendur: „Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!“ Gaman í tosaði Paulus ikki um undirhald, men um hugsanir hjartans, sum eiga at vera savnaðar um tað, sum Gudi dámar. (Sálmur 19:15) Men orðini hjá Paulusi kunnu eisini nýtast í sambandi við undirhald. Hvussu?

19 Spyr teg sjálvan: ’Er tað, sum eg velji av filmum, telduspølum, tónleiki ella øðrum sløgum av undirhaldi, ein hjálp til at fylla sinnið við tí, „sum reint er“?’ Hvørjar myndir sita til dømis eftir í tínum huga, tá ið tú hevur hugt at einum filmi? Um tær eru dámligar, reinar og lívgandi, so veitst tú, at undirhaldið var gagnligt. Men um filmurin fær teg at hugsa um  tað, sum er óreint, so var undirhaldið niðurbrótandi, ja enntá skaðiligt. (Matteus 12:33; Markus 7:20-23) Hví? Tí at hugsa um tað, sum er siðleyst, órógvar tín innara frið, brennimerkir tína bíbliuvandu samvitsku og kann oyðileggja títt samband við Gud. (Efesusbrævið 5:5; 1 Timoteus 1:5, 19) Av tí at slíkt undirhald hevur ringa ávirkan á teg, mást tú seta tær fyri at skýggja tað. * (Rómbrævið 12:2) Ver sum sálmaskaldið, ið bað til Jehova: „Vend eygum mínum burtur frá at hyggja eftir fáfongd.“ – Sálmur 119:37.

HUGSA UM TAÐ, SUM ER BEST FYRI ONNUR

20, 21. Hvussu kunnu vit brúka Fyrra Korintbræv 10:23, 24 í sambandi við at velja gagnligt undirhald?

20 Paulus nevndi eina týðandi meginreglu, sum vit mugu minnast til, tá ið vit skulu taka avgerðir. Hann segði: „Alt er loyviligt – men ikki alt byggir upp! Eingin søki sítt egna, men ein og hvør næstans.“ (1 Korintbræv 10:23, 24) Hvussu kanst tú brúka hesa meginregluna, tá ið tú skalt velja gagnligt undirhald? Spyr teg sjálvan: ’Hvussu verða onnur ávirkað av tí undirhaldinum, sum eg velji?’

21 Kanska er eitt ávíst slag av undirhaldi sambært tínari samvitsku „loyviligt“, ella í lagi. Men varnast tú, at nakrir av tínum trúarfelagum, sum hava eina strangari samvitsku, ikki halda, at slíkt undirhald er í lagi, velur tú kanska at halda teg frá tí. Hví? Tí tú ikki vilt „synda móti brøðrunum“ – og als ikki „synda ... móti Kristusi“, sum Paulus skrivaði – við at gera tað verri hjá tínum trúarfelagum at vera trúgvir móti Gudi. Tú vilt fylgja  áminningini: „Verið ongum til ástoyt!“ (1 Korintbræv 8:12; 10:32) Sonn kristin nú á døgum fylgja umhygnu og skynsomu leiðbeiningini frá Paulusi við at halda seg frá undirhaldi, sum kanska er „loyviligt“, men ikki „byggir upp“. – Rómbrævið 14:1; 15:1.

22. Hví loyva Guds tænarar sær at hava ymiska áskoðan á undirhald?

22 Men har er eitt aftrat, vit mugu minnast til, tá ið vit hugsa um tað, sum er best fyri onnur. Ein, sum hevur eina strangari samvitsku, eigur ikki at krevja, at øll í samkomuni skulu hava somu áskoðan sum hann, tá ið talan er um, hvat undirhald er hóskandi. Tá hevði hann verið sum ein bilførari, ið koyrir á landsvegnum og krevur, at øll, sum koyra har, skulu halda ta ferðina, sum honum dámar best. Eitt sovorðið krav hevði ikki verið rímiligt. Ein, sum hevur eina strangari samvitsku, má í kærleika virða trúarfelagar, ið hava eina aðra áskoðan á undirhald, sum tó er innan fyri karmarnar av bíbilskum meginreglum. Ger hann tað, vísir hann, at hann er rímiligur. – Filippibrævið 4:5, NW; Prædikarin 7:16.

23. Hvussu kanst tú tryggja tær, at tú velur gagnligt undirhald?

23 Hvussu kanst tú so tryggja tær, at tú velur gagnligt undirhald? Halt teg langt burtur frá undirhaldi, sum týðiliga lýsir spiltar, siðleysar gerðir, ið Guds orð eyðsæð fordømir. Fylg bíbilskum meginreglum, ið kunnu brúkast í sambandi við undirhald, sum ikki beinleiðis er nevnt í Bíbliuni. Slepp tær undan undirhaldi, ið kann skaða tína samvitsku, og ver fúsur at siga nei til undirhald, sum kanska býður øðrum ímóti, serliga tínum trúarfelagum. Tín avgerð um at bera teg soleiðis at ærir Gud og hjálpir tær og tínari familju at halda tykkum í kærleika Guds.

^ par. 19 Fleiri meginreglur, ið kunnu brúkast í sambandi við undirhald, eru at finna í Orðtøkunum 3:31; 13:20; Efesusbrævinum 5:3, 4 og Kolossebrævinum 3:5, 8, 20.