Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

’Haldið tykkum í kærleika Guds’

 KAPITTUL 2

Hvussu varðveita vit eina góða samvitsku?

Hvussu varðveita vit eina góða samvitsku?

’Havið góða samvitsku.’ – 1 PÆTUR 3:16.

1, 2. Hví er ein kumpas eitt sera týdningarmikið tól, og hvussu kann hon samanberast við samvitskuna?

EIN skipari stýrir skipi sínum um opið hav; ein ferðamaður gongur ígjøgnum óbygt og oyðið lendi; ein flogskipari stýrir flogfarinum uppi yvir skýggjum, ið strekkja seg so langt, sum eygað ber. Hvat hava hesir í felag? Allir kundu verið í stórum vanda, um teir ikki høvdu eina kumpas – serliga um teir heldur ikki høvdu onnur nútímans tól.

2 Ein kumpas er eitt einfalt tól. Vanliga er hon gjørd sum ein skiva við eini magnetnál, ið peikar norðureftir. Hon kann bjarga lívi, um hon riggar, sum hon skal, og serliga tá ið hon verður nýtt saman við einum eftirfarandi korti. Í ávísum førum kann hon samanberast við eina dýrabara gávu, sum Jehova hevur givið okkum, nevniliga samvitskuna. (Jákup 1:17) Við ongari samvitsku høvdu  vit verið púra ráðaleys. Tá ið vit brúka samvitskuna rætt, kann hon hjálpa okkum at finna rætta vegin í lívinum og fylgja honum. Latið okkum tí vita, hvat samvitskan er, og hvussu hon virkar. Síðani fara vit at kanna, (1) hvussu vit kunnu venja samvitskuna, (2) hví vit skulu hugsa um samvitskuna hjá øðrum, og (3) hvussu tað gagnar okkum at varðveita eina góða samvitsku.

HVAT ER SAMVITSKAN, OG HVUSSU VIRKAR HON?

3. Hvat merkir grikska orðið fyri „samvitsku“ bókstavliga, og hvønn førleika hjá menniskjum sipar tað til?

3 Grikska orðið, sum í Bíbliuni er umsett „samvitska“, merkir bókstavliga „sam-vitan, ella at vita við sær sjálvum“. Av øllum skapningum á jørðini eru tað bert vit menniskju, sum hava fingið hesa gávuna frá Gudi at kenna okkum sjálv. Vit kunnu steðga á og rannsaka okkum sjálv fyri at vita, um vit bera okkum rætt at. Sum eitt vitni, ella ein dómari, innan í okkum kann samvitskan kanna okkara gerðir, okkara hugburð og okkara avgerðir. Hon kann hjálpa okkum at taka eina góða avgerð ella ávara okkum ímóti at taka eina ringa avgerð. Og síðani kann hon annaðhvørt geva okkum eina góða kenslu av at hava valt rætt ella plága okkum, tí vit valdu skeivt.

4, 5. (a) Hvussu vita vit, at Ádam og Eva høvdu eina samvitsku, og hvat hevði tað við sær, at tey skúgvaðu Guds lóg til viks? (b) Hvørji dømi vísa, at trúfastir menn í forðum lurtaðu eftir sínari samvitsku?

4 Hesin eginleikin varð lagdur í menniskjuni heilt frá byrjan. Ádam og Eva høvdu eina samvitsku. Tað kom til sjóndar í skommini, tey kendu, eftir at tey høvdu syndað. (1 Mósebók 3:7, 8) Men tá var ringa samvitskan hjá teimum til onga nyttu. Tey høvdu við vilja skúgvað Guds lóg til viks og soleiðis tilvitað gjørt uppreistur ímóti Jehova Gudi; sostatt gjørdust tey fíggindar hansara. Tey vóru fullkomin og vistu, hvat tey gjørdu, so nú vendist ikki aftur.

 Mótsett Ádami og Evu hava nógv ófullkomin menniskju lurtað eftir sínari samvitsku. Trúfasti maðurin Job segði til dømis: „Eg haldi fast við rætt mín, eg sleppi honum ikki – ikki ein av døgum mínum pínir hjarta mítt!“ * (Job 27:6) Job var av sonnum ein samvitskufullur maður. Hann lurtaði eftir sínari samvitsku og læt hana leiða seg. Tí kundi hann nøgdur siga, at samvitskan ikki píndi hann við skomm og skuldarkenslum. Legg til merkis munin á Job og Dávidi. Tá ið Dávid ikki vísti salvaða kongi Jehova, Sauli, hóskandi virðing, var tað ikki fyrr enn aftaná, at ’samvitskan sló hann’. (1 Sámuel 24:6) At Dávid soleiðis fekk samvitskubit, gagnaði honum uttan iva og lærdi hann, at hann ikki aftur skuldi vísa slíka vanvirðing.

6. Hvat vísir, at samvitskan er ein gáva, sum øll menniskju hava fingið?

6 Eru tað bert tænarar hjá Jehova, sum hava fingið hesa gávuna, altso samvitskuna? Hugsa um íblástu orðini hjá Paulusi ápostli: „Táið heidningar – sum ikki hava lóg – av náttúruni gera tað, sum lógin sigur, eru teir, uttan at hava lógina, sær sjálvum lóg; teir vísa jú, at verk lógarinnar er skrivað í hjørtum teirra. Eisini samvitska teirra vitnar, og hugsanirnar sín ámillum klaga ella eisini verja hvør aðra.“ (Rómbrævið 2:14, 15) Sjálvt tey, sum als einki kenna til lógirnar hjá Jehova, kunnu av og á verða ávirkað av hesi innari røddini og fylgja meginreglum Guds.

7. Hví riggar samvitskan ikki altíð, sum hon skal?

7 Samvitskan riggar tó ikki altíð, sum hon skal. Hví? Verður ein kumpas til dømis løgd nærindis eini magnet,  kann tað ávirka nálina, so hon ikki longur peikar norðureftir. Og um kumpasin ikki verður nýtt saman við einum eftirfarandi korti, er hon til lítla nyttu. Á sama hátt kann okkara samvitska vísa okkum á skeiva leið, um hon er alt ov ávirkað av okkara egnu sjálvsøknu ynskjum. Og verður hon ikki nýtt saman við eftirfarandi vegleiðingini í Guds orði, kann tað vera ógjørligt at skilja ímillum rætt og skeivt á nógvum týðandi økjum. Skal okkara samvitska virka á rættan hátt, hava vit tørv á, at heilagi andin frá Jehova leiðir okkum. Paulus skrivaði: „Samvitska mín vitnar við mær í Heilaga Andanum.“ (Rómbrævið 9:1) Men hvussu kunnu vit tryggja okkum, at okkara samvitska er í samljóði við heilaga anda Jehova? Við at venja hana.

HVUSSU VENJA VIT SAMVITSKUNA?

8. (a) Hvussu kann hjartað ávirka samvitskuna, og hvat eigur at hava mest at siga, tá ið vit taka avgerðir? (b) Hví er tað ikki altíð nóg mikið, at vit sjálv halda, at vit hava reina samvitsku? (Sí undirgreinina.)

8 Hvussu tekur tú eina avgerð, sum er grundað á samvitskuna? Tað tykist, at nøkur rætt og slætt kanna sínar innastu tankar og kenslur og so taka eina avgerð. Síðani siga tey kanska: ’Tað órógvar ikki mína samvitsku.’ Men hjartans innastu ynski kunnu vera so sterk, at tey enntá ávirka okkara samvitsku. Bíblian sigur: „Svikafullari er hjartað enn alt annað, og ónt er tað – hvør kennir tað!“ (Jeremias 17:9) Tí eigur tað, sum okkara hjarta vil, ikki at hava mest at siga hjá okkum, men heldur tað, sum gleðir Jehova Gud. *

9. Hvat er gudsótti, og hvussu eigur hann at ávirka okkara samvitsku?

 9 Ein avgerð, sum er væl grundað á okkara bíbliuvandu samvitsku, speglar okkara gudsótta og ikki okkara egnu ynski. Trúfasti landsstjórin Nehemias var eitt gott dømi um hetta. Hann hevði rættindi at krevja ymisk avgjøld og skattir frá fólkinum í Jerusalem, men gjørdi tað kortini ikki. Hví ikki? Tí honum dámdi als ikki tankan um, at hann kundi vekja misnøgd Jehova, um hann kúgaði hansara fólk. Hann segði: „Eg gjørdi ikki so, tí eg óttaðist Gud.“ (Nehemias 5:15) Gudsótti – ein inniligur ótti fyri at vekja misnøgd Jehova – hevur alt at siga. Ein slíkur ótti fær okkum at leita eftir vegleiðing í Bíbliuni, tá ið vit skulu taka avgerðir.

10, 11. Hvørjar bíbilskar meginreglur kunnu brúkast í sambandi við rúsdrekka, og hvussu kunnu vit fáa hjálp frá Gudi til at fylgja teimum?

10 Hugsa til dømis um, hvussu tað er við rúsdrekka. Nógv av okkum mugu við jøvnum millumbili taka støðu til, um vit vilja njóta rúsdrekka ella ikki. Tá er neyðugt at hugsa um, hvørjar bíbilskar meginreglur kunnu brúkast í tí sambandi. Bíblian fordømir ikki, at vit njóta rúsdrekka við máta, nei, hon prísar Jehova fyri at hava givið menniskjum vín. (Sálmur 104:14, 15) Tó fordømir hon drykkjuskap og villar veitslur. (Lukas 21:34; Rómbrævið 13:13) Haraftrat javnmetir hon drykkjuskap við aðrar sera álvarsligar syndir, sum til dømis kynsligt siðloysi. * – 1 Korintbræv 6:9, 10.

11 Slíkar meginreglur kunnu venja og brýna okkara samvitsku. So tá ið vit skulu taka støðu til, um vit vilja njóta rúsdrekka ella ikki í sambandi við ymiska samveru,  mugu vit seta okkum sjálvum spurningar sum hesar: ’Hvat er tað fyri ein samvera? Er vandi fyri, at fólk missa tamarhaldið á sær sjálvum, og at samveran broytist til eina villa veitslu? Hvat havi eg sjálvur lyndi til? Mungi eg eftir rúsdrekka? Eri eg bundin av tí? Drekki eg fyri at broyta lag og atburð? Havi eg tamarhald á mær sjálvum, so eg ikki drekki ov nógv?’ Umframt at hugsa um meginreglurnar í Bíbliuni og spurningarnar, ið stinga seg upp í tí sambandi, eiga vit at biðja Jehova vegleiða okkum við sínum heilaga anda. (Les Sálm 139:23, 24.) Á henda hátt fáa vit hjálp frá Jehova og verða før fyri at venja okkara samvitsku, so hon verður í samljóði við meginreglurnar frá Gudi. Tó er eitt aftrat, sum vit mugu hugsa gjølla um, tá ið vit skulu taka avgerðir.

HVÍ SKULU VIT HUGSA UM SAMVITSKUNA HJÁ ØÐRUM?

Ein bíbliuvand samvitska kann hjálpa tær at gera av, um tú vilt njóta rúsdrekka ella ikki

12, 13. Hví er samvitskan hjá Guds tænarum ymisk, og hvat eiga vit at gera?

12 Av og á verður tú kanska bilsin um, hvussu ymisk samvitskan hjá Guds tænarum kann vera. Ein heldur kanska okkurt vera óhóskandi, meðan einum øðrum dámar tað og ikki heldur, at nakað er galið við tí. Summum dámar til dømis væl at hugna sær við einum glasi av víni ella líknandi saman við vinfólki eitt kvøldið, meðan onnur halda, at tað er óhóskandi. Hví hava vit so ymiska áskoðan, og hvussu eigur tað at ávirka okkara avgerðir?

13 Nógvar orsakir eru til, at vit eru ymisk. Eitt kann vera bakgrundin hjá okkum. Nøkur eru til dømis tilvitað um ein veikleika, tey hava stríðst við fyrr í tíðini – kanska ikki altíð við góðum úrsliti. (1 Kongabók 8:38, 39) Tá ið talan er um rúsdrekka, eru hesi fólkini helst serliga viðkvom. Kemur ein slíkur persónur at vitja teg, kann  hansara samvitska av røttum fáa hann at siga nei takk, um tú bjóðar honum rúsdrekka. Tekur tú tað illa upp? Fert tú at noyða hann? Nei. Bróðurkærleiki fær teg at vísa umhugsni, uttan mun til um tú veitst orsøkina ella ikki. Kanska velur hann í hesum førinum at halda orsøkina fyri seg sjálvan.

14, 15. Í hvørjum sambandi var samvitskan hjá teimum kristnu í fyrstu øld ymisk, og hvat mælti Paulus til?

14 Paulus ápostul varnaðist, at samvitskan hjá teimum kristnu í fyrstu øld ofta var sera ymisk. Tá í tíðini fingu nøkur kristin ampa av ávísum mati, sum hevði verið ofraður til avgudar og seinni varð seldur á torginum. (1 Korintbræv 10:25) Paulus fekk ikki ringa samvitsku av at eta slíkan mat. Avgudar høvdu einki at siga fyri hann; teir kundu ongantíð átt mat, sum Jehova var upphavsmaður til og tí átti. Men Paulus visti, at onnur ikki høvdu somu áskoðan sum hann. Summi høvdu kanska verið ídnir avgudadyrkarar, áðrenn tey gjørdust kristin. Alt, sum bara hevði tað minsta við avgudadyrkan at gera, var andstyggiligt í teirra eygum. Hvørji ráð gav Paulus?

15 Hann segði: „Vit, sum sterk eru, eiga at bera veikleikar hinna veiku og ikki gera, sum okkum sjálvum líkar. Kristus gjørdi jú ikki heldur, sum Honum líkaði.“ (Rómbrævið 15:1, 3) Paulus kom til ta niðurstøðu, at vit eiga at hugsa meira um okkara trúarfelagar enn um okkum sjálv, eins og Jesus gjørdi. Í eini aðrari líknandi støðu segði Paulus, at hann heldur vildi lata vera at eta kjøt enn at verða einum dýrabarum seyði, sum Jesus hevði givið sítt lív fyri, til ástoyt. – Les Fyrra Korintbræv 8:13; 10:23, 24, 31-33.

16. Hví skulu tey, ið hava eina strangari samvitsku, ikki døma tey, sum hava eina aðra áskoðan, tá ið talan er um samvitskuspurningar?

16 Hinvegin mugu tey, sum hava eina strangari samvitsku, ikki finnast at øðrum og halda uppá, at øll skulu  hava somu áskoðan sum tey í samvitskuspurningum. (Les Rómbrævið 14:10.) Vit eiga at nýta samvitskuna til at døma okkum sjálv og ikki onnur. Minst til, at Jesus segði: „Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd!“ (Matteus 7:1) Eingin í samkomuni eigur at gera eitt stríð burtur úr nøkrum, sum er ein samvitskuspurningur. Nei, vit royna at fremja kærleika og einleika og at byggja upp heldur enn at bróta niður. – Rómbrævið 14:19.

HVUSSU GAGNAR TAÐ OKKUM AT HAVA GÓÐA SAMVITSKU?

Ein góð samvitska hjálpir okkum á lívsins leið og gevur okkum gleði og frið í sinnið

17. Hvat er hent við samvitskuni hjá nógvum í dag?

17 Pætur ápostul skrivaði: ’Havið góða samvitsku.’ (1 Pætur 3:16) Ein samvitska, sum er rein í Guds eygum, er ein ómetaliga stór gáva. Nú á døgum eru ikki nógv, sum  hava eina slíka samvitsku. Paulus nevndi, at nøkur kunnu vera ’brennimerkt í síni samvitsku’. (1 Timoteus 4:2) Eitt brennijarn brennir húðina og ger hana arruta og kensluleysa. Nógv hava eina samvitsku, sum so at siga er deyð. Hon er so arrut og kensluleys, at hon ikki longur ávarar, mótmælir ella gevur samvitskubit. Tað tykist, at nógv í dag gleðast um at vera sloppin undan skomm og skuldarkenslum.

18, 19. (a) Hvussu kunnu skomm og skuldarkenslur gagna okkum? (b) Hvat kunnu vit gera, um okkara samvitska heldur fram at fordøma okkum fyri syndir, sum vit langt síðani hava angrað?

18 Hava vit skuldarkenslur, kann tað í royndum vera samvitskan, sum sigur okkum, at vit hava gjørt okkurt skeivt. Tá ið slíkar kenslur fáa ein syndara at angra,  kann sjálvt tann ringasta syndin verða fyrigivin. Til dømis syndaði Dávid kongur sera álvarsliga, men varð fyrigivin, fremst av øllum tí hann angraði av hjarta. Av tí at hann hataði tað skeiva, hann hevði gjørt, og setti sær fyri framyvir at akta lógirnar hjá Jehova, fekk hann sjón fyri søgn, at Jehova er „góður og til reiðar at fyrigeva“. (Sálmur 51:3-21; 86:5) Men hvat so, um vit framvegis skammast og hava skuldarkenslur, sjálvt um vit hava angrað og fingið fyrigeving?

19 Av og á kann samvitskan vera alt ov dømandi og tyngja syndaran í langa tíð, eftir at slíkar kenslur hava tænt sínum endamáli. Tá ið tað hendir, mugu vit sannføra okkara fordømandi hjarta um, at Jehova er størri enn allar menniskjaligar kenslur. Vit mugu trúgva á og góðtaka hansara kærleika og fyrigeving, eins og vit eggja øðrum til at gera. (Les Fyrsta bræv Jóhannesar 3:19, 20.) Ein rein samvitska gevur frið í sinnið og eina ómetaliga gleði, sum er sjáldsom í hesum heimi. Nógv, sum áður hava misbrotið seg álvarsliga, hava upplivað henda frálíka lætta og kunnu nú tæna Jehova við góðari samvitsku. – 1 Korintbræv 6:11.

20, 21. (a) Hvat er endamálið við hesi bókini? (b) Hvat frælsi hava vit sum Guds tænarar, og hvussu skulu vit brúka tað?

20 Henda bókin er skrivað fyri at hjálpa tær at finna hesa gleðina og at varðveita eina góða samvitsku ta tíðina, sum er eftir av hesum torføru síðstu døgunum í heiminum hjá Satani. Bókin kann sjálvsagt ikki viðgera allar lógir og meginreglur í Bíbliuni, sum tú eigur at hugsa um og fylgja, tá ið ymiskar støður taka seg upp í gerandisdegnum. Hon vísir heldur ikki á einfaldar, knívskornar reglur viðvíkjandi samvitskuspurningum. Endamálið við hesi bókini er at hjálpa tær at venja og brýna tína samvitsku við at kanna, hvussu tú kanst fylgja Guds orði í tínum  dagliga lívi. Mótsett Móselógini eggjar „lóg Kristusar“ okkum til at liva meira eftir samvitsku og meginreglum enn eftir skrivaðum reglum. (Galatiabrævið 6:2) Soleiðis gevur Jehova sínum tænarum stórt frælsi. Men hansara orð minnir okkum á, at vit ongantíð mugu brúka hetta frælsið sum umbering fyri synd. (1 Pætur 2:16) Nei, eitt slíkt frælsi gevur okkum frálíkan møguleika at vísa Jehova, hvussu góð vit eru við hann.

21 Tá ið tú í bøn hugsar um, hvussu tú best kanst liva eftir meginreglunum í Bíbliuni og fylgir tí, sum tú setur tær fyri, heldur tú fram í lívsneyðugu menningini, sum byrjaði, tá ið tú á fyrsta sinni lærdi Jehova at kenna. Tínir ’sansar at skilja millum gott og ilt’ verða vandir við nýtslu. (Hebrearabrævið 5:14) Tín bíbliuvanda samvitska fer at gagna tær hvønn einasta dag í tínum lívi. Eins og kumpasin hjálpir einum ferðamanni, kann samvitskan hjálpa tær at taka avgerðir, sum gleða tín himmalska Faðir. Soleiðis kanst tú halda teg í kærleika Guds.

^ par. 5 Í upprunaligu Hebraisku skriftunum stendur einki ávíst orð fyri „samvitsku“. Kortini er tað týðiligt, at talan er um samvitskuna í hesum døminum. Orðið „hjarta“ sipar vanliga til hitt innara menniskjað. Í førum sum hesum vísir „hjarta“ eyðsýniliga til ein ávísan part av innara menniskjanum, nevniliga samvitskuna. Í Kristnu griksku skriftunum stendur grikska orðið fyri „samvitsku“ umleið 30 ferðir.

^ par. 8 Bíblian vísir, at tað ikki altíð er nóg mikið at hava eina reina samvitsku. Paulus segði til dømis: „Víst veit eg einki við mær sjálvum; tó eri eg ikki fyri tað rættvísgjørdur; nei, tann, ið dømir meg, er Harrin.“ (1 Korintbræv 4:4) Sjálvt tey, sum søkja at teimum kristnu, eins og Paulus áður gjørdi, gera tað kanska við reinari samvitsku, tí tey halda, at Gudi dámar tað, tey gera. Tað hevur tí alstóran týdning, at okkara samvitska er rein bæði í okkara egnu eygum og í Guds eygum. – Ápostlasøgan 23:1; 2 Timoteus 1:3.

^ par. 10 Tað skal nevnast, at nógvir læknar siga, at tað at drekka við máta ikki ber til hjá alkoholikarum; hjá teimum er „afturhald“ tað sama sum als ikki at drekka.