Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

’Haldið tykkum í kærleika Guds’

 KAPITTUL 17

„Uppbyggið tykkum á heilagastu trúgv tykkara“

„Uppbyggið tykkum á heilagastu trúgv tykkara“

„Uppbyggið tykkum á heilagastu trúgv tykkara, ... og haldið tykkum soleiðis í kærleika Guds!“ – JUDAS 20, 21.

1, 2. Hvørjari byggiverkætlan ert tú við í, og hví er tað so umráðandi, at dygdin í tínum arbeiði er góð?

TÚ STRÍÐIST við at byggja okkurt stórt. Byggingin hevur verið áleiðis í eina tíð og fer at halda fram langt inn í framtíðina. Higartil hava avbjóðingar verið í arbeiðinum, men tað hevur tó verið nøktandi. Sama hvat hendir, hevur tú sett tær fyri ongantíð at gevast ella at seta ferðina niður, tí dygdin í tínum arbeiði fer at ávirka títt lív, ja enntá tína framtíð. Hví tað? Tí tú ert bygningurin, sum er í gerð!

2 Lærisveinurin Judas nevndi, at vit mugu byggja okkum sjálv upp. Tá ið hann eggjaði teimum kristnu til at ’halda seg í kærleika Guds’, segði hann eisini í sama viðfangi, hvussu tey skuldu gera: „Uppbyggið tykkum á heilagastu trúgv tykkara.“ (Judas 20, 21) Hvussu kanst tú byggja teg sjálvan upp og styrkja trúnna, so tú kanst halda teg í kærleika Guds? Latið okkum viðgera tríggjar síður av andaligu byggiverkætlanini hjá tær.

HALT FRAM AT STYRKJA TRÚNNA Á RÆTTVÍSU KRØVINI HJÁ JEHOVA

3-5. (a) Hvat vil Satan hava teg at halda um krøvini hjá Jehova? (b) Hvørja áskoðan eiga vit at hava á krøvini hjá Gudi, og hvussu eigur hetta at ávirka okkum? Lýs við einum dømi.

3 Fremst av øllum mugu vit styrkja okkara trúgv á Guds lóg. Meðan tú hevur kannað hesa bókina, hevur tú lisið, hvat Jehova krevur av okkum í sambandi við atburð.  Hvussu dámar tær hesi krøvini? Satan vil fegin villleiða teg, so tú heldur, at lógirnar, normarnir og meginreglurnar, sum Jehova hevur sett, eru strangar og enntá kúgandi. Hesi svikaráðini hevur hann nýtt líka síðan, tey vístu seg at rigga so væl heilt afturi í Edens urtagarði. (1 Mósebók 3:1-6) Fara hansara svikaráð at villleiða teg? Tað veldst um, hvønn hugburð tú hevur.

4 Vit kunnu lýsa tað við hesum døminum: Meðan tú spákar tær ein túr í eini hugnaligari viðarlund, sært tú eitt høgt og sterkt hegn, sum byrgir ein part av viðarlundini av. Landslagið hinumegin er sera vakurt. Í fyrstuni heldur tú kanska, at hegnið er ein óneyðug avmarking av tínum frælsi og forðar tær í at fara, hvar tú vilt. Men tá ið tú hyggur ígjøgnum tað, varnast tú eina glúpska leyvu, sum lúrir eftir einum fongi. Nú skilir tú, at hegnið er ein verja! Man eitt vandamikið villdjór lúra eftir tær beint nú? Guds orð ávarar okkum: „Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.“ – 1 Pætur 5:8.

5 Satan er eitt glúpskt villdjór. Men Jehova vil ikki, at vit skulu gerast fongur hjá Satani, og tí hevur hann givið okkum lógir, sum verja okkum ímóti teimum nógvu ’svikaálopunum’ frá hinum ónda. (Efesusbrævið 6:11) So hvørja ferð vit grunda um Guds lógir, eiga vit at meta tær sum eitt prógv um, at okkara himmalski Faðir elskar okkum. Tá skilja vit, at lógirnar eru ein kelda til tryggleika og gleði. Lærisveinurin Jákup skrivaði: „Tann, sum skoðar inn í fullkomnu lóg frælsisins – og heldur á við tí, ... skal vera sælur í verki sínum.“ – Jákup 1:25.

6. Hvør er besti mátin at styrkja trúnna á Guds rættvísu lógir og meginreglur? Nevn eitt dømi.

6 At fylgja Guds boðum er besti mátin at styrkja trúnna á Lóggevaran og vísdómin í hansara lógum. Til dømis fevnir „lóg Kristusar“ um boðini hjá Jesusi um at læra onnur  „alt, ið [hann hevur] boðið“. (Galatiabrævið 6:2; Matteus 28:19, 20) Guds tænarar fylgja eisini boðunum um at koma saman fyri at tilbiðja Jehova og uppbyggja hvønn annan. (Hebrearabrævið 10:24, 25) Boðini hjá Gudi fevna eisini um at biðja ofta til Jehova og av hjartanum. (Matteus 6:5-8; 1 Tessalonikabræv 5:17) Tá ið vit fylgja hesum boðunum, skilja vit enn betur, at Jehova hevur givið okkum tey, tí hann elskar okkum. Akta vit tey, fáa vit størri gleði og nøgdsemi, enn vit fáa nakra aðrastaðni í hesum heimi, ið er fullur av trupulleikum. Verður tú ikki styrktur í trúnni á Guds lógir, tá ið tú grundar um, hvussu tað hevur gagnað tær at liva samsvarandi teimum?

7, 8. Hvussu uggar Guds orð tey, ið bera ótta fyri, at tey ikki eru før fyri at verða verandi rættvís, sum árini ganga?

7 Nøkur bera av og á ótta fyri, at tað kann gerast ov torført at halda seg til lógirnar hjá Jehova, sum árini ganga. Tey eru bangin fyri, at tey onkursvegna koma at svíkja Gud. Um tú einaferð skuldi hugsað soleiðis, mást tú minnast til hesi orðini: „Eg eri HARRIN Gud tín, sum lærir teg at gera tað, ið er tær til gagn, sum leiðir teg vegin, ið tú skalt ganga. Hevði tú viljað givið boðum Mínum gætur! Tá  skuldi friður tín verðið sum áin, og rættvísi tín sum havsbylgjurnar.“ (Esaias 48:17, 18) Hevur tú nakrantíð veruliga hugsað um, hvussu uggandi hesi orðini eru?

8 Her minnir Jehova okkum á, at tað gagnar okkum at akta hann. Hann lovar okkum tvær signingar, um vit gera tað. Tann fyrsta er, at okkara friður verður djúpur, ríkur og støðugur sum ein á. Tann næsta er, at okkara rættvísi verður sum aldan. Tá ið tú stendur við sjóvarmálan og hyggur at aldunum, sum bróta inn ímóti landi ein fyri og onnur eftir, fært tú helst eina mynd av onkrum varandi. Tú veitst, at tær fara at halda fram at bróta í óteljandi øldir. Jehova sigur, at tín rættvísi kann vera líka varandi. So leingi sum tú roynir at vera trúfastur móti honum, fer hann ikki frá tær. (Les Sálm 55:23.) Verður tín trúgv á Jehova og hansara rættvísu krøv ikki styrkt, tá ið tú hoyrir hesi frálíku lyftini?

STREMBA EFTIR AT GERAST BÚGVIN

9, 10. (a) Hví er tað gott, at ein Guds tænari setur sær fyri at búnast andaliga? (b) Hví gevur ein andaligur hugburður gleði?

9 Ein onnur síða av tínari byggiverkætlan verður nevnd í hesum íblástu orðunum: „Latið okkum ... ganga fram til hitt fullkomna [búnaskap, NW].“ (Hebrearabrævið 6:1) Tað er sera gott, at vit sum Guds tænarar seta okkum fyri at gerast andaliga búgvin. Sum nú er, ber ikki til hjá menniskjum at gerast fullkomin, men tað ber til at gerast búgvin. Harumframt gevur tað størri gleði at tæna Jehova, so hvørt sum tú búnast. Hvussu tá?

10 Ein búgvin tænari hjá Gudi er andaliga sinnaður. Hann hevur somu áskoðan sum Jehova. (Jóhannes 4:23) Paulus skrivaði: „Tey, sum eftir holdinum eru, tráa eftir tí, sum av holdinum er; men tey, sum eftir Andanum eru, tráa eftir hinum andaliga.“ (Rómbrævið 8:5) Ein holdligur hugburður gevur lítla gleði, tí ein, sum hevur ein  sovorðnan hugburð, er ofta sjálvglaður, stuttskygdur og materialistiskur. Ein andaligur hugburður gevur harafturímóti stóra gleði, tí tá verður hugsað mest um Jehova, hin lukkuliga Gud. (1 Timoteus 1:11) Tann, sum er andaligur, vil fegin toknast Jehova og varðveitir enntá gleðina undir royndum. Orsøkin er, at royndir geva honum møguleika at vísa sítt sakloysi og prógva, at Satan er ein lygnari. Soleiðis gleðir hann sín himmalska Faðir. – Orðtøkini 27:11; les Bræv Jákups 1:2, 3.

11, 12. (a) Hvat segði Paulus um „sansarnar til at skilja gott frá illum“, og hvat merkir orðið, sum er umsett ’at venja’? (b) Hvørja venjing má kroppurin hava fyri at búnast og gerast fimur?

11 Skulu vit gerast andaliga búgvin menniskju, má venjing til. Hugsa um hetta ørindið: „Hin fasta føðin er fyri vaksin, fyri tey, sum við temjing hava vant sansarnar til at skilja gott frá illum.“ (Hebrearabrævið 5:14, Dahl/Viderø) Tá ið Paulus tosaði um at ’venja’ sansarnar til at skilja gott frá illum, brúkti hann eitt grikskt orð, sum eyðsýniliga bleiv brúkt innan ítrótt í Grikkalandi í fyrstu øld, tí tað kann endurgevast ’vandur upp sum ein fimleikari’. Hugsa síðani um, hvat ein slík venjing fevnir um.

Kroppurin hjá einum fimleikara verður vandur við nýtslu

12 Kroppurin hjá einum nýbornum barni er ikki vandur. Eitt pinkubarn er til dømis ikki ført fyri at skilja, hvar armarnir og beinini eru í mun til restina av kroppinum. Av tí sama flagsar tað tilvildarliga við ørmunum, sum av og á raka tað í andlitið, og barnið verður illa við og ónøgt. Sum tíðin gongur, verður kroppurin vandur. Barnið fer at grulva, síðani at ganga og at enda dugir tað eisini at renna. * Men hvussu við einum fimleikara? Tá ið tú sært ein fimleikara leypa høgt upp í loft og snara sær við yndi og neyvleika,  ivast tú ikki í, at hann hevur fult tamarhald á sínum kroppi. Dugnaskapurin hjá hesum fimleikaranum er ikki bara komin av sær sjálvum, nei, hann hevur vant í óteljandi tímar. Bíblian sigur tó, at sovorðin kropslig venjing er „nyttulig til lítið“. Andalig venjing hevur nógv størri týdning. – 1 Timoteus 4:8.

13. Hvussu kunnu vit venja okkara sansar til at skilja gott frá illum?

13 Í hesi bókini hava vit viðgjørt nógv, sum kann hjálpa tær at venja tínar sansar til at skilja gott frá illum, soleiðis at tú kanst verða verandi trúfastur móti Jehova sum eitt andaligt menniskja. Umhugsa í bøn, hvussu tú kanst brúka Guds meginreglur og lógir í tínum dagliga lívi. Hvørja ferð, tú skalt taka eina avgerð, er gott at spyrja: ’Hvørjar bíbilskar lógir ella meginreglur kann eg brúka í hesum førinum? Hvussu kann eg fylgja teimum? Hvat hevði glett mín himmalska Faðir?’ (Les Orðtøkini 3:5, 6; Bræv Jákups 1:5.) Tá ið tú tekur avgerðir á henda hátt, venur tú tínar sansar enn meira til at skilja gott frá illum. Slík venjing hjálpir tær at blíva eitt andaligt menniskja og at halda fram at vera tað.

14. Hvat slag av matarlysti mugu vit hava fyri at vaksa andaliga, men hvørji fyrivarni mugu vit taka?

14 Hóast vit kanska longu eru búgvin, ber altíð til at vaksa andaliga. Vøkstur er treytaður av føði. Tí segði Paulus: „Hin fasta føðin er fyri vaksin.“ Skalt tú byggja tína trúgv upp, mást tú blíva við at fáa tær av føstu andaligu føðini. Tá ið tú brúkar tað, sum tú lærir, er tað vísdómur. Bíblian sigur um vísdóm: „Av øllum dýrgripum  er eingin sum hann.“ Tí mugu vit læra okkum at tráa eftir dýrabaru sannleikunum, sum Jehova gevur okkum. (Orðtøkini 8:11; 1 Pætur 2:2) Men fyri tað um vit fáa størri kunnskap og vísdóm frá Gudi, eiga vit ikki at gerast sjálvglað ella hástór. Vit mugu rannsaka okkum sjálv regluliga, so stoltleiki ella onkur annar veikleiki ikki festur røtur og fer at vaksa í okkara hjarta. Paulus skrivaði: „Rannsakið tykkum sjálvar, um tit eru í trúnni, roynið tykkum sjálvar!“ – 2 Korintbræv 13:5.

15. Hví mugu vit hava kærleika, um vit skulu vaksa andaliga?

15 Eini hús verða kanska liðug, men arbeiðið heldur fram. Viðlíkahald og ábøtur mugu gerast, og kanska verður tað neyðugt at byggja uppí, tá ið umstøðurnar broytast. Hvat er neyðugt, um vit skulu búnast og verða verandi andaliga sinnað? Fremst av øllum kærleiki. Kærleikin til Jehova og okkara trúarfelagar má halda fram at vaksa. Hava vit ikki kærleika, verður alt, vit gera, og allur okkara kunnskapur nyttuleysur. (1 Korintbræv 13:1-3) Við kærleika kunnu vit gerast búnir tænarar hjá Gudi og halda fram at vaksa andaliga.

LAT VÓNINA, JEHOVA GEVUR, STANDA FREMST Í TÍNUM HUGA

16. Hvønn hugsanarhátt birtir Satan uppundir, og hvørja verju hevur Jehova givið okkum?

16 Latið okkum viðgera eina síðu aftrat av tíni byggiverkætlan. Skalt tú byggja teg sjálvan upp sum ein sannan lærisvein hjá Jesusi, mást tú verja tín hugsanarhátt. Satan, sum stjórnar hesum heimi, er ein meistari í at fáa fólk at geva eftir fyri neiligum tonkum, svartskygni, misáliti og vónloysi. (Efesusbrævið 2:2) Ein slíkur hugsanarháttur er líka vandamikil hjá einum tænara hjá Gudi, sum soppur er í einum timburhúsi. Tíbetur hevur Jehova givið okkum eina verju, nevniliga vón.

17. Hvussu lýsir Guds orð, at vón hevur stóran týdning?

 17 Bíblian nevnir teir ymisku partarnar av andaligu herklæðunum, sum vit hava brúk fyri í bardaganum ímóti Satani og hesum heimi. Ein týðandi partur av herklæðunum er hjálmurin, „vón frelsunnar“. (1 Tessalonikabræv 5:8) Ein hermaður á Bíbliunnar døgum visti, at hann ikki fór at klára seg serliga leingi í bardaga, um hann ikki var í hjálmi. Ein sovorðin hjálmur, sum ofta var gjørdur úr metali og settur oman á eina húgvu úr tøvdari ull ella úr leðri, vardi fyri teimum flestu sløgunum, so tey ikki gjørdu stórvegis skaða. Sum ein hjálmur verjir høvdið, kann vón verja títt sinni og harvið tín hugsanarhátt.   

18, 19. Hvussu var Jesus ein fyrimynd í at varðveita vónina, og hvussu kunnu vit taka eftir honum?

18 Jesus er størsta fyrimyndin í at varðveita vónina. Hugsa um alt tað, hann mátti líða seinastu náttina, hann var á jørðini sum menniskja. Ein góður vinur sveik hann fyri pengar. Ein annar noktaði at kennast við hann. Hinir fóru frá honum og flýddu. Hansara egnu landsmenn vrakaðu hann og vildu hava rómverskar hermenn at taka hann av døgum – enntá á sera pínufullan hátt. Tað er ikki ov nógv sagt, at Jesus var fyri størri royndum, enn nakar av okkum kann hugsast at koma fyri. Hvat hjálpti honum? Svarið er at finna í Hebrearabrævinum 12:2, har vit fáa at vita, at Jesus tolin leið „fyri gleðina, ið fyri Honum lá, ... og legði einki í vanæruna – og situr nú við høgru síðu hásætis Guds“. Jesus misti ongantíð „gleðina, ið fyri Honum lá“, úr eygsjón.

19 Hvør gleði lá fyri Jesusi? Jú, hann visti, at helt hann út, var hann við til at halga heilaga navn Jehova. Hann fór at geva størsta prógvið nakrantíð um, at Satan er ein lygnari. Eingin onnur vón kundi givið Jesusi størri gleði! Hann visti eisini, at Jehova ríkliga fór at signa hann fyri hansara  trúfesti – at ein undursom tíð, har hann aftur fór at vera saman við Faðir sínum, lá beint fyri framman. Jesus hevði hesa gleðiríku vónina fremst í huga undir øllum sínum royndum. Tað mugu vit eisini hava. Ein gleði liggur eisini fyri okkum. Jehova gevur hvørjum einstøkum av okkum tann framíhjárættin at vera við til at halga hansara stóra navn. Vit kunnu prógva, at Satan er ein lygnari við at velja Jehova sum okkara Fullveldisharra og halda okkum trygg í hansara kærleika, uttan mun til hvørjar royndir og freistingar koma.

20. Hvat kann hjálpa tær at varðveita ein jaligan og vóngóðan hugsanarhátt?

20 Jehova er ikki bara villigur at løna sínum trúføstu tænarum, nei, hann hevur hug at gera tað. (Esaias 30:18; les Malakias 3:10.) Hann gleðist um at geva sínum tænarum tað, sum teir av røttum ynskja sær. (Sálmur 37:4) Savna tí hugan um vónina, ið liggur fyri tær. Slaka ongantíð fyri neiliga, spilta og bronglaða hugsanarháttinum í gamla heiminum hjá Satani. Kennir tú á tær, at heimsins andi er um at sníkja seg inn í títt sinni ella hjarta, mást tú biðja inniliga til Jehova um at fáa ’frið Guds, sum stígur upp um alt vit’. Hesin friðurin frá Gudi verjir títt hjarta og sinni. – Filippibrævið 4:6, 7.

21, 22. (a) Hvørja frálíka vón gleðast tey um, sum hoyra til ’stóra skaran’? (b) Hvat gleðir tú teg mest til, og hvat hevur tú sett tær fyri?

 21 Vit hava av sonnum eina frálíka vón. Um tú hoyrir til ’stóra skaran’, sum fer at ’koma út úr hini stóru trongdini’, kanst tú hugsa um, hvussu gott lívið skjótt fer at verða. (Opinberingin 7:9, 14) Tá ið Satan og hansara illu andar eru burtur, fert tú at kenna ein lætta, sum er ringur at ímynda sær nú. Ja, hvør av okkum hevur nakrantíð upplivað eitt lív við ongari ávirkan frá spilta heimi Satans? Tá ið henda ávirkanin er burtur, verður tað sera gleðiligt at vera við til at gera jørðina til eitt paradís við Jesusi og hansara 144.000 himmalsku samstjórnarum á odda. Tað vekur av sonnum gleði at hugsa um, at øll sjúka og brek verða burtur, at vit kunnu taka ímóti okkara kæru, sum koma upp úr grøvunum, og at vit kunna liva lívið, soleiðis sum Gud ætlaði tað! So hvørt sum vit vaksa fram til fullkomileika, nærkast ein enn størri løn – „dýrdarfrælsi Guds barna“. – Rómbrævið 8:21.

22 Jehova vil, at tú skalt fáa størri frælsi, enn tú yvirhøvur kanst ímynda tær. Hetta frælsið er treytað av lýdni. Er tað ikki alt stríðið vert at akta Jehova dag um dag? Halt tí fram at byggja teg sjálvan upp á tína heilagastu trúgv, so tú kanst halda teg í kærleika Guds um allar ævir!

^ par. 12 Granskarar siga, at vit menna ein serligan sans, sum sigur heilanum, hvar teir ymisku kropslutirnir eru. Hesin sansurin ger okkum til dømis før fyri at klappa, meðan vit blunda. Ein kvinna, sum misti henda sansin, var av hesi orsøk hvørki før fyri at standa, ganga ella sita.

LÆR MEIRA

Tak eftir trúgv teirra

Hvussu kann tað gagna okkum at læra um trúarinnar menn og kvinnur í Bíbliuni?