Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

’Haldið tykkum í kærleika Guds’

 KAPITTUL 3

Elska tey, sum Gud elskar

Elska tey, sum Gud elskar

’Kom saman við vísum, og tú verður vísur.’ – ORÐTØKINI 13:20.

1-3. (a) Hvønn grundleggjandi sannleika nevnir Bíblian? (b) Hvussu kunnu vit velja vinir, sum hava góða ávirkan á okkum?

MENNISKJU eru eins og svampar. Vit hava lyndi til at súgva í okkum alt, sum er uttan um okkum. Tað er øgiliga lætt – tilvitað ella ótilvitað – at taka eftir hugburðinum, normunum og lyndinum hjá okkara góðu vinum.

2 Bíblian nevnir henda grundleggjandi sannleikan: ’Kom saman við vísum, og tú verður vísur. Men vini dára, honum gongst illa.’ (Orðtøkini 13:20) Er tað ikki rætt, at vit hava lyndi til at taka eftir teimum, vit koma saman við? Jú, tí vit knýta okkum kensluliga at teimum, sum vit hava felagsskap við, og tí kunnu tey hava stóra ávirkan á okkum – antin góða ella ringa.

3 Skulu vit halda okkum í kærleika Guds, er tað sera umráðandi, at vit fáa okkum vinir, sum hava góða ávirkan á okkum. Hvussu gera vit tað? Stutt sagt við at elska tey, sum Gud elskar, og gerast vinir við hansara vinir. Hugsa um hetta: Kundu vit fingið betri vinir enn fólk við eginleikum, ið Jehova hyggur eftir hjá sínum vinum? Latið okkum tí vita, hvussu tey fólkini eru, sum Gud elskar. Tá ið vit vita, hvørja áskoðan Jehova hevur, verður tað lættari hjá okkum at velja vinir, sum eru uppbyggjandi at vera saman við.

 TEY, SUM GUD ELSKAR

4. Hví hevur Jehova rætt til vera vandin, tá ið hann velur sær vinir, og hví nevndi hann Ábraham ’vin sín’?

4 Jehova er sera vandin, tá ið hann velur sær vinir. Og hevur hann ikki rætt til tað? Hann er hóast alt alheimsins Fullveldisharri, og vinalag við hann er størsti heiðurin, nakar kann fáa. Men hvørji velur hann so til vinir? Jehova nærkast teimum, sum hava fult álit á honum. Hugsa til dømis um Ábraham, sum var kendur fyri sína einastandandi trúgv. Tað er ilt at ímynda sær nakra størri trúarroynd hjá einum pápa enn at verða biðin at ofra sonin hjá sær. * Men Ábraham var villigur at ofra Ísak, tí hann hevði fult álit á, at „Gud var mentur enntá at reisa upp frá hinum deyðu“. (Hebrearabrævið 11:17-19) Av tí at Ábraham vísti slíka trúgv og slíkt lýdni, rópti Jehova hann ’vinur mín’. – Esaias 41:8; Jákup 2:21-23.

5. Hvussu metir Jehova tey, sum trúføst akta hann?

5 Jehova virðismetir trúfesti og lýdni. Hann elskar tey, sum vísa honum størri trúfesti enn nøkrum øðrum. (Les Sálm 101:6.) Sum vit sóu í 1. kapitli í hesi bókini, gleðir Jehova seg stórliga um tey, ið av kærleika velja at akta hann. Í Orðtøkunum 3:32 stendur: „Hini sannhjartaðu eru næstu vinir Hansara.“ Tey, ið trúføst liva upp til krøvini, sum Jehova setur, fáa eina hjartaliga innbjóðing frá honum. Tey kunnu vera gestir í „tjaldi“ hansara, tað vil siga tilbiðja hann og frítt venda sær til hansara í bøn. – Sálmur 15:1-5.

6. Hvussu kunnu vit vísa, at vit elska Jesus, og hvussu ávirkar tað Jehova, tá ið menniskju elska hansara son?

 6 Jehova elskar tey, sum elska Jesus, hansara einborna son. Jesus segði: „Um nakar elskar Meg, heldur hann orð Mítt, og Faðir Mín skal elska hann, og Vit skulu koma til hansara og taka bústað hjá honum.“ (Jóhannes 14:23) Hvussu kunnu vit vísa, at vit elska Jesus? Jú, við at halda hansara boð, teirra millum boðini um at boða tey góðu tíðindini og gera lærisveinar. (Matteus 28:19, 20; Jóhannes 14:15, 21) Vit vísa eisini, at vit elska Jesus, tá ið vit „fylgja eftir í fótasporum Hansara“, altso royna at líkjast honum í orðum og gerðum eftir besta førimuni sum ófullkomin menniskju. (1 Pætur 2:21) Tað gleðir Jehova, tá ið menniskju av kærleika til hansara son, Kristus, leggja seg eftir at fylgja somu leið sum hann.

7. Hví er tað skilagott at fáa tey til vinir, sum eru vinir við Jehova?

7 Trúgv, trúfesti, lýdni og kærleiki til Jesus og hansara normar eru nakrir av teimum eginleikunum, sum Jehova hyggur eftir hjá sínum vinum. Vit eiga øll at spyrja okkum sjálv: ’Er hetta nakað, ið eyðkennir mínar vinir? Havi eg fingið mær vinir, sum eru vinir við Jehova?’ Tað hevði verið skilagott. Tey, sum taka eftir Guds eginleikum og íðin boða tey góðu tíðindini um Ríkið, kunnu hava góða ávirkan á okkum og hjálpa okkum at liva upp til okkara avgerð um at gleða Gud. – Sí rammuna „ Hvat er ein góður vinur?

LÆR AV EINUM DØMI Í BÍBLIUNI

8. Hvat hugtekur teg, tá ið tú hugsar um vinalagið millum (a) No’omi og Rutt? (b) teir tríggjar ungu hebreararnar? (c) Paulus og Timoteus?

8 Í Bíbliuni eru nógv dømi um, hvussu tað gagnaði fólki at velja sær góðan felagsskap. Tú kanst lesa um  vinalagið millum No’omi og verdóttur hennara Rutt, millum teir tríggjar ungu hebreararnar, sum hildu saman í Bábylon, og millum Paulus og Timoteus. (Rutt 1:16; Dániel 3:17, 18; 1 Korintbræv 4:17; Filippibrævið 2:20-22) Men latið okkum kanna eitt annað einastandandi dømi, nevniliga vinalagið millum Dávid og Jónatan.

9, 10. Hvat var vinalagið millum Dávid og Jónatan grundað á?

9 Í Bíbliuni stendur, at tá ið Dávid hevði dripið Goliat, „varð hjarta Jónatans so bundið at hjarta Dávids, at hann elskaði hann sum sína egnu sál“. (1 Sámuel 18:1) Soleiðis byrjaði eitt varandi vinalag, sum hóast stóran aldursmun vardi líka til Jónatan læt lív í einum bardaga. * (2 Sámuel 1:26) Hvat knýtti hesar báðar vinirnar saman?

10 Dávid og Jónatan vóru góðir vinir, tí teir elskaðu Gud og inniliga ynsktu at vera trúfastir ímóti honum. Teir virðismettu eginleikarnar hjá hvørjum øðrum. Jónatan var uttan iva hugtikin av dirvinum og íðinskapinum hjá tí unga manninum, sum óttaleysur vardi navnið hjá Jehova. Dávid hevði ivaleyst virðing fyri tí eldra manninum, ið trúfastur tók undir við tí, sum Jehova hevði fyriskipað, og ósjálvsøkin hugsaði meira um Dávid enn um seg sjálvan. Hugsa til dømis um tað, sum hendi, tá ið Dávid var hugtungur og mátti halda seg í oyðimørkini, tí hann var flýddur undan ónda konginum, Sauli, ið var pápi Jónatan. Jónatan vísti fyrimyndarligt trúfesti, tá ið hann „fór til Dávid ... og styrkti mót hansara í Gudi“. (1 Sámuel 23:16) Hugsa  tær, hvussu Dávid man hava kent tað, tá ið hansara góði vinur kom fyri at stuðla og ugga hann. *

11. Hvat lærir dømið við Jónatani og Dávidi okkum um vinalag?

 11 Hvat lærir dømið við Jónatani og Dávidi okkum? Vit læra, at tað, sum hevur størstan týdning hjá vinum at hava í felag, eru tey andaligu virðini. Tá ið vit fáa tætt samband við onnur, ið hava somu trúgv sum vit, fylgja somu siðareglum sum vit og eisini hava eitt ynski um at vera trúføst móti Gudi, kunnu vit tosa um tankar, kenslur og royndir, ið styrkja og uppbyggja okkum. (Les Rómbrævið 1:11, 12.) Slík andaliga sinnað menniskju eru at finna millum okkara trúarfelagar. Men vil tað siga, at øll, sum ganga á møti í ríkissalinum eru góður felagsskapur? Nei, tað er ikki vist.

 HVUSSU VELJA VIT GÓÐAR VINIR?

12, 13. (a) Hví mugu vit hugsa okkum væl um, tá ið vit velja vinir, sjálvt millum trúarfelagar? (b) Hvørjar avbjóðingar høvdu samkomur í fyrstu øld, og hvørjar ávaringar fekk tað Paulus at geva?

12 Sjálvt tá ið vit velja vinir í samkomuni, mugu vit tryggja okkum, at teir eru andaliga uppbyggjandi. Skuldi tað komið óvart á okkum? Ikki sum so. Eins og nakrar fruktir á einum træi búnast seinni enn aðrar, búnast nøkur í samkomuni kanska ikki líka skjótt andaliga sum onnur. Í øllum samkomum eru tí brøður og systrar, sum eru á ymiskum støði, hvat andaligum vøkstri viðvíkur. (Hebrearabrævið 5:12 – 6:3) Vit hava sjálvsagt tol við nýggjum og veikum og vísa teimum kærleika, tí vit vilja hjálpa teimum at vaksa andaliga. – Rómbrævið 14:1; 15:1.

13 Ein støða kann av og á stinga seg upp í samkomuni, sum krevur, at vit ansa eftir, hvørjum vit eru saman við. Nøkur hava kanska ivasaman atburð. Onnur gerast kanska beisk og atfinningarsom. Samkomur í fyrstu øld høvdu líknandi avbjóðingar. Tey flestu vóru trúføst, men nøkur bóru seg ikki rætt at. Av tí at nøkur í samkomuni í Korint ikki hildu fast við ávísar kristnar lærur, ávaraði Paulus ápostul samkomuna og segði: „Villist ikki! Ringur felagsskapur spillir góðar siðir!“ (1 Korintbræv 15:12, 33) Paulus ávaraði Timoteus um, at sjálvt millum hansara trúarfelagar kundu vera nøkur, sum ikki bóru seg rætt at. Timoteus fekk at vita, at hann skuldi halda seg frá slíkum og ikki fáa sær tey til vinir. – Les Seinna Timoteusbræv 2:20-22.

14. Hvussu kunnu vit fylgja meginregluni, sum liggur í ávaringunum hjá Paulusi um felagsskap?

14 Hvussu kunnu vit fylgja meginregluni, sum liggur í ávaringunum hjá Paulusi? Við ikki at hava tætt  samband við nakran – hvørki í ella uttan fyri samkomuna – sum kundi havt ringa ávirkan á okkum. (2 Tessalonikabræv 3:6, 7, 14) Vit mugu verja okkara samband við Jehova. Minst til, at vit eru sum svampar – vit „súgva“ í okkum hugburðin og atburðin hjá okkara góðu vinum. Eins og vit ikki kunnu dyppa ein svamp niður í edik og vænta, at hann fyllist við vatni, so kunnu vit heldur ikki vænta, at nakað gott spyrst burtur úr at koma saman við fólki, sum hava ringa ávirkan á okkum. – 1 Korintbræv 5:6.

Vit kunnu finna uppbyggjandi felagsskap millum okkara trúarfelagar

15. Hvat kanst tú gera fyri at fáa andaliga sinnaðar vinir í samkomuni?

15 Tíbetur er góður møguleiki at finna uppbyggjandi felagsskap millum okkara trúarfelagar. (Sálmur 133:1) Hvussu kanst tú finna andaliga sinnaðar vinir í samkomuni? So hvørt sum tú alir fram eginleikar og atburð, sum Gudi dámar, fáa tey, sum gera tað sama, uttan iva hug at fáa teg til vin. Men kanska noyðist tú eisini sjálvur at taka stig til at fáa nýggjar vinir. (Sí rammuna „ Soleiðis fingu vit góðar vinir“.) Leita eftir teimum, sum hava eginleikar, ið tú fegin vilt hava. Tak við leiðbeiningini í Bíbliuni um at ’rúmka hjartað’ við at knýta vinabond við trúarfelagar uttan mun til rasu, tjóðskap ella mentan. (2 Korintbræv 6:13; les Fyrra bræv Pæturs 2:17.) Kom ikki bert saman við javnaldrum. Minst til, at Jónatan var nógv eldri enn Dávid. Nógv, sum eru eldri, kunnu ríka eitt vinalag við sínum royndum og vísdómi.

TÁ IÐ TRUPULLEIKAR STINGA SEG UPP

16, 17. Hví skulu vit ikki halda okkum burtur frá samkomuni, um ein trúarfelagi særir okkum?

16 Trupulleikar kunnu av og á stinga seg upp, tí fólk í samkomuni hava ymiskan persónleika og bakgrund.  Ein trúarfelagi sigur ella ger kanska okkurt, sum særir okkum. (Orðtøkini 12:18) Onkuntíð standast trupulleikar av misskiljingum, ymiskum meiningum ella ymiskum lyndi. Fáa slíkar avbjóðingar okkum at snáva og halda okkum burtur frá samkomuni? Ikki um vit av hjartanum elska Jehova og tey, hann elskar.

17 Jehova er skapari og lívgevari okkara, og tí hevur hann uppiborið okkara kærleika og fulla trúfesti. (Opinberingin 4:11) Og samkoman, sum hann hevur valt at brúka, hevur eisini uppiborið okkara trúfasta stuðul. (Hebrearabrævið 13:17) So um ein trúarfelagi særir okkum ella onkursvegna skuffar okkum, halda vit okkum ikki burtur frá samkomuni fyri at vísa okkara ónøgd. Hví skuldu vit eisini gjørt tað? Tað er ikki Jehova, sum hevur sært okkum. Okkara kærleiki til  Jehova kundi ongantíð loyvt okkum at vent honum og hansara fólki bakið! – Les Sálm 119:165.

18. (a) Hvat kunnu vit gera fyri at fremja frið í samkomuni? (b) Hvussu gagnar tað okkum at fyrigeva, tá ið grundarlag er fyri tí?

18 Kærleiki til okkara trúarfelagar eggjar okkum til at fremja frið í samkomuni. Jehova væntar ikki fullkomileika av teimum, hann elskar, og tað skulu vit heldur ikki gera. Kærleiki ger okkum før fyri at lata smá mistøk fara aftur við borðinum. Vit mugu minnast, at vit øll eru ófullkomin og gera mistøk. (Orðtøkini 17:9; 1 Pætur 4:8) Kærleiki hjálpir okkum at ’fyrigeva hvørjum øðrum’ av fúsum hjarta. (Kolossebrævið 3:13) Men tað er ikki altíð lætt at fylgja hesi leiðbeiningini. Goyma vit neiligar kenslur, halda vit kanska fram at vera ill og billa okkum møguliga inn, at okkara vreiði onkursvegna kann revsa tann, ið hevur sært okkum. Men í veruleikanum skaða vit bara okkum sjálv. Tað er nógv betri at fyrigeva, tá ið grundarlag er fyri tí. (Lukas 17:3, 4) Tað gevur okkum frið í sinni og hjarta, varðveitir friðin í samkomuni, og fremst av øllum verjir tað okkara samband við Jehova. – Matteus 6:14, 15; Rómbrævið 14:19.

TÁ IÐ EITT VINALAG MÁ HALDA UPPAT

19. Hvat kann vera orsøkin til, at vit mugu halda uppat at koma saman við onkrum?

19 Tað kemur fyri, at vit mugu halda uppat at koma saman við einum, sum hevur hoyrt til samkomuna. Henda støðan tekur seg upp, tá ið onkur, sum brýtur Guds lóg uttan at angra, verður útihýstur, ella tá ið ein avnoktar trúnna við at bera fram falska læru ella við sjálvur at kvetta sambandið við samkomuna. Guds orð sigur heilt greitt, at vit ’ikki skulu umgangast’ slík  fólk. * (Les Fyrra Korintbræv 5:11-13; 2 Jóhannes 9-11) Tað kann vera sera torført at halda uppat at koma saman við einum, sum kanska var ein vinur, ella sum er í familju við okkum. Vísa vit, at vit veruliga seta trúfesti móti Jehova og hansara rættvísu lógum fram um alt annað? Minst til, at Jehova leggur stóran dent á trúfesti og lýdni.

20, 21. (a) Hví er tað ein kærleiksfull skipan at útihýsa einum syndara, ið ikki angrar? (b) Hví er tað av alstórum týdningi, at vit hugsa okkum væl um, tá ið vit velja vinir?

20 Útihýsing er í roynd og veru ein kærleiksfull skipan frá Jehova. Hvussu tá? Jú, at útihýsa einum syndara, ið ikki angrar, vísir kærleika til Guds heilaga navn, Jehova, og alt, sum tað stendur fyri. (1 Pætur 1:15, 16) Tað verjir eisini samkomuna. Tey trúføstu í samkomuni sleppa undan ringari ávirkan frá tilvitaðum syndarum og kunnu halda fram at tilbiðja Gud, fullvís í at samkoman er eitt trygt skjól í hesum ónda heimi. (1 Korintbræv 5:7; Hebrearabrævið 12:15, 16) Henda álvarsama tyktin er eisini eitt prógv um kærleika til tann, sum hevur syndað. Og kanska er tað júst ein slík tykt, sum kann fáa hann at rakna við og taka tey neyðugu stigini til at venda aftur til Jehova. – Hebrearabrævið 12:11.

21 Tað er ein sannroynd, at okkara góðu vinir kunnu hava stóra ávirkan á okkum. Tí er tað av alstórum týdningi, at vit hugsa okkum væl um, tá ið vit velja vinir. Gerast vit vinir við tey, sum eru vinir við Jehova, og elska tey, sum hann elskar, fáa vit besta felagsskapin, ið hugsast kann. Teirra ávirkan fer at hjálpa okkum at liva upp til okkara avgerð um at gleða Jehova.

^ par. 4 Við at biðja Ábraham gera hetta gav Jehova eina lýsing av tí ofrinum, hann sjálvur fór at lata við at ofra sín einborna son. (Jóhannes 3:16) Í døminum við Ábrahami kom Jehova upp ímillum og læt hann ofra ein veðr í staðin fyri Ísak. – 1 Mósebók 22:1, 2, 9-13.

^ par. 9 Dávid var ein unglingi, tá ið hann drap Goliat og umleið 30 ára gamal, tá ið Jónatan doyði. (1 Sámuel 17:33; 31:2; 2 Sámuel 5:4) Jónatan, sum var okkurt um 60 ára gamal, tá ið hann doyði, var tí umleið 30 ár eldri enn Dávid.

^ par. 10 Sum vit síggja í Fyrru Sámuelsbók 23:17, vísti Jónatan á fimm ymisk viðurskifti, tá ið hann uggaði Dávid: (1) Hann segði, at Dávid ikki skuldi óttast. (2) Hann vissaði Dávid um, at tað fór at miseydnast Sauli at leggja hond á hann. (3) Hann minti Dávid á, at hann fór at verða kongur, sum Gud hevði lovað. (4) Hann lovaði Dávidi trúskap. (5) Hann segði við Dávid, at sjálvt Saul visti um henda trúskapin.

^ par. 19 Fleiri upplýsingar um, hvussu vit skulu bera okkum at í sambandi við útihýst ella tey, sum hava kvett sambandið við samkomuna, eru at finna í uppískoytinum „Hvussu skulu vit bera okkum at í sambandi við ein, sum er útihýstur?