Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

’Haldið tykkum í kærleika Guds’

 KAPITTUL 16

Standið Djevulinum og svikaálopum hansara ímóti

Standið Djevulinum og svikaálopum hansara ímóti

„Standið Djevulinum ímóti, so skal hann flýggja frá tykkum!“ – JÁKUP 4:7.

1, 2. Hvør gleðist, tá ið dópur er?

TÚ HEVUR allarhelst hoyrt nógvar dópsfyrilestrar á okkara stevnum, um tú hevur tænt Jehova í nógv ár. Men uttan mun til hvussu ofta tú hevur verið til staðar við tílík høvi, verður tú helst kensluliga ávirkaður, hvørja ferð løtan kemur, tá ið tey, sum sita á fremstu røð, reisa seg upp at svara dópsspurningunum. Og seinni tá ið tey koma upp úr vatninum, fer eitt suð av spenningi gjøgnum áskoðararnar, sum síðani vísa sína gleði við at klappa hjartaliga. Tárini fylla kanska eyguni, meðan tú eygleiðir hesi dýrabaru menniskjuni, sum hava valt at tæna Jehova. Slíkar løtur gleða hjartað!

2 Vit síggja kanska bara dóp nakrar fáar ferðir um árið, meðan einglarnir nógv oftari kunnu gleðast um at síggja fólk verða doypt. Ímynda tær, hvussu stór „gleði [er] í Himli“, tá ið túsundtals menniskju um allan heimin hvørja viku koma upp í samskipan Jehova. (Lukas 15:7, 10) Eingin ivi er um, at einglarnir fegnast um henda vøksturin! – Haggai 2:7.

„DJEVULIN GONGUR UM SUM BRØLANDI LEYVA“

3. Hví gongur Satan um sum ein „brølandi leyva“, og hvat roynir hann at gera?

3 Sum ein týðiligur mótsetningur til hetta eygleiða aðrir andaskapningar dóp í stórari vreiði. Tað loypir øði í Satan og illu andarnar at síggja øll hesi menniskjuni venda  hesum spilta heiminum bakið. Satan tvíhelt jú um, at eingi menniskju tæna Jehova av berum kærleika, og at eingin fór at vera trúfastur undir ógvisligum royndum. (Les Job 2:4, 5.) Hvørja ferð onkur velur at víga sítt lív til Jehova, vísir tað, at Satan fer skeivur. Tað er, sum fær hann ein frammaná fleiri túsund ferðir um vikuna árið á tamb. Ikki løgið, at hann „gongur um sum [ein] brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt“. (1 Pætur 5:8) Henda ’leyvan’ er altrá eftir at gloypa okkum andaliga og harvið skaða ella enntá oyðileggja okkara samband við Gud. – Sálmur 7:2, 3; 2 Timoteus 3:12.

Hvørja ferð onkur vígir sítt lív til Jehova og verður doyptur, vísir tað, at Satan fer skeivur

4, 5. (a) Hvørjar tvær týðandi avmarkingar hevur Jehova sett Satani? (b) Hvørjum kunnu sonn kristin vera vís í?

4 Hóast vit altso hava ein ógvuliga óðan fígginda, nýtist  okkum ikki at vera alt ov bangin. Hví ikki? Tí Jehova hevur avmarkað valdið hjá hesi ’brølandi leyvuni’ í tveimum førum. Hvussu tá? Fyrst hevur Jehova boðað frá, at ein ’stórur skari’ av sonnum kristnum fer at yvirliva komandi ’stóru trongdina’. (Opinberingin 7:9, 14) Av tí at profetiirnar hjá Gudi altíð ganga út, má sjálvt Satan vita, at hann ongantíð fær gloypt øllum Guds tænarum.

5 Tann seinna avmarkingin sæst í einum grundleggjandi sannleika, sum ein av Guds trúføstu tænarum í forðum bar fram. Azarja profetur segði við Asa kong: „HARRIN er við tykkum, táið tit eru við Honum.“ (2 Krønikubók 15:2; les Fyrra Korintbræv 10:13.) Nógvar frásøgur í Bíbliuni vísa, at tað ongantíð lukkaðist Satani at gloypa Guds tænarum, tá ið teir hildu seg nær til Gud. (Hebrearabrævið 11:4-40) Á okkara døgum kunnu tey, sum halda seg nær til Gud, eisini standa Djevulinum ímóti og enntá sigra yvir honum. Ja, Guds orð sigur: „Standið Djevulinum ímóti, so skal hann flýggja frá tykkum!“ – Jákup 4:7.

EIN BARDAGI „VIÐ ANDAHER ÓNDSKAPARINS“

6. Hvussu berjist Satan við hvønn einstakan av okkum?

6 Tað ber ikki til hjá Satani at vinna bardagan, men hann kann vinna á okkum sum einstaklingar, um vit ikki eru á varðhaldi. Satan veit, at hann fær gloypt okkum, um hann kann fáa okkara samband við Jehova at vikna. Hvussu roynir hann at gera tað? Við ógvisligum, persónligum og svikaligum álopum. Latið okkum kanna hesar stríðsætlanirnar hjá Satani.

7. Hví herðir Satan síni álop á fólkið hjá Jehova?

7 Ógvislig álop. Jóhannes ápostul segði: „Allur heimurin liggur í hinum illa.“ (1 Jóhannes 5:19) Í hesum liggur ein ávaring til øll sonn kristin. Av tí at Satan longu hevur gloypt øllum tí gudleysa mannaheiminum, fær hann nú savnað seg um at herða síni álop á tey, sum higartil  hava staðið honum ímóti – fólkið hjá Jehova. (Mika 4:1; Jóhannes 15:19; Opinberingin 12:12, 17) Hann er í øðini, tí hann veit, at tíðin, hann hevur, er stutt. Og tí hevur hann hert trýstið. Í dag standa vit andlit til andlits við hansara síðstu ræðuligu roynd at oyðileggja okkara samband við Gud.

8. Hvat meinti Paulus við, tá ið hann segði, at vit eru í ’bardaga’ við óndar andar?

8 Persónlig álop. Paulus ápostul ávaraði sínar trúarfelagar: „Hjá okkum stendur bardagin ... við andaher óndskaparins í himmalrúminum.“ (Efesusbrævið 6:12) Grikska orðið, sum her er umsett ’bardagi’, merkir bókstavliga „glíming“ og lýsir ein dyst mann móti manni. Við hesum orðinum vísti Paulus sostatt, at vit øll persónliga eru í bardaga við óndar andar. Uttan mun til um vit búgva í einum landi, har trúgvin á illar andar er vanlig ella ikki, mugu vit ongantíð gloyma, at vit, í hvussu er frá tí løtuni vit víga okkara lív til Jehova, so at siga seta okkara føtur á glímingarmottuna. Tí er tað ikki so løgið, at Paulus fleiri ferðir eggjaði teimum kristnu í Efesus til at standa stinn. – Efesusbrævið 6:11, 13, 14.

9. (a) Hví brúka Satan og illu andarnir ymisk „svikaálop“? (b) Hví roynir Satan at spilla okkara hugsanarhátt, og hvussu kunnu vit standa honum ímóti? (Sí rammuna „ Vit mugu ansa okkum fyri svikum Satans!“) (c) Hvat svikaálop fara vit nú at kanna?

9 Svikaráð. Paulus áminnir tey kristnu um at standa „svikaálopum Djevulsins“ ímóti. (Efesusbrævið 6:11) Legg til merkis, at Paulus nýtir fleirtal. Óndir andar brúka ikki bara eitt, men nógv ymisk svikaráð – og við góðari grund. Gjøgnum tíðina hava nakrir av Guds tænarum klárað at staðið ímóti eini ávísari roynd, men givið eftir fyri eini aðrari. Tí eygleiða Djevulin og illu andarnir neyvt atburðin hjá hvørjum einstøkum av okkum fyri at finna út av, hvar vit eru veikast. Síðani gera teir sær dælt av einum og hvørjum veikleika, sum kann skaða okkara samband  við Gud. Men tíbetur eru vit ikki óvitandi um nógvar av mannagongdunum hjá Djevulinum, tí vit kunnu lesa um tær í Bíbliuni. (2 Korintbræv 2:11) Fyrr í hesi bókini hava vit umrøtt nakrar av hesum snerrunum, eitt nú materialismu, ringan felagsskap og kynsligt siðloysi. Latið okkum nú kanna eitt annað svikaálop hjá Satani – spiritismu og onnur sløg av okkultismu.

AT FÁAST VIÐ OKKULTISMU ER EIN SVIKAGERÐ

10. (a) Hvat er okkultisma? (b) Hvussu metir Jehova spiritismu og onnur sløg av okkultismu, og hvussu metir tú tað?

10 Tey, sum fáast við okkultismu, koma beinleiðis í samband við illar andar. Nøkur sløg av okkultismu eru spádómur, gandur, at rúnabinda og at tosa við tey deyðu. Sum vit vita, metir Jehova spiritismu og onnur sløg av okkultismu sum nakað „viðurstyggiligt“. (5 Mósebók 18:10-12; Opinberingin 21:8) Av tí at eisini vit mugu ’skýggja hitt illa’, er tað óhugsandi, at vit nakrantíð skuldu roynt at fingið samband við óndar andamaktir. (Rómbrævið 12:9) Tað hevði verið ein andstyggilig svikagerð móti okkara himmalska Faðir, Jehova.

11. Hví hevði Satan vunnið stórsigur, um hann fekk okkum at fáast við okkultismu? Lýs við einum dømi.

11 Men nettupp tí, at tað at fáast við okkultismu er andstyggiligt trúloysi móti Jehova, roynir Satan alt, hann er mentur, at lokka nøkur av okkum í ta felluna. Hvørja ferð Satan fær lokkað ein av Guds tænarum at fáast við okkultismu, vinnur hann stórsigur. Hví? Hugsa um hesa samanberingina: Um tað bar til at fáa ein hermann at rýma úr og svíkja sína egnu herdeild fyri at fara yvir í fíggindaherin, hevði herovastin hjá fíggindanum verið ovurfegin. Hann hevði kanska enntá víst svíkjaran fram sum eitt steyp so at siga fyri at háða fyrrverandi herovastan hjá hesum hermanninum. Á líknandi hátt hevði ein tænari hjá Gudi,  sum fór at fáast við spiritismu ella onnur sløg av okkultismu, vitandi og við vilja svikið Jehova og beinleiðis givið seg undir Satan. Ímynda tær, hvussu tað hevði frøtt Satan at víst henda svíkjaran fram sum eitt krígssteyp! Hevði nakar av okkum viljað latið Satan vunnið ein slíkan sigur? Avgjørt ikki! Vit eru ikki svíkjarar.

SATAN BRÚKAR SPURNINGAR TIL AT SÁA IVA

12. Hvørja mannagongd brúkar Satan til at ávirka okkara áskoðan á okkultismu?

12 So leingi sum vit hava andstygd fyri okkultismu, fer tað ikki at lukkast Satani at lokka okkum í ta felluna. Tí veit hann, at hann má broyta okkara hugsanarhátt. Hvussu ger hann tað? Hann roynir at villleiða Guds tænarar, soleiðis at nøkur at enda „kalla hitt ónda gott og hitt góða ónt“. (Esaias 5:20) Fyri at gera tað vendir Satan ofta aftur til eina av sínum væl royndu mannagongdum – at seta spurningar fyri at sáa iva.

13. Hvussu hevur Satan brúkt spurningar til at sáa iva?

13 Legg til merkis, hvussu Satan brúkti hesa mannagongdina í forðum. Í Edens urtagarði spurdi hann Evu: „Segði Gud veruliga, at tit ikki mugu eta av einum og hvørjum træi í urtagarðinum?“ Einaferð á døgum Jobs, tá ið einglarnir høvdu fund í himli, setti Satan spurningin: „Man Job óttast Gud fyri einki?“ Og tá ið Jesus fór undir sína tænastu á jørðini, bjóðaði Satan honum av við at siga: „Ert Tú Sonur Guds, so sig, at hesir steinar skulu verða breyð!“ Hugsa tær, at Satan í døminum við Jesusi vágaði sær at spotta júst tey somu orðini, sum Jehova sjálvur hevði sagt umleið seks vikur frammanundan: „Hesin er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til.“ – 1 Mósebók 3:1, NW; Job 1:9, Dahl/Viderø; Matteus 3:17; 4:3.

14. (a) Hvussu brúkar Satan svikaráð til at sáa iva um okkultismu? (b) Hvat fara vit nú at kanna?

 14 Í dag brúkar Satan líknandi svikaráð í eini roynd at sáa iva um, hvørt okkultisma veruliga er skaðilig. Tíverri hevur hann havt eydnu við at ávirka nøkur sonn kristin. Tey eru farin at seta spurnartekn við, um ávís sløg av okkultismu veruliga eru so skaðilig. (2 Korintbræv 11:3) Hvussu kunnu vit hjálpa teimum at broyta hugsanarhátt? Hvussu kunnu vit tryggja okkum, at svikaráðini hjá Satani ikki ávirka okkum? Fyri at svara hesum spurningunum fara vit at kanna tvey øki, sum Satan á sniðfundigan hátt hevur dálkað við okkultum ískoyti – undirhald og sjúkuviðgerð.

SATAN GER SÆR DÆLT AV OKKARA YNSKJUM OG TØRVI

15. (a) Hvussu meta nógv í vesturheiminum okkultismu? (b) Hvussu hevur heimsins áskoðan á okkultismu ávirkað nakrar av Guds tænarum?

15 Serliga í vesturheiminum verður tað meira og meira vanligt, at fólk fáast við spiritismu, gandakynstur og onnur sløg av okkultismu. Í filmum, bókum, sjónvarpssendingum og telduspølum verður okkultisma oftari og oftari lýst sum nakað stuttligt, spennandi og meinaleyst. Filmar og bøkur, sum hava eina søgugongd, ið leggur dent á okkultismu, er nakað, sum er vorðið sera væl umtókt. Tað er týðiligt, at illu andarnir hava havt eydnu við at lítilsgera vandan við okkultismu. Hevur hetta rákið ávirkað Guds tænarar? Ja, tað hevur ávirkað hugsanarháttin hjá nøkrum. Hvussu tá? Eftir at ein bróðir hevði sæð ein film um tað okkulta, segði hann: „Eg hugdi at filminum, men eg framdi ikki okkultismu.“ Hví er ein slík niðurstøða vandamikil?

16. Hví er tað vandamikið at velja undirhald, ið snýr seg um tað okkulta?

16 Hóast munur er á at fremja okkultismu og at hyggja  at okkultismu, merkir tað sjálvsagt ikki, at tað er vandaleyst at hyggja at sovorðnum. Hví ikki? Tað er áhugavert at hugsa um, at einki í Guds orði bendir á, at Satan og hansara illu andar eru førir fyri at lesa okkara tankar. * Tí mugu illu andarnir, sum áður nevnt, neyvt eygleiða okkara atburð – harímillum hvat vit velja til undirhald – fyri at finna út av, hvat vit hugsa, og fyri at uppdaga onkran andaligan veikleika hjá okkum. Tá ið tað sæst á einum tænara hjá Gudi, at honum dámar filmar ella bøkur, sum snúgva seg um andamanarar, gand, at vera settur av illum andum ella líknandi okkult evni, sendir hann ein boðskap til teir illu andarnar. Hann vísir teimum í roynd og veru, hvar hann er veikur. Illu andarnir kunnu tá gera sær dælt av hesum veikleikanum og herða glímingina við viðkomandi, inntil teir so at siga hava lagt hann niður á glímingarmottuna. Nøkur, sum hava fingið áhuga fyri okkultismu við at hyggja at undirhaldi, ið týðiliga lýsir tílíkt, eru so við og við sjálv farin at fáast við okkultismu. – Les Galatiabrævið 6:7.

Vit mugu leita okkum hjálp hjá Jehova, tá ið vit eru sjúk

17. Hvat svikaálop roynir Satan kanska at brúka fyri at misnýta støðuna hjá teimum sjúku?

17 Satan roynir ikki bara at gera sær dælt av okkara hugi til undirhald, men eisini av okkara tørvi á sjúkuviðgerð. Hvussu ger hann tað? Tá ið heilsan hjá einum tænara hjá Gudi bara versnar, hóast hann hevur roynt alt møguligt fyri at blíva frískur, kann hann gerast mótfallin. (Markus 5:25, 26) Hetta kann geva Satani og illu andunum møguleika at misnýta støðuna. Illu andarnir royna kanska at freista tann sjúka til í vónloysi at velja viðgerðir ella  mannagongdir, sum fevna um okkurt slag av ’gandi’, ella okkultismu. (3 Mósebók 19:26) Lukkast hetta svikaálopið hjá illu andunum, kann sambandið, tann sjúki hevur við Gud, gerast veikari. Hvussu kann tað tað?

18. Hvørjum mannagongdum halda sonn kristin seg frá, og hví?

18 Jehova gav ísraelsfólki, sum fingust við „gand“, hesa ávaringina: „Hvussu nógv tit so rætta út hendurnar, lati Eg eyguni aftur fyri tykkum; hvussu nógv tit so biðja, hoyri Eg ikki.“ (Esaias 1:15) Vit vilja sjálvsagt ikki gera nakað, sum kundi forðað okkara bønum og hjálpini frá Jehova – serliga í eini tíð við sjúku. (Sálmur 41:4) So um okkurt bendir á, at ein ávís mannagongd, sum skal staðfesta ella viðgera eina sjúku, fevnir um nakað okkult, eiga sonn kristin at halda seg frá slíkum. * (Matteus 6:13) Tá kunnu tey vera vís í, at Jehova hjálpir teimum. – Sí rammuna „ Er talan veruliga um okkultismu?

SØGUR UM ILLAR ANDAR

19. (a) Hvat hevur Djevulin fingið nógv at halda um valdið, hann hevur? (b) Hvørjum søgum eiga sonn kristin at halda seg frá?

19 Meðan nógv í vesturlondum undirmeta valdið hjá Satani, er tað øvuta galdandi aðrastaðni í heiminum. Har  hevur Djevulin fingið nógv at trúgva, at hann hevur størri vald, enn hann í veruleikanum hevur. Nøkur menniskju eru so bangin fyri illum andum, at tað fyllir allan gerandisdagin hjá teimum. Søgur um kraftargerðir hjá illum andum eru ógvuliga vanligar. Nógvum dámar væl at siga frá sovorðnum søgum, og fólk verða hugtikin av teimum. Eiga vit at spjaða slíkar søgur? Nei, vit, sum tæna hinum sanna Gudi, vilja av tveimum týðandi orsøkum einki hava við tílíkt at gera.

20. Hvussu kundi onkur, kanska óætlað, spjatt villleiðandi boðskapir frá Satani?

20 Í fyrra lagi fremur tað áhugamálini hjá Satani at fortelja søgur um kraftargerðirnar hjá illu andunum. Hvussu tá? Bíblian staðfestir, at Satan er førur fyri at gera kraftargerðir, men hon ávarar eisini um, at hann nýtir ’lygn og svik’. (2 Tessalonikabræv 2:9, 10) Av tí at Satan er svíkjarin av øllum svíkjarum, veit hann, hvussu hann kann ávirka sinnið hjá teimum, sum eru hugtikin av  okkultismu, og hvussu hann kann fáa tey at trúgva nøkrum, sum ikki passar. Kanska trúgva hesi fólkini veruliga, at tey hava sæð og hoyrt okkurt, og síðani fortelja tey sínar upplivingar, sum vóru tær sannar. Oftari søgurnar verða fortaldar, meira ógvisligar verða tær. Um ein tænari hjá Gudi tók tílíkar søgur uppaftur, hevði hann í roynd og veru gingið ørindi Djevulsins – „faðir lygnarinnar“. Hann hevði spjatt villleiðandi boðskapir frá Satani. – Jóhannes 8:44; 2 Timoteus 2:16.

21. Hvat lata vit okkara samrøður verða miðsavnaðar um?

21 Í seinna lagi eigur ein tænari hjá Gudi, sjálvt um hann fyrr í tíðini veruliga hevur upplivað okkurt við illum andum, ikki at undirhalda sínar trúarfelagar við slíkum. Hví ikki? Vit verða mint á at hava „eyguni vend á Jesus“, sum er høvuðsmillumgongumaður og fullkomari trúarinnar. (Hebrearabrævið 12:2) Ja, vit eiga at hugsa mest um Jesus, ikki Satan. Tað er vert at leggja til merkis, at meðan Jesus var á jørðini, sat hann ikki og fortaldi lærisveinunum søgur um illar andar, hóast hann hevði kunnað sagt nógv um, hvat Satan er førur fyri og ikki. Hann legði í staðin dent á boðskapin um Ríkið. Tí taka vit eftir Jesusi og ápostlunum og lata okkara samrøður verða miðsavnaðar um „stóru verk Guds“. – Ápostlasøgan 2:11; Lukas 8:1; Rómbrævið 1:11, 12.

22. Hvussu kunnu vit áhaldandi vera orsøk til ’gleði í Himli’?

22 Tað er satt, at Satan brúkar ymiskar kraftargerðir, harímillum okkultismu, í eini roynd at oyðileggja okkara samband við Jehova. Men hata vit hitt illa og halda fast við hitt góða, sleppur Satan ikki at ávirka okkara avgerð um at halda okkum frá øllum slagi av okkultismu. (Les Efesusbrævið 4:27.) Hugsa tær, hvussu stór ’gleðin verður í Himli’, um vit halda fram at „standa [okkum] móti svikaálopum Djevulsins“, inntil hann ikki er til longur! – Lukas 15:7; Efesusbrævið 6:11.

^ par. 16 Lýsandi heitini, sum verða brúkt um Satan (andstøðingur, útspillari, svíkjari, freistari, lygnari), vísa ikki, at hann er førur fyri at kanna okkara hjarta og sinni. Men Jehova verður hinvegin lýstur sum tann, ið „roynir hjørtuni“, og Jesus sum tann, ið „rannsakar nýru og hjørtu“. – Orðtøkini 17:3; Opinberingin 2:23.

^ par. 18 Fleiri upplýsingar eru at finna í greinini „En helbredstest for dig?“ í Vagttårnet, 15. desember 1994, síðurnar 19-22, og í greinini „Hvad siger Bibelen? Har det nogen betydning hvilken lægebehandling man vælger?“ í Vågn op! 8. januar 2001, síðurnar 26-27.