Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

’Haldið tykkum í kærleika Guds’

 UPPÍSKOYTI

Hvussu loysa vit handilsligar ósemjur?

Hvussu loysa vit handilsligar ósemjur?

Sum vit síggja í Fyrra Korintbrævi 6:1-8, tosaði Paulus ápostul um rættarmál millum trúarfelagar. Tað harmaði hann, at nøkur kristin í Korint ’fingu seg til at søkja dóm hjá hinum órættvísu’. (Ørindi 1) Paulus nevndi góðar grundir til, at Guds tænarar ikki eiga at stevna hvønn annan fyri rættin, men heldur loysa sínar ósemjur innanhýsis í samkomuni. Latið okkum kanna nakrar av grundunum til, at henda vegleiðingin varð givin, og síðani hyggja at nøkrum fáum dømum, sum vegleiðingin ikki endiliga fevnir um.

Hava vit eina handilsliga ósemju við ein trúarfelaga, mugu vit fyrst og fremst royna at loysa málið á ein hátt, ið Jehova kann góðtaka, og ikki bara sum vit sjálv halda vera best. (Orðtøkini 14:12) Sum Jesus vísti á, er frægast at loysa eina ósemju skjótast gjørligt, áðrenn hon vindur upp á seg og verður til eitt stríð. (Matteus 5:23-26) Men tíverri verða nøkur sonn kristin so stríðshugað, at tey leggja ósemjurnar fyri dómsvaldið. Paulus segði: „Tað er longu skeivt hjá tykkum, at tit hava sakir hvør við annan.“ Hví? Ein týðandi orsøk er, at slík rættarmál ofta geva fólki eina skeiva mynd av samkomuni og Jehova Gudi. Tí taka vit hesi orðini hjá Paulusi til okkum: „Hví líða tit ikki fyrr órætt!“ – Ørindi 7.

Paulus vísti eisini á, at nógvar ósemjur kunnu loysast við at brúka ta skipanina, Gud hevur givið samkomuni, nevniliga elstaskipanina. Teir elstu kenna bíbilsku sannleikarnar væl og hava harvið ognað sær vísdóm. Paulus segði, at teir eru ’førir fyri at greiða sakir millum brøður í tímiligum viðurskiftum’. (Ørindini 3-5) Jesus vísti, at ósemjur, sum fevna um álvarsligar syndir, eitt nú útspilling og svik, eiga at verða loystar við at fylgja eini mannagongd, ið fevnir um trý stig. Fyrst mugu partarnir, sum málið viðvíkur, sjálvir royna at loysa ósemjuna. Verður ósemjan ikki loyst við at  fylgja hesum stignum, mugu eitt ella tvey vitni dragast inn í málið. Og verður ósemjan heldur ikki loyst við at fylgja tí stignum, má málið leggjast fram fyri teir elstu í samkomuni. – Matteus 18:15-17.

Allir elstar eru sjálvsagt ikki løgfrøðingar ella handilsmenn, og tað er heldur ikki neyðugt. Teir siga ikki, hvussu handilsligar ósemjur millum brøður skulu loysast, men royna heldur at hjálpa teimum at fylgja Bíbliuni og at koma ásamt um eina friðarliga loysn. Er talan um sera torgreidd mál, leita teir sær kanska ráð hjá fylkisumsjónarmanninum ella deildarskrivstovuni hjá Jehova vitnum. Kortini eru nøkur dømi, sum leiðbeiningin hjá Paulusi ikki endiliga fevnir um. Hvørji kundu tey verið?

Í summum førum er eitt rættarmál bara eitt einfalt formsmál, í øðrum førum er tað løgfrøðiliga neyðugt, uttan at nakað sjálvsøkið ella óvinaligt býr undir. Til dømis kann eitt rættarmál vera einasti mátin at fáa hjúnaskilnaðarváttan, foreldramyndugleika, uppihaldspening, tryggingarendurgjald, at koma upp í part millum kreditorarnar í sambandi við húsagang og at fáa staðfest eitt testamenti. Ein bróðir kann eisini í ávísum føri meta, at tað er neyðugt at seta fram mótkrav fyri at verja seg sjálvan í einum rættarmáli. *

Verða slík rættarmál førd á friðarligan hátt, eru tey ikki endiliga í stríð við andan í leiðbeiningini hjá Paulusi. * Men ein tænari hjá Gudi eigur kortini at hugsa mest um at halga navn Jehova og fremja frið og einleika í samkomuni. Jesu lærisveinar eru fremst av øllum kendir fyri at vísa kærleika, og „kærleikin ... søkir ikki sítt egna“. – 1 Korintbræv 13:4, 5; Jóhannes 13:34, 35.

^ par. 2 Í sjáldsomum førum kann tað henda, at ein tænari hjá Gudi fremur eina álvarsliga brotsgerð móti einum trúarfelaga. Tað kundi eitt nú verið neyðtøka, ógvisligt álop, morð ella grovur stuldur. Kemur slíkt fyri, er tað rætt av einum tænara hjá Gudi at melda málið til myndugleikarnar, hóast tað kann hava rættarmál við sær.

^ par. 3 Fleiri upplýsingar eru at finna í Vagttårnet, 15. mars 1997, síðurnar 17-22, og 15. oktober 1991, síðurnar 25-28.