Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

’Haldið tykkum í kærleika Guds’

 UPPÍSKOYTI

Nær eiga kvinnur at hava okkurt á høvdinum – og hví?

Nær eiga kvinnur at hava okkurt á høvdinum – og hví?

Nær og hví eigur ein kvinna at hava eitt turriklæði ella okkurt líknandi á høvdinum sambært Bíbliuni? Latið okkum kanna, hvat Paulus ápostul fekk íblástur frá Gudi til at skriva um hetta evnið. Hann gevur okkum ta vegleiðing, okkum tørvar, so vit kunnu taka góðar avgerðir, sum æra Gud. Í Fyrra Korintbrævi 11:3-16 nevnir Paulus tríggjar síður, vit mugu hugsa um: (1) andaliga virksemið, sum krevur, at ein kvinna hevur okkurt á høvdinum, (2) støðurnar, sum krevja tað, og (3) orsakirnar til, at hon skal fylgja hesi vegleiðingini.

Andaliga virksemið. Paulus nevnir tvey dømi: bøn og tað at profetera. (Ørindini 4, 5) Bøn merkir at venda sær virðiliga til Jehova. At profetera fevnir í dag um alla undirvísing í Bíbliuni, sum ein tænari hjá Gudi veitir. Men meinti Paulus, at ein kvinna skal hava okkurt á høvdinum, hvørja ferð hon biður ella undirvísir í Bíbliuni? Nei. Tað veldst um støðuna.

Støðurnar. Paulus nevnir tvey sløg av støðum – eina, sum hevur við familjuskipanina at gera, og eina, sum hevur við samkomuna at gera. Hann sigur: „Maðurin er høvur kvinnunnar. ... Og tann kvinna, ið biður ella profeterar við ongum á høvdinum, vanærir høvd sítt.“ (Ørindini 3, 5) Jehova hevur  álagt manninum at vera høvur, ella at ganga á odda í familjuni. Tekur ein kvinna, uttan at vísa hóskandi virðing fyri myndugleikanum hjá manninum, ábyrgdaruppgávur á seg, sum Jehova hevur givið manni hennara, vanvirðir hon mann sín. Um hon til dømis má leiða ein bíbliulestur, meðan maður hennara er hjástaddur, viðurkennir hon hansara myndugleika við at hava okkurt á høvdinum. Tað ger hon, antin hann er doyptur ella ikki, tí hann hevur leiðsluna í familjuni. * Skal hon biðja ella undirvísa, meðan doypti sonur hennara, sum er ómyndigur, er til staðar, eigur hon somuleiðis at hava okkurt á høvdinum, ikki tí hann hevur leiðsluna í familjuni, men vegna myndugleikan doyptir brøður í samkomuni hava.

Paulus nevnir tað, sum hevur við samkomuna at gera, við at siga: „Hevur onkur hug at trætast um hetta – vit hava ikki slíkan sið, samkomur Guds heldur ikki!“ (Ørindi 16) Doyptir brøður hava fingið uppgávuna at ganga á odda í samkomuni. (1 Timoteus 2:11-14; Hebrearabrævið 13:17) Bara menn verða tilnevndir at vera elstar og samkomutænarar, og teir hava fingið ta ábyrgd frá Gudi at røkta hansara fylgi. (1 Pætur 5:1, 2) Viðhvørt kunnu umstøðurnar tó krevja, at ein systir tekur eina uppgávu á seg, sum ein skikkaður doyptur bróðir vanliga tekur sær av. Til dømis noyðist hon kanska at leiða eitt boðanarmøti, tí eingin skikkaður doyptur bróðir er til staðar ella hevur møguleika at gera tað. Tað kann eisini vera, at hon leiðir ein avtalaðan bíbliulestur, meðan ein doyptur bróðir er hjástaddur. * Av tí at undirvísingin í roynd og veru fer fram vegna samkomuna, hevur hon okkurt á høvdinum, tí hon viðurkennir, at hon ger nakað, sum ein bróðir vanliga tekur sær av.

Tó eru nógvar síður av okkara tilbiðing, sum ikki krevja, at ein systir skal hava okkurt á høvdinum. Tað er eitt  nú ikki neyðugt, tá ið hon ger viðmerkingar á møtunum, fylgist við manni sínum ella einum øðrum doyptum bróður hús úr húsi, ella tá ið hon lesur ella biður saman við sínum ódoyptu børnum. Aðrar støður kunnu sjálvsagt taka seg upp, og ivast ein systir í, hvat hon skal gera, má hon kanna málið nærri. * Ivast hon enn, og sigur hennara samvitska henni, at hon má hava okkurt á høvdinum, er tað ikki skeivt, sum vit síggja á myndini.

Orsakirnar. Í ørindi 10 finna vit tvær orsakir til, at ein systir eigur at fylgja kravinum um at hava okkurt á høvdinum: „Kvinnan [eigur] at hava á høvdinum tekin uppá undirgivni – fyri einglanna skuld.“ Legg fyrst til merkis orðingina „tekin uppá undirgivni“. Tá ið ein kvinna hevur okkurt á høvdinum, vísir hon, at hon viðurkennir myndugleikan, sum Jehova hevur givið doyptum brøðrum í samkomuni. Soleiðis vísir hon Jehova Gudi kærleika og trúfesti. Ein onnur orsøk liggur í orðunum „fyri einglanna skuld“. Hvønn týdning hevur tað fyri hesar veldigu andaskapningarnar, at ein kvinna hevur okkurt á høvdinum?

Einglarnir eru áhugaðir í at síggja, hvussu øll í samskipanini hjá Jehova, bæði í himli og á jørðini, vísa virðing fyri guddómligum myndugleika. Harumframt gagnar tað teimum at síggja ófullkomin menniskju ganga undan sum góð fyridømi í hesum sambandi. Teir skulu jú eisini geva seg undir leiðsluskipanina hjá Jehova – nakað, sum nógvir einglar í forðum ikki gjørdu. (Judas 6) Einglarnir síggja kanska dømi um, at ein systir, sum hevur fleiri royndir, størri vitan og er gløggari  enn ein doyptur bróðir í samkomuni, kortini gevur seg undir hansara myndugleika. Í summum førum er kvinnan ein salvað systir, sum seinni verður samarvingi Kristusar. Ein slík kvinna fær einaferð eina hægri støðu enn einglarnir og skal stjórna saman við Jesusi í himli. Hetta er ein frálík fyrimynd hjá einglunum at eygleiða! Tað er av sonnum ein framíhjárættur hjá øllum systrum at vísa eyðmjúkleika og lýdni við sínum trúfasta og undirgivna atburði, meðan milliónatals trúfastir einglar eygleiða tær.

^ par. 3 Ein gift systir biður vanliga ikki hart saman við doypta manni sínum. Men hon kann gera tað undir óvanligum umstøðum, eitt nú um maðurin vegna sjúku ikki fær tosað longur.

^ par. 1 Tað er ikki neyðugt, at ein systir hevur nakað á høvdinum, tá ið hon leiðir ein avtalaðan bíbliulestur, meðan ein ódoyptur mannligur boðari, sum hon ikki er gift við, er hjástaddur.

^ par. 2 Fleiri upplýsingar eru at finna í Vagttårnet, 15. juli 2002, síðurnar 26-27, og 1. juni 1977, síðurnar 260-263.