Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

’Haldið tykkum í kærleika Guds’

 KAPITTUL 1

Hetta er „kærleikin til Gud“

Hetta er „kærleikin til Gud“

„Tað er kærleikin til Gud, at vit halda boð Hansara; og boð Hansara eru ikki tung.“ – 1 JÓHANNES 5:3.

1, 2. Hví elskar tú Jehova Gud?

ELSKAR tú Gud? Um tú hevur vígt títt lív til Jehova Gud, svarar tú uttan iva ja – sjálvandi gert tú tað! Tað er heilt natúrligt hjá okkum at elska Jehova. Vit elska Gud, tí hann elskar okkum. Bíblian orðar tað soleiðis: „Vit elska, tí Hann [Jehova] elskaði okkum fyrst.“ – 1 Jóhannes 4:19.

2 Jehova hevur tikið stig til at vísa okkum kærleika. Hann hevur givið okkum jørðina sum eitt vakurt heim. Hann nøktar okkara likamliga og materiella tørv. (Matteus 5:43-48) Men tað, sum hevur enn størri týdning, er, at hann nøktar okkara andaliga tørv. Hann hevur givið okkum sítt orð, Bíbliuna. Haraftrat bjóðar hann okkum at biðja til sín og gevur okkum vissu fyri, at hann hoyrir okkum og hjálpir okkum við sínum heilaga anda. (Sálmur 65:3; Lukas 11:13) Størsta gávan av øllum er, at hann sendi sín dýrabara son at bjarga okkum undan synd og deyða. Jehova hevur av sonnum víst okkum stóran kærleika! – Les Jóhannes 3:16; Rómbrævið 5:8.

3. (a) Hvat krevur tað av okkum at verða verandi í kærleika Guds? (b) Hvønn týðandi spurning mugu vit hugsa um, og hvar finna vit svarið?

 3 Jehova vil, at hansara kærleiki skal gagna okkum í allar ævir. Men vit gera í roynd og veru sjálv av, um tað verður so. Guds orð gevur okkum hesa áheitan: „Haldið tykkum ... í kærleika Guds,“ og júst tað kann geva okkum ævigt lív. (Judas 21) Orðini „haldið tykkum“ vísa, at vit mugu gera nakað fyri at verða verandi í kærleika Guds. Hansara kærleiki má ávirka okkara lív á ítøkiligan hátt. Tí er tað umráðandi, at vit seta okkum sjálvum henda spurningin: ’Hvussu kann  eg vísa, at eg elski Gud?’ Svarið er at finna í íblástu orðunum hjá Jóhannesi ápostli: „Tað er kærleikin til Gud, at vit halda boð Hansara; og boð Hansara eru ikki tung.“ (1 Jóhannes 5:3) Vit vilja fegin vísa okkara Gudi, hvussu góð vit eru við hann, og tí mugu vit gjølla kanna, hvat hesi orðini hava at týða.

HETTA ER „KÆRLEIKIN TIL GUD“

4, 5. Lýs, hvussu kærleikin til Jehova fór at vaksa í tínum hjarta.

4 Hvat hevði Jóhannes ápostul í huga, tá ið hann skrivaði orðini „kærleikin til Gud“? Hann sipaði til tær djúpu kenslurnar, ið vit sum einstaklingar hava fyri Gudi. Minnist tú, nær kærleikin til Jehova fór at vaksa í tínum hjarta?

Vígsla og dópur eru byrjanin til eitt lív, har vit av kærleika akta Jehova

5 Steðga á eina løtu og minn teg á tíðina, tá ið tú komst at kenna sannleikan um Jehova og hansara ætlanir og fórt at trúgva á hann. Tú skilti, at hóast tú vart føddur sum syndari og tí vart fremmandur fyri Gudi, so hevði Jehova við Kristusi slóðað vegin fyri, at tú kundi fáa fullkomileikan, sum Ádam misti, og arva ævigt lív. (Matteus 20:28; Rómbrævið 5:12, 18) So líðandi skilti tú, hvussu stórt ofrið var, sum Jehova læt, tá ið hann sendi sín dýrabara son at doyggja fyri teg. Tað nam títt hjarta, og tú fórt at elska Gud, sum hevur víst tær so stóran kærleika. – Les Fyrsta bræv Jóhannesar 4:9, 10.

6. Hvussu kemur sannur kærleiki til sjóndar, og hvat fekk kærleiki til Gud teg at gera?

6 Við tíðini gjørdist tín kærleiki til Jehova tó uppaftur størri. Kærleiki er ikki bert ein kensla ella ein spurningur um orð. Sannur kærleiki til Gud fevnir um meira enn bert at siga: ’Eg elski Jehova.’ Eins og trúgv  kemur sannur kærleiki til sjóndar í verki. (Jákup 2:26) Vit vísa okkara kærleika við at gera tað, sum gleðir tann, vit elska. Tá ið kærleikin til Jehova fór at vaksa í tínum hjarta, fekst tú tí hug at liva eitt lív, sum gleðir tín himmalska Faðir. Ert tú eitt doypt Jehova vitni? Um so er, var tað hesin djúpi kærleikin til Jehova, sum fekk teg at taka ta týdningarmestu avgerðina í tínum lívi. Tú vígdi títt lív til Jehova fyri at gera hansara vilja, og tú vísti tað við at lata teg doypa. (Les Rómbrævið 14:7, 8.) At halda hetta hátíðarliga lyftið ber í sær, at vit gera tað næsta, sum Jóhannes ápostul nevndi.

„VIT HALDA BOÐ HANSARA“

7. Hvørji eru nøkur av Guds boðum, og hvat ber tað í sær at halda tey?

Jóhannes greiðir frá, hvat kærleikin til Gud er, nevniliga „at vit halda boð Hansara“. Hvørji eru Guds boð? Jehova gevur okkum fleiri greið boð í sínum orði, Bíbliuni. Til dømis forbjóðar hann drykkjuskapi, kynsligum siðloysi, avgudadyrkan, stuldri og lygn. (1 Korintbræv 5:11; 6:18; 10:14; Efesusbrævið 4:28; Kolossebrævið 3:9) At halda Guds boð ber í sær at liva eftir greiðu siðareglunum í Bíbliuni.

8, 9. Hvussu kunnu vit vita, hvat gleðir Jehova, eisini tá ið talan er um onkra støðu, sum Bíblian ikki beinleiðis gevur leiðbeining um? Nevn eitt dømi.

8 Skulu vit gleða Jehova, mugu vit tó gera meira enn bert at halda hansara greiðu boð. Jehova hevur ikki avmarkað okkara frælsi við at áseta lógir um øll viðurskifti í okkara lívi. Tí kunnu vit í gerandisdegnum ofta koma í eina støðu, sum Bíblian ikki beinleiðis gevur leiðbeining um. Hvussu kunnu vit tá vita, hvat gleðir Jehova? Í Bíbliuni eru greiðar ábendingar  um, hvussu Gud hugsar. Tá ið vit kanna Bíbliuna, læra vit, hvat Jehova elskar, og hvat hann hatar. (Les Sálm 97:10; Orðtøkini 6:16-19) Vit læra at skilja, hvønn hugburð og atburð honum dámar. Jú meira vit læra um persónleikan og framferðarháttin hjá Jehova, tess lættari verður tað at lata hansara hugsanarhátt forma okkara avgerðir og atburð. Sjálvt tá ið eingin serstøk lóg er at finna í Bíbliuni um støðuna, vit eru í, ber tað altso ofta til at ’skilja, hvat vilji Harrans er’. – Efesusbrævið 5:17.

Til dømis er einki beinleiðis boð í Bíbliuni, sum sigur okkum, at vit ikki mugu hyggja at filmum ella sjónvarpssendingum, sum lýsa grovan harðskap ella kynsligt siðloysi. Men er tað veruliga neyðugt við einum slíkum boði? Vit vita, hvussu Jehova metir slíkt. Bíblian sigur, at Jehova „hatar tann, ið elskar harðskap“. (Sálmur 11:5, NW) Hon sigur eisini, at ’Gud skal døma siðloysingar’. (Hebrearabrævið 13:4) Tá ið vit grunda á hesi íblástu orðini, skilja vit væl, hvat vilji Jehova er. Tí hyggja vit ikki at undirhaldi, ið lýsir gerðir, sum hann hatar. Vit vita, at tað gleðir Jehova, tá ið vit halda okkum frá siðspilluni, sum hesin heimurin roynir at lýsa sum óskaðiligt undirhald. *

10, 11. Hví velja vit at akta Jehova, og hvat slag av lýdni er talan um?

10 Hvør er høvuðsorsøkin til, at vit halda Guds boð? Hví vilja vit hvønn dag gera tað, sum Gudi dámar? Vit velja ikki eina slíka kós bara fyri at sleppa undan revsing ella skaðiligu avleiðingunum, ið kunnu standast av at skúgva Guds vilja til viks. (Galatiabrævið 6:7)  Nei, vit meta lýdni móti Jehova sum ein dýrabaran møguleika at vísa honum, at vit elska hann. Júst sum eitt barn fegið vil gleða pápa sín, vilja vit fegin gleða Jehova. (Sálmur 5:13) Hann er Faðir okkara, og vit elska hann. Einki ger okkum meira nøgd og glað enn at vita, at vit liva á ein hátt, sum Jehova góðkennir. – Orðtøkini 12:2.

11 Tí akta vit ikki Jehova treyðugt, men villiga og treytaleyst. * Vit akta ikki bara, tá ið tað liggur fyri hjá okkum, ella tá ið tað er lætt. Nei, vit eru ’lýðin av hjarta’. (Rómbrævið 6:17) Vit kenna tað eins og sálmaskaldið, ið skrivaði: „Eg havi gleði mína í boðum Tínum, sum eg elski.“ (Sálmur 119:47) Ja, vit elska at tæna Jehova, og vit viðurkenna, at hann bæði hevur uppiborið og krevur okkara fulla og treytaleysa lýdni. (5 Mósebók 12:32) Vit vilja fegin, at Jehova skal siga tað sama um okkum, sum hann segði um Nóa. Í Bíbliuni stendur um henda trúfasta mannin, sum í kærleika aktaði Gud í nógv áratíggju: ’Nóa gjørdi í einum og øllum, sum Gud hevði sagt við hann.’ – 1 Mósebók 6:22.

12. Nær gleðir tað Jehova, at vit akta hann?

12 Hvussu ávirkar tað Jehova, at vit eru fús at akta? Hansara orð sigur, at vit harvið ’gleða hjarta’ hansara. (Orðtøkini 27:11) Kann okkara lýdni veruliga gleða alheimsins Fullveldisharra? Ja, avgjørt! Jehova skapti okkum við einum fríum vilja. Tað merkir, at vit hava frítt í at velja. Vit kunnu velja at akta Gud ella lata  vera. (5 Mósebók 30:15, 16, 19, 20) Tá ið vit av kærleika og fúsum hjarta velja at akta Jehova, gleða vit av sonnum okkara himmalska Faðir. (Orðtøkini 11:20) Og vit velja eisini ta bestu lívsleiðina.

„BOÐ HANSARA ERU IKKI TUNG“

13, 14. Hví kunnu vit siga, at Guds boð ikki eru tung, og hvussu kunnu vit lýsa tað?

13 Jóhannes ápostul sigur okkum nakað sera uggandi um boðini, sum Jehova gevur: „Boð Hansara eru ikki tung.“ (1 Jóhannes 5:3) Ein onnur bíbliutýðing endurgevur orðini soleiðis: „Boð Hansara tyngja okkum ikki.“ (New English Translation) Boðini, Jehova hevur ásett, eru ikki órímilig ella torfør at halda. Tað er ikki ógjørligt hjá ófullkomnum menniskjum at akta hansara lógir.

14 Vit kunnu lýsa tað við einum dømi. Ein góður vinur hjá tær skal flyta og biður teg koma at hjálpa sær. Nógvir kassar skulu flytast. Nakrir av teimum eru so mikið lættir, at tað væl ber til hjá einum manni at lyfta teir, men aðrir eru so tungir, at tað krevur tveir mans at lyfta teir. Vinurin hjá tær velur teir kassarnar, hann vil hava teg at flyta. Hevði hann biðið teg lyft kassar, sum hann visti vóru ov tungir hjá tær at lyfta? Nei. Hann hevði ikki viljað, at tú skuldi fingið skaða av at bera teir einsamallur. Á líknandi hátt áleggur okkara góði Gud okkum ikki at halda nøkur boð, sum eru ov tung. (5 Mósebók 30:11-14) Hann hevði ongantíð lagt eina so tunga byrðu á okkum. Jehova kennir okkara avmarkingar, „tí Hann veit, hvørjir skapningar vit eru, Hann minnist, at vit eru dust“. – Sálmur 103:14.

15. Hví kunnu vit vera vís í, at tað gagnar okkum at halda boðini frá Jehova?

 15 Boðini frá Jehova eru als ikki tung, nei, tað gagnar okkum at halda tey. (Les Esaias 48:17.) Móses kundi tí siga við fortíðar Ísrael: „HARRIN álegði okkum at halda allar hesar lógir – at óttast HARRAN Gud okkara, so okkum kundi gangast væl allar dagar, og Hann kundi halda okkum á lívi – soleiðis sum eisini higartil hevur verið.“ (5 Mósebók 6:24) Vit kunnu eisini vera vís í, at Jehova hevur givið okkum sínar lógir, tí hann vil okkum tað besta og hugsar um okkara ævigu vælferð. Alt annað hevði verið óhugsandi. Jehova hevur óavmarkaðan vísdóm. (Rómbrævið 11:33) Tí veit hann, hvat er best fyri okkum. Haraftrat er Jehova kærleiki. (1 Jóhannes 4:8) Kærleiki, altso hansara innasta lyndi, ávirkar alt, sum hann sigur og ger. Øll tey boðini, hann áleggur sínum tænarum at halda, eru grundað á kærleika.

16. Hví kunnu vit vera lýðin, hóast vit verða ávirkað av hesum spilta heimi og okkara ófullkomna lyndi?

16 Við hesum verður kortini ikki sagt, at tað altíð er lætt at vera Gudi lýðin. Vit mugu standa ímóti ávirkanini frá hesum spilta heimi, sum „liggur í hinum illa“. (1 Jóhannes 5:19) Og vit hava eisini okkara egna ófullkomileika at dragast við, sum ger, at vit hava lyndi til at bróta Guds lógir. (Rómbrævið 7:21-25) Men kærleiki til Gud kann hjálpa okkum at gera tað rætta. Jehova signar tey, sum akta hann av kærleika. Hann gevur „teimum, ið lýða Hann“, heilagan anda. (Ápostlasøgan 5:32) Hesin andin alir fram góðan ávøkst í okkum – dýrabarar eginleikar, sum kunnu hjálpa okkum at vera lýðin. – Galatiabrævið 5:22, 23.

17, 18. (a) Hvat fara vit at kanna í hesi bókini, og hvat skulu vit hava í huga, meðan vit gera tað? (b) Hvat verður viðgjørt í næsta kapitli?

 17 Í hesi bókini fara vit at kanna meginreglur og siðareglur, sum Jehova hevur ásett, og ymiskt annað, sum vísir, hvat hansara vilji er. Meðan vit gera tað, skulu vit minnast til, at Jehova ikki noyðir okkum at fylgja sínum lógum og meginreglum. Nei, hann vil, at vit skulu akta hann fús og av hjarta. Latið okkum ikki gloyma, at Jehova biður okkum liva eitt lív, sum longu nú hevur ríkar signingar við sær og gevur okkum ævigt lív í framtíðini. Og latið okkum meta okkara lýdni sum ein frálíkan møguleika at vísa Jehova, hvussu góð vit eru við hann.

18 Til at hjálpa okkum at skilja ímillum gott og ilt hevur Jehova av kærleika givið okkum eina samvitsku. Men skal hon vera ein álítandi vegleiðari, má hon venjast, sum næsti kapittulin fer at viðgera.

^ par. 9 Í 6. kapitli í hesi bókini verður viðgjørt, hvussu vit kunnu velja gagnligt undirhald.

^ par. 11 Sjálvt illu andarnir kunnu akta treyðugt. Tá ið Jesus beyð illum andum at koma út úr nøkrum fólkum, noyddust teir at viðurkenna hansara myndugleika og akta, hóast teir ikki høvdu hug til tað. – Markus 1:27; 5:7-13.