Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

’Haldið tykkum í kærleika Guds’

 KAPITTUL 5

Hvussu vísa vit, at vit ikki eru av heiminum?

Hvussu vísa vit, at vit ikki eru av heiminum?

„Tit eru ikki av heiminum.“ – JÓHANNES 15:19.

1. Hvat legði Jesus dent á seinasta kvøldið, hann var á jørðini sum menniskja?

SEINASTA kvøldið Jesus var á jørðini sum menniskja, setti hann orð á sína stúran fyri, hvussu tað skuldi gangast hansara lærisveinum í framtíðini. Hann nevndi tað enntá fyri Faðir sínum í bøn: „Eg biði ikki, at Tú skalt taka tey úr heiminum, men at Tú skalt varðveita tey frá illum. Tey eru ikki av heiminum, eins og Eg eri ikki av heiminum.“ (Jóhannes 17:15, 16) Henda inniliga bønin vísti, at Jesus veruliga elskaði sínar lærisveinar, og hon legði eisini dent á týdningin av tí, sum hann sama kvøldið hevði sagt við nakrar av teimum: „Tit eru ikki av heiminum.“ (Jóhannes 15:19) Tað hevði eyðsæð nógv at siga hjá Jesusi, at hansara lærisveinar ikki vóru av heiminum.

2. Hvat er ’heimurin’, sum Jesus nevndi?

2 Tá ið Jesus brúkti orðið ’heimur’, sipaði hann til tann partin av mannaættini, ið er fremmandur fyri Gudi, og sum verður stjórnaður av Satani og letur seg leiða av sjálvsøkna og stolta andanum, ið stavar frá honum. (Jóhannes 14:30; Efesusbrævið 2:2; 1 Jóhannes 5:19) Jákup brúkti orðið ’heimur’ á sama hátt, tá ið hann segði, at „vinskapur við heimin er fíggindskapur móti Gudi“. (Jákup 4:4) Men hvussu kunnu tey, sum fegin vilja halda seg í kærleika Guds, liva í heiminum og kortini ikki vera  av heiminum? Vit fara at kanna fimm dømi um hetta. Vit kunnu vísa, at vit ikki eru av heiminum við at vera trúføst móti Guds ríki undir Kristusi og uttanveltað í politikki, við at standa ímóti heimsins anda, við at vera nosslig og sømiliga ílatin, við at liva eitt einfalt lív og við at lata okkum í tey andaligu herklæðini.

VIT MUGU VERA TRÚFØST OG UTTANVELTAÐ

3. (a) Hvussu metti Jesus politikk? (b) Hví kunnu vit siga, at salvaðu lærisveinarnir hjá Jesusi tæna sum sendiharrar? (Sí eisini undirgreinina.)

3 Heldur enn at taka lut í politikki legði Jesus dent á at boða um Guds ríki, framtíðar stjórnina í himli, sum hann skuldi verða kongur í. (Dániel 7:13, 14; Lukas 4:43) Tá ið Jesus stóð framman fyri rómverska landshøvdinganum Pontiusi Pilatusi, kundi hann tí siga: „Ríki Mítt er ikki av hesum heimi.“ (Jóhannes 18:36) Jesu lærisveinar taka eftir honum við at vera trúfastir móti honum og hansara ríki og við at boða um hetta ríkið í øllum heiminum. (Matteus 24:14) „Vit eru tá sendiboð [sendiharrar, NW] í stað Kristusar,“ skrivaði Paulus ápostul. „Vit biðja í stað Kristusar: Verðið sátt við Gud!“ * – 2 Korintbræv 5:20.

4. Hvussu hava øll sonn kristin verið trúføst móti Guds ríki? (Sí rammuna „ Tey fyrstu kristnu vóru uttanveltað“.)

4 Av tí at sendiharrar umboða ein fremmandan stjórnarharra ella eitt fremmant land, blanda teir seg ikki upp í innanhýsis mál í landinum, sum teir eru sendir til; teir eru uttanveltaðir. Men sendiharrar fremja áhugamálini hjá stjórnini í tí landinum, teir umboða. Tað sama  er galdandi fyri salvaðu lærisveinarnar hjá Kristusi, sum hava ’borgaraskap í Himlunum’. (Filippibrævið 3:20) Í roynd og veru hava teir vegna sítt ídni í boðanini hjálpt milliónum av ‘hinum seyðinum’ hjá Kristusi at ’verða  sáttar við Gud’. (Jóhannes 10:16; Matteus 25:31-40) Teir síðstnevndu stuðla salvaðu brøðrum Kristusar. Sum eitt sameint fylgi, ið boðar um Messianska ríkið, eru báðir bólkar púra uttanveltaðir í heimsins politisku málum. – Les Esaias 2:2-4.

5. Hvør munur er á kristnu samkomuni og fortíðar Ísrael, og hvussu sæst hesin munurin?

5 Trúfesti móti Kristusi er ikki einasta orsøkin til, at sonn kristin eru uttanveltað. Guds fólk í forðum búði bert í einum landi, men í dag eru vit partur av einum altjóða brøðralagi. (Matteus 28:19) Um vit stuðlaðu politiskum flokkum í heimlandinum, høvdu vit ikki kunnað boðað um Guds ríki við dirvi, og haraftrat hevði okkara kristni einleiki liðið stóran skaða. (1 Korintbræv 1:10) Og um kríggj brast á, skuldu vit kanska barst ímóti okkara trúarfelagum, sum vit hava fingið boð um at elska. (Jóhannes 13:34, 35; 1 Jóhannes 3:10-12) Tí var tað við góðari grund, at Jesus segði við lærisveinarnar, at teir ikki skuldu taka til svørð. Og hann segði enntá, at teir skuldu elska sínar fíggindar. – Matteus 5:44; 26:52; sí rammuna „ Eri eg uttanveltaður?

6. Hvussu verður títt samband við verðsligu myndugleikarnar ávirkað av, at tú hevur vígt títt lív til Gud?

6 Sum sonn kristin, hava vit vígt okkara lív til Gud, ikki til nakað menniskja, nakran stovn ella nakra tjóð. Í Fyrra Korintbrævi 6:19, 20 stendur: „Tit eru ikki tykkara egnu. Tit eru dýrt keypt.“ So hóast tey, ið fylgja Jesusi, geva verðsligu myndugleikunum tað, sum teir skulu hava, við at lata skatt, vísa æru og vera lutfalsliga undirgivin, geva tey eisini „Gudi tað, ið Guds er“. (Markus 12:17; Rómbrævið 13:1-7) Tað fevnir um tilbiðing, trúfesti, lýdni og kærleika. Skuldi tað verið neyðugt, eru tey villig at lata lívið fyri Gud. – Lukas 4:8; 10:27; les Ápostlasøguna 5:29; Rómbrævið 14:8.

 VIT MUGU STANDA ÍMÓTI „ANDA HEIMSINS“

7, 8. Hvat er ’andi heimsins’, og hvussu „virkar“ hesin andin í ólýdnum menniskjum?

7 Eitt annað, vit kunnu gera fyri ikki at vera av heiminum, er at standa ímóti heimsins ónda anda. „Vit hava ikki fingið anda heimsins, men Andan, ið er frá Gudi,“ skrivaði Paulus. (1 Korintbræv 2:12) Við tey í Efesus segði hann: ’Tit livdu áður í hesum heimi, eftir høvdinganum yvir hervaldinum í luftini, andanum, sum nú virkar í børnum ólýdnisins.’ – Efesusbrævið 2:2, 3.

8 Heimsins ’luft’, ella andi, er ein ósjónlig kraft, sum eggjar til ólýdni móti Gudi og fremur ’lyst holdsins og lyst eygnanna’. (1 Jóhannes 2:16; 1 Timoteus 6:9, 10) Heimsins andi hevur ’hervald’ í teirri merking, at hann talar til syndiga holdið, er sniðfundigur, áhaldandi og sleppur eins og luft inn allastaðni. Hann „virkar“ í ólýdnum menniskjum soleiðis at skilja, at hann fremur ringar eginleikar í teimum, eitt nú sjálvsøkni, hugmóð og ærusjúku. Hann gevur teimum hug at áseta sínar egnu siðareglur og at gera uppreistur ímóti myndugleika. * Stutt sagt fær heimsins andi so líðandi eginleikar Djevulsins at vaksa í hjarta menniskjans. – Jóhannes 8:44; Ápostlasøgan 13:10; 1 Jóhannes 3:8, 10.

9. Á hvønn hátt kunnu okkara sinni og hjarta verða ávirkað av heimsins anda?

9 Kann heimsins andi festa rót í tínum sinni og hjarta? Ja, tað kann hann, men bara um tú ikki ert á varðhaldi. (Les Orðtøkini 4:23.) Ávirkanin kemur ofta sníkjandi, til dømis tá ið tú kemur saman við nøkrum, sum sýnast hampilig, men í royndum ikki elska Jehova. (Orðtøkini 13:20; 1 Korintbræv 15:33) Heimsins andi kann eisini  ávirka okkum, um vit lesa óhóskandi lesnað, hyggja at pornografi, fara inn á heimasíður hjá fráfalnum, fáast við niðurbrótandi undirhald ella ganga upp í sera kappingarkendan ítrótt. Ja, heimsins andi er í øllum, sum speglar hugsanarháttin hjá Satani ella hansara skipan.

10. Hvussu kunnu vit standa ímóti heimsins anda?

10 Hvussu kunnu vit standa ímóti sníkjandi ávirkanini frá heimsins anda og halda okkum í kærleika Guds?  Tað kunnu vit bara, um vit taka ímóti teimum andaligu gávunum frá Jehova og støðugt biðja um heilagan anda. Jehova er nógv størri enn Djevulin og hansara óndi heimur. (1 Jóhannes 4:4) Tað er ógvuliga umráðandi, at vit halda okkum nær til Jehova í bøn.

VIT MUGU VERA NOSSLIG OG SØMILIGA ÍLATIN

11. Hvussu hevur heimsins andi ávirkað støðið fyri klædnabúna?

11 Klæði, útsjónd og reinføri siga nakað um, hvussu ein persónur er. Í nógvum londum er støðið fyri klædnabúna vorðið so lágt, at ein sjónvarpsviðmerkjari róði fram undir, at skjótt eru eingi klæði eftir, sum kunnu eyðmerkja skøkjur. Sjálvt gentur, sum ikki eru tannáringar enn, fylgja rákinum at „vísa nógva húð, men lítlan sóma“, stóð at lesa í einum tíðindablaði. Eitt annað rák er ein ófantaligur klædnastílur, sum speglar uppreistraranda og vantandi tign og sjálvsvirðing.

12, 13. Hvørjar meginreglur eiga at eyðkenna okkara klæði og útsjónd?

12 Sum tænarar Jehova vilja vit síggja so væl út sum gjørligt, og tað merkir, at okkara klæði mugu vera nosslig, rein, sømilig og hóskandi til høvið. Okkara útsjónd eigur til eina og hvørja tíð at spegla „blúgv og heiður“, sum saman við „góðum verkum“ hóskar til øll – menn og kvinnur – „ið játta seg undir gudsótta“. Tað, sum hevur mest at siga, er sjálvsagt ikki at gera vart við okkum sjálv, men at vit ’halda okkum í kærleika Guds’. (1 Timoteus 2:9, 10; Judas 21) Ja, vit vilja, at okkara størsta prýði skal vera „dulda menniskja hjartans ..., sum er Gudi ógvuliga dýrabart“. – 1 Pætur 3:3, 4.

13 Minst eisini til, at okkara klædnastílur og útsjónd annars kunnu ávirka, hvussu onnur meta sanna tilbiðing. Tá ið grikska orðið, ið er umsett „blúgv“, verður nýtt í siðiligum høpi, lýsir tað hávirðing, ærufrykt og virðing  fyri kenslum og meiningum hjá øðrum. Vit mugu tí leggja okkum eftir at hugsa meira um samvitskuna hjá øðrum enn um rættindini, vit kanska sjálv halda okkum hava í sambandi við klædnastíl. Fram um alt vilja vit æra Jehova og hansara fólk og vísa, at vit eru tænarar Guds við at ’gera alt Gudi til dýrd’. – 1 Korintbræv 4:9; 10:31; 2 Korintbræv 6:3, 4; 7:1.

Æri eg Jehova við míni útsjónd?

14. Hvørjar spurningar eiga vit at seta okkum sjálvum viðvíkjandi klæðum og reinføri?

14 Tað hevur enn størri týdning, at vit eru sømiliga ílatin, nosslig og rein, tá ið vit eru í boðanini ella á møti. Spyr teg sjálvan: ’Eru míni klæði og mítt persónliga reinføri óhóskandi? Verða onnur illa við av mær? Meti eg míni rættindi á hesum økinum at hava størri týdning enn tað at gerast skikkaður at fáa tænastuforrættindi í samkomuni?’ – Sálmur 68:7, Dahl/Viderø; Filippibrævið 4:5, NW; 1 Pætur 5:6.

15. Hví er eingin listi við reglum um klæði, útsjónd og reinføri at finna í Bíbliuni?

15 Eingin listi er at finna í Bíbliuni við reglum um klæði, útsjónd og reinføri hjá kristnum. Jehova hevur ongan áhuga í at taka okkara frælsi at velja og hugsa sjálv frá okkum. Tvørturímóti vil hann, at vit skulu gerast búgvin menniskju, ið grunda um bíbilskar meginreglur, og sum við at „nýta sansarnar hava vant teir at skilja  millum gott og ilt“. (Hebrearabrævið 5:14) Mest av øllum vil hann, at vit skulu lata okkum leiða av kærleika – kærleika til Gud og næstan. (Les Markus 12:30, 31.) Innan fyri hesi mørk er møguleiki fyri stórum fjølbroytni í klæðum og útsjónd. Hetta kemur týðiliga til sjóndar í ymiska klædnastílinum hjá tænarum Jehova, uttan mun til hvar í heiminum teir savnast.

VIT MUGU LIVA EITT EINFALT LÍV

16. Hvussu er heimsins andi í stríð við Jesu læru, og hvørjar spurningar eiga vit at seta okkum sjálvum?

16 Heimsins andi er svikaligur og fær milliónir av menniskjum at halda, at pengar og materiellar ognir kunnu gera tey lukkulig. Men Jesus segði: „Lívið hjá ongum stendur í tí, sum hann eigur, um hann so hevur almikið góðs.“ (Lukas 12:15) Jesus, sum ikki talaði  fyri sjálvsnoktan ella strangari og fráhaldandi lívsførslu, lærdi, at tey, sum „ásanna, at tey hava ein andaligan tørv“ og liva eitt einfalt lív, ið er savnað um tað andaliga, finna sanna lukku. (Matteus 5:3, NW; 6:22) Spyr teg sjálvan: ’Trúgvi eg veruliga tí, sum Jesus lærdi, ella lati eg meg ávirka av „faðir lygnarinnar“? (Jóhannes 8:44) Hvat vísir mín tala, míni mál, mínar raðfestingar og mín lívsførsla?’ – Lukas 6:45; 21:34-36; 2 Jóhannes 6.

17. Nevn nakrar av fyrimununum, sum tey, ið liva eitt einfalt lív, kunnu gleðast um.

17 Bíblian sigur: „Verið gerarar orðsins!“ (Jákup 1:22) Hugsa um nakrar av fyrimununum, sum tey, ið liva eitt einfalt lív, kunnu gleðast um. Tey fáa nýggja styrki í tænastuni fyri Guds ríki. (Matteus 11:29, 30, NW) Tey sleppa undan óneyðugari stúran og harvið eisini nógvari sálarligari og kensluligari pínu. (Les Fyrra Timoteusbræv 6:9, 10.) Tey eru nøgd við tað, sum er neyðugt til lívsins uppihald, og tí hava tey meira tíð til familju og vinir. Hetta ger helst, at tey sova betur um næturnar. (Prædikarin 5:11) Tey uppliva gleðina, tað hevur við sær at geva eftir førimuni. (Ápostlasøgan 20:35) Og tey eru „rík í vónini“, nøgd og gleðast um at hava frið í sinninum. (Rómbrævið 15:13; Matteus 6:31, 32) Er tað ikki einastandandi?

VIT MUGU LATA OKKUM Í „ØLL HERKLÆÐI GUDS“

18. Hvussu lýsir Bíblian okkara fígginda, hansara framferðarhátt og tað slagið av ’bardaga’, vit eru í?

18 Tey, sum halda seg í kærleika Guds, verða eisini andaliga vard móti Satani, ið ikki bert vil taka gleðina, men eisini æviga lívið frá teimum. (1 Pætur 5:8) Paulus segði: „Hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við tignirnar og veldini, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins  í himmalrúminum.“ (Efesusbrævið 6:12) Grikska orðið, sum her er umsett ’bardagi’, sipar ikki til eitt stríð, har stríðandi partarnir standa langt frá hvørjum øðrum – í fjaldum bumbuskýlum so at siga – men til ein bardaga mann móti manni. Haraftrat vísa orðini „tignirnar“, „veldini“ og „harrar heimsins“, at álopini úr andaheiminum eru nágreiniliga skipað og tilætlað.

19. Lýs andaligu herklæðini.

19 Hóast menniskjaligar veikleikar og avmarkingar kunnu vit kortini vinna sigur. Hvussu? Við at lata okkum í „øll herklæði Guds“. (Efesusbrævið 6:13) Í Efesusbrævinum 6:14-18 verða hesi herklæðini lýst soleiðis: „Standið tá gyrd um lendar tykkara við sannleika og latin í brynju rættvísinnar! Havið sum skógvar á fótunum bardagahugin, ið evangelium friðarins gevur! Og lyftið umframt alt hetta skjøld trúarinnar! Við honum skulu tit vera ment at sløkkja allar gløðandi pílar hins ónda. Takið hjálm [ella vón] frelsunnar og svørð Andans – sum er orð Guds, biðjandi í Andanum eina og hvørja tíð við allari ákallan og bøn.“

20. Hvussu er okkara støða øðrvísi enn tann hjá einum bókstavligum hermanni?

20 Av tí at hesi andaligu herklæðini eru frá Gudi, kunnu tey altíð verja okkum, um vit væl at merkja altíð eru í teimum. Í mun til bókstavligar hermenn, sum ikki altíð eru í bardaga, stríða vit eitt stríð um lív og deyða, sum ikki endar, fyrr enn Gud hevur oyðilagt heimin hjá Satani og kastað allar teir óndu andarnar niður í avgrundina. (Opinberingin 12:17; 20:1-3) Gev tí ikki uppat, um tú hevur veikleikar ella skeiv ynski at stríðast við, tí vit mugu øll ’kúga’ okkum sjálv fyri at vera trúføst móti Jehova. (1 Korintbræv 9:27) Tað er, tá ið vit ikki stríðast, at vit skulu vera stúrin!

21. Hvussu kunnu vit vinna sigur í okkara andaliga bardaga?

 21 Haraftrat kunnu vit ikki vinna hetta stríðið í egnari megi. Tí minnir Paulus okkum á, at vit mugu biðja til Jehova „í Andanum eina og hvørja tíð“. Vit mugu eisini lurta eftir Jehova við at kanna hansara orð og koma regluliga saman við teimum, sum ’stríðast saman við okkum’, tí vit eru ikki einsamøll í hesum bardaganum. (Filemon 2; Hebrearabrævið 10:24, 25) Tey, sum eru trúføst á øllum hesum økjum, vinna ikki bara sigur, men verða eisini før fyri at verja sína trúgv, tá ið hon verður roynd.

VIT MUGU VERA TIL REIÐAR AT VERJA OKKARA TRÚGV

22, 23. (a) Hví skulu vit altíð vera til reiðar at verja okkara trúgv, og hvørjar spurningar kunnu vit seta okkum sjálvum? (b) Hvat verður viðgjørt í næsta kapitli?

22 „Við tað at tit eru ikki av heiminum,“ segði Jesus, „hatar heimurin tykkum.“ (Jóhannes 15:19) Tí mugu vit altíð vera til reiðar at verja okkara trúgv og samstundis vera mild og vísa virðing. (Les Fyrra bræv Pæturs 3:15.) Spyr teg sjálvan: ’Skilji eg, hví Jehova vitni av og á taka eina støðu, sum er øðrvísi enn tann, tey flestu taka? Tá ið eg skal taka eina slíka støðu, eri eg tá sannførdur um, at tað, sum Bíblian og trúgvi og skilagóði tænarin siga, er satt? (Matteus 24:45; Jóhannes 17:17) Og tá ið eg skal gera tað, sum er rætt í eygum Jehova, eri eg so til reiðar at vera øðrvísi og eisini errin av tí?’ – Sálmur 34:3; Matteus 10:32, 33.

23 Okkara ynski um ikki at vera av heiminum verður ofta roynt á ein meira sniðfundigan hátt. Sum áður nevnt, roynir Djevulin til dømis við undirhaldi at lokka tænarar Jehova at blíva ein partur av heiminum. Hvussu kunnu vit velja gagnligt undirhald, ið er uppbyggjandi, og sum vit kunnu njóta við góðari samvitsku? Tað verður viðgjørt í næsta kapitli.

^ par. 3 Síðani hvítusunnudagin í ár 33 e.o.t. hevur Kristus verið kongur yvir samkomu síni av salvaðum lærisveinum á jørðini. (Kolossebrævið 1:13) Í 1914 fall „kongadømi heimsins“ Kristusi í lut. Tí tæna salvað kristin í dag eisini sum sendiharrar fyri Messianska ríkið. – Opinberingin 11:15.

^ par. 8Lad os ræsonnere ud fra Skrifterne, síðurnar 419-423, sum Jehova vitni hava givið út.