Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

’Haldið tykkum í kærleika Guds’

 KAPITTUL 10

Hjúnabandið – ein gáva frá Gudi

Hjúnabandið – ein gáva frá Gudi

„Trífaldur tráður er ikki so góður at slíta.“ – PRÆDIKARIN 4:12.

1, 2. (a) Hvat hugsa vit kanska av og á um nýgift, og hví? (b) Hvørjar spurningar fara vit at viðgera í hesum kapitlinum?

DÁMAR tær at vera í brúdleypi? Tey flestu halda tað vera sera hugnaligt. Brúðarparið er í fínasta stási, og gleðin lýsir av andlitunum. Henda dagin eru tey serliga lukkulig, og framtíðin tykist bert at hava gott at bjóða.

2 Men vit mugu tó viðganga, at hjúnabandið sum heild er í eini syndarligari støðu í dag. Sjálvt um vit altíð ynskja nýgiftum tað besta, hugsa vit kanska av og á: ’Verða tey lukkulig? Fer hjúnabandið at halda?’ Svarini eru treytað av, um tey líta á og fylgja Guds leiðbeining um hjúnabandið. (Les Orðtøkini 3:5, 6.) Tað mugu tey gera, um tey skulu halda seg í kærleika Guds. Latið okkum kanna, hvussu Bíblian svarar hesum fýra spurningunum: Hví gifta seg? Um tú vilt giftast, hvønn skalt tú tá velja? Hvussu kanst tú fyrireika teg til hjúnabandið? Og hvat kann hjálpa hjúnum at verða verandi lukkulig?

HVÍ GIFTA SEG?

3. Hví er tað ikki skilagott at gifta seg á leysum grundarlagi?

3 Nøkur halda, at hjúnalag er ein fortreyt fyri at gerast lukkuligur, og at tað ikki ber til at finna nøgdsemi og gleði í lívinum uttan ein maka. Tað er púra skeivt! Jesus, sum var ógiftur, segði, at ógifta støðan er ein gáva, og hann eggjaði teimum, ið vóru før fyri tí, til at verða verandi  støk. (Matteus 19:11, 12, NW) Paulus ápostul nevndi eisini fyrimunirnar við at vera stakur. (1 Korintbræv 7:32-35) Hvørki Jesus ella Paulus ásetti nakra reglu hesum viðvíkjandi. Í roynd og veru hoyrir tað at forbjóða fólki at giftast upp í „lærdómar ilra anda“. (1 Timoteus 4:1-3) At vera stakur hevur tó nógvar fyrimunir hjá teimum, sum óhindrað vilja tæna Jehova. Tí er tað ikki skilagott at gifta seg á leysum grundarlagi, eitt nú vegna bólkatrýst.

4. Hví er eitt gott hjúnaband besta grundarlagið fyri familjulívinum?

4 Men eru hinvegin góðar grundir til at gifta seg? Ja, hjúnabandið er eisini ein gáva frá Gudi. (Les Fyrstu Mósebók 2:18.) Tað hevur ávísar fyrimunir og kann gera ein lukkuligan. Til dømis er eitt gott hjúnaband besta grundarlagið fyri familjulívinum. Børn hava tørv á at vaksa upp í einum tryggum umhvørvi við foreldrum, sum elska, upplæra og leiðbeina tey. (Sálmur 127:3; Efesusbrævið 6:1-4) Men at fáa børn er ikki einasta orsøkin til at gifta seg.

5, 6. (a) Hvørjar fyrimunir hevur eitt tætt vinalag sambært Prædikaranum 4:9-12? (b) Hvussu kann eitt hjúnaband vera sum ein trífaldur tráður?

5 Legg til merkis, hvørjum samanhangi evnisskriftstaðið til henda kapittulin stendur í: „Betri er at vera sjálvurannar enn einsamallur, tí teir báðir fáa góða løn fyri strev sítt; og um annar fellur, kann hin reisa felaga sín upp aftur. Men vanlukkuliga er hin einsligi staddur; tí fellur hann, er eingin at reisa hann upp aftur! Somuleiðis, táið tveir sova saman, verða teir heitir; men hvussu kann hin einsligi verða heitur! Og um so onkur kann vinna hann, ið einsamallur er, kunnu tveir standa seg ímóti honum; og trífaldur tráður er ikki so góður at slíta.“ – Prædikarin 4:9-12.

6 Hesi ørindini snúgva seg fremst av øllum um gott vinalag. Og í hjúnabandinum ber til at fáa tættasta  vinalagið yvirhøvur. Sum skriftstaðið vísir, kunnu hjúnafelagar hjálpa, ugga og verja hvønn annan. Eitt hjúnaband er serliga sterkt, um talan ikki bert er um tveir partar, ið eru knýttir saman. Ørindið rør fram undir, at tað ber til at slíta ein tvífaldan tráð. Men tríggir træðrir, sum eru tvunnir saman ella flættaðir, eru ikki so lættir at slíta. Hugsa bæði maður og kona mest um at gleða Jehova, er teirra hjúnaband sum ein trífaldur tráður. Tá ið Jehova er ein partur av hjúnabandinum, verður tað altso sera sterkt.

7, 8. (a) Hvørji ráð gav Paulus ógiftum kristnum, sum stríðast ímóti kynsligum lystum? (b) Hvørja sanna mynd gevur Bíblian okkum av hjúnabandinum?

7 Tað er eisini bert í hjúnalagnum, at tað er loyvt at nøkta tann kynsliga tørvin. Innan fyri hesar karmarnar kann kynsliga samlívið av røttum metast sum ein kelda til gleði. (Orðtøkini 5:18) Nøkur ógift, ið eru farin um tað, Bíblian nevnir „ungdómsárini“ – altso ta tíðina, tá ið kynsligi hugurin er serliga sterkur – stríðast kanska enn ímóti kynsligum lystum. Hava tey ikki tamarhald á hesum lystunum, kann tað føra til óreinan ella ósømiligan atburð. Paulus fekk íblástur frá Gudi til at geva ógiftum hesi ráð: „Kunnu tey ikki vera fráhaldandi, so giftist tey! Betri er at giftast enn at brenna av girnd.“ – 1 Korintbræv 7:9, 36; Jákup 1:15.

8 Uttan mun til hvat fær fólk at gifta seg, er tað gott at hava røttu myndina av hjúnabandinum. Tí sum Paulus orðaði tað, fáa tey, sum gifta seg, „trongd í holdinum“. (1 Korintbræv 7:28) Hjún fáa trupulleikar, sum støk ikki fáa. Um tú velur at giftast, hvussu kanst tú tá minka um trupulleikarnar og økja um gleðina og nøgdsemið? Tað kanst tú millum annað gera við at hugsa teg væl um, áðrenn tú velur ein hjúnafelaga.

 HVUSSU VELUR TÚ EIN GÓÐAN HJÚNAFELAGA?

9, 10. (a) Hvørja mynd nýtti Paulus til at lýsa vandan við at gifta seg við einum, sum ikki tænir Jehova? (b) Hvussu verður úrslitið ofta, tá ið Guds leiðbeining um ’bert at giftast í Harranum’ verður skúgvað til viks?

9 Paulus fekk íblástur til at festa eina týðandi meginreglu á blað, sum vit eiga at fylgja, tá ið vit skulu velja ein hjúnafelaga: „Farið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvandi.“ (2 Korintbræv 6:14) Myndin, hann nýtir, er frá landbúnaðinum. Verður eitt ok lagt á tvey kríatúr, sum eru sera ymisk til støddar ella í styrki, koma bæði at líða undir tí. Fara tí tvey, ein, sum tænir Jehova, og ein, sum ikki tænir honum, undir ok saman í hjúnalagi, koma tey uttan iva at uppliva ósemju og stríð. Vil annar av hjúnafelagunum fegin halda seg í kærleika Jehova og hin lítlan ella ongan hug hevur til tað, hóska teirra mál í lívinum ikki saman, og tað kann elva til nógvar trupulleikar. Tí eggjaði Paulus kristnum til ’bert at giftast í Harranum’. – 1 Korintbræv 7:39.

10 Í summum førum eru støk Jehova vitni komin til ta niðurstøðu, at eitt ójavnt ok er betri enn tað einsemið, tey í løtuni kenna. Nøkur velja at skúgva bíbilsku leiðbeiningina til viks og gifta seg við einum, sum ikki tænir Jehova. Hetta hevur ferð eftir ferð havt syrgiligar avleiðingar. Tey, sum hava valt hesa støðuna, koma at sanna, at tey ikki kunnu tosa við hjúnafelagan um tað týdningarmesta í lívinum. Einsemið, tey nú kenna, kann vera uppaftur størri enn tað, tey kendu, áðrenn tey giftust. Men tíbetur velja túsundtals støk at líta á og fylgja Guds leiðbeining hesum viðvíkjandi. (Les Sálm 32:8.) Hóast tey fegin vilja giftast, verða tey verandi støk, inntil tey finna ein hjúnafelaga, ið tænir Jehova Gudi.

11. Hvat kann hjálpa tær at velja ein góðan hjúnafelaga? (Sí eisini rammuna „ Hvørjum hyggi eg eftir hjá einum komandi hjúnafelaga?“)

11 Eitt og hvørt Jehova vitni er ikki av sær sjálvum ein  hóskandi hjúnafelagi. Hugsar tú um at gifta teg, mást tú leita eftir einum, sum elskar Gud og hevur eginleikar og andalig mál, ið hóska til tín. Trúgvi og skilagóði tænarin hevur givið nógv tilfar út um hetta evnið. Tað er skilagott at hugsa um slíka bíbilska leiðbeining og at biðja til Jehova, tí so fer hann at hjálpa tær at taka hesa týðandi avgerðina. * – Les Sálm 119:105.

12. Hvør siður í sambandi við hjúnalag er vanligur í nógvum londum, og hvat dømi í Bíbliuni kann brúkast sum leiðbeining?

12 Í nógvum londum er tað siður, at foreldrini velja børnunum ein hjúnafelaga. Fólk í hesum mentanum eru sum heild samd um, at foreldur hava tann vísdóm og tær royndir, ið skulu til fyri at taka eina so týðandi avgerð. Eins og á Bíbliunnar døgum rigga fyriskipað hjúnaløg ofta væl. Dømið við Ábrahami, ið sendi tænara sín at finna Ísaki eina konu, kann vera sera læruríkt hjá foreldrum í dag, sum eru í eini líknandi støðu. Ábraham hugsaði ikki um pengar ella sosiala støðu. Men hann gjørdi nógv burtur úr at finna Ísaki eina konu, sum tænti Jehova. * – 1 Mósebók 24:3, 67.

HVUSSU KANST TÚ FYRIREIKA TEG, SO TÚ FÆRT EITT GOTT HJÚNALAG?

13-15. (a) Hvussu kann meginreglan í Orðtøkunum 24:27 hjálpa einum ungum manni, sum hugsar um at giftast? (b) Hvat eigur ein ung kvinna at gera, um hon hugsar um at giftast?

13 Gongur tú og hugsar um at giftast, eigur tú at spyrja teg sjálvan: ’Eri eg veruliga til reiðar?’ Svarið er ikki bert  treytað av tínum kenslum viðvíkjandi kærleika, kynslívi, vinalagi ella at fáa børn. Ein komandi maður og ein komandi kona eiga eisini at hugsa um ábyrgdina, sum fylgir við.

14 Ein ungur maður, sum leitar sær eftir einari konu, eigur at hugsa gjølla um hesa meginregluna: „Fullfør verk títt harúti, ger teg lidnan á markini! So kanst tú byggja tær hús.“ (Orðtøkini 24:27) Hvat skulu vit læra av hesum? Tá í tíðini mátti ein maður, sum vildi giftast og hava familju, spyrja seg sjálvan: ’Eri eg til reiðar at syrgja fyri einari konu og børnunum, vit møguliga fáa, og vísa teimum umsorgan?’ Hann noyddist fyrst at arbeiða, altso taka sær av økrunum og grøðini. Sama meginreglan er galdandi í dag. Ein maður, sum fegin vil giftast, má hugsa um ábyrgdina, sum fylgir við. So leingi hann er førur fyri tí, má hann arbeiða. Guds orð vísir, at ein maður, sum ikki syrgir fyri familjuni likamliga, kensluliga og andaliga, er verri enn ein uttan trúgv. – Les Fyrra Timoteusbræv 5:8.

15 Ein kvinna, sum fegin vil giftast, má eisini vera til reiðar at átaka sær fleiri ábyrgdaruppgávur. Bíblian rósar dugnaskapinum og eginleikunum, sum ein kona má hava fyri at kunna stuðla manni sínum og syrgja væl fyri húskinum. (Orðtøkini 31:10-31) Menn og kvinnur, ið vilja giftast sum skjótast uttan at hugsa um ábyrgdina, eru í roynd og veru sjálvsøkin. Tey hugsa als ikki um, hvat tey kunnu bjóða einum møguligum hjúnafelaga. Tey, sum fegin vilja giftast, mugu fremst av øllum vera andaliga fyrireikað.

16, 17. Hvørjar bíbilskar meginreglur eiga tey, sum fegin vilja giftast, at grunda um?

16 At fyrireika seg til hjúnalag ber í sær at grunda um leiklutin, Gud hevur givið manninum og konuni. Ein  maður má vita, hvat tað vil siga at vera høvd, ella at hava leiðsluna, í eini kristnari familju. Hesin leikluturin gevur ikki manninum loyvi at stýra familjuni við harðari hond. Hann skal heldur hugsa um, hvussu Jesus útinnir sína leiðslu og taka eftir honum. (Efesusbrævið 5:23) Ein kvinna má eisini skilja, at hon hevur ein týðandi leiklut sum kona. Er hon fús at vera manni sínum undirgivin? (1 Korintbræv 11:3) Hon er longu undir lóg Jehova og Kristusar. (Galatiabrævið 6:2) Men myndugleikin, maðurin hevur í húskinum, umboðar eina aðra lóg. Er hon eisini sinnað at stuðla og geva seg undir myndugleikan hjá einum ófullkomnum manni? Dámar henni ikki hesi útlitini, eigur hon ikki at gifta seg.

17 Haraftrat mugu báðir hjúnafelagar vera fúsir at vísa hvørjum øðrum umhugsni. (Les Filippibrævið 2:4.) Paulus skrivaði: „Ein og hvør tykkara [skal] elska konu sína sum seg sjálvan. Og konan skal vísa manninum virðing.“ Við íblástri frá Gudi skilti Paulus, at maðurin hevur serligan tørv á, at konan vísir honum djúpa virðing. Og konan hevur serligan tørv á at vita, at maðurin elskar hana. – Efesusbrævið 5:21-33.

Nógv pør, sum ganga saman, ansa eftir ikki at vera einsamøll

18. Hví skulu pør hava tamarhald á sær sjálvum, meðan tey ganga saman?

18 Tá ið tvey ganga saman, er tað ikki bara ein tíð at stuttleika sær. Tað er ein tíð, sum gevur teimum møguleika at læra hvørt annað væl at kenna og finna útav, um tað er skilagott hjá teimum at gifta seg. Tað er eisini ein tíð at læra sjálvstamarhald. Freistingin at gera nakað, sum bert hoyrir heima í hjúnalagnum, kann vera sera stór – tað er jú heilt natúrligt at kenna seg drignan at hvørjum øðrum. Men tey, sum veruliga elska hvørt annað, vilja ikki gera nakað, ið kann skaða hin andaliga. (1 Tessalonikabræv 4:6) So um tú gongur saman við einum, mást tú hava tamarhald á tær sjálvum. Hesin  eginleikin kann gagna tær alt lívið, antin tú giftist ella ikki.

HVUSSU FÁA TIT HJÚNABANDIÐ AT HALDA?

19, 20. Hvussu eigur okkara áskoðan á hjúnabandið at vera øðrvísi enn tann, sum er vanlig í dag? Lýs við einum dømi.

19 Skal hjúnabandið halda, mugu maður og kona hava røttu áskoðanina á lyftið, tey hava givið. Skaldsøgur og filmar enda ofta við einum vøkrum brúdleypi, sum júst er tann lukkan, fólki leingist eftir. Men í veruliga lívinum er brúdleypið ikki ein endi, tað er ein byrjan – byrjanin til nakað, sum eftir Guds ætlan skuldi vara við. (1 Mósebók 2:24) Tíverri er hetta ikki vanliga áskoðanin í dag. Í summum mentanum verður sagt um fólk, ið giftast, at tey „knýta bond“. Tað er ikki vist, at tey, sum siga tað, hugsa um, hvussu væl henda myndin lýsir vanligu áskoðanina á hjúnabandið. Hvussu tá? Jú, ein góður knútur eigur at halda, so leingi tað er neyðugt, og hann skal eisini vera lættur at loysa.

20 Nógv í dag meta hjúnabandið sum nakað fyribils. Tey gifta seg við gleði, tí tey halda, at tað fer at nøkta teirra tørv, men tey vænta eisini at kunna fara frá hvørjum øðrum, so skjótt sum hjúnabandið gerst ov krevjandi. Til samanberingar kunnu vit hugsa um myndina, Bíblian nýtir til at lýsa hjúnabandið – trífaldaða tráðin. Í Prædikaranum 4:12 kann hebraiska orðið, sum er umsett „tráður“, eisini sipa til eitt reip. Reip, sum verða brúkt umborð á seglskipum, eru gjørd til at halda, soleiðis at tey sjálvt í ringasta ódnarveðri hvørki flosna ella slitna. Hjúnabandið er á sama hátt ætlað til at halda. Minst til, at Jesus segði: ’Tað, sum Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.’ (Matteus 19:6) Velur tú at giftast, mást tú hava somu áskoðan á hjúnabandið. Verður hjúnabandið ein byrða av hesum? Nei.

21. Hvørja áskoðan eiga maður og kona at hava á hvørt annað, og hvat kann hjálpa teimum í hesum sambandi?

 21 Maður og kona mugu varðveita røttu áskoðanina á hvørt annað. Hugsa bæði mest um teir góðu eginleikarnar og gerðirnar hjá hinum, verður hjúnabandið gott. Ber tað yvirhøvur til at hava eina so jaliga áskoðan á ein ófullkomnan maka? Hjá Jehova ber tað væl til at hava eina jaliga áskoðan á okkum, og tað líta vit á, at hann hevur. Sálmaskaldið skrivaði: „Gavst Tú misgerðum gætur,  HARRI, hvør varð tá standandi, Harri!“ (Sálmur 130:3) Maður og kona mugu á líknandi hátt hava eina jaliga áskoðan á hvørt annað og vera fyrigevandi. – Les Efesusbrævið 4:32.

22, 23. Hvussu eru Ábraham og Sára ein góð fyrimynd hjá hjúnum í dag?

22 Hjúnabandið kann gerast enn betri, sum árini ganga. Í Bíbliuni lesa vit um hjúnabandið hjá Ábrahami og Sáru, tá ið tey vóru blivin gomul. Tey høvdu eisini sítt at stríðast við. Hugsa tær, hvussu tað var hjá Sáru, sum møguliga var í trýssunum, at fara úr sínum trygga og góða heimi í ríka býnum Ur til at búgva í tjøldum restina av lívinum. Men hon læt mannin skipa fyri. Hon var ein góð kona, sum vísti manni sínum virðing og stuðlaði teimum avgerðunum, hann tók. Og hon gjørdi tað ikki bara av plikt. Sjálvt ’fyri sær sjálvari’ rópti hon mann sín harra. (1 Mósebók 18:12; 1 Pætur 3:6) Hennara virðing fyri Ábrahami kom frá hjartanum.

23 Tað vil tó ikki siga, at Ábraham og Sára altíð høvdu somu áskoðan. Einaferð kom hon við einum uppskoti, sum „gjørdi Ábrahami ógvuliga ilt“. Men eftir ávísing frá Jehova lurtaði Ábraham kortini eyðmjúkur eftir konu síni, og tað vísti seg at vera gott fyri familjuna. (1 Mósebók 21:9-13) Í dag kunnu hjún, sjálvt tey sum hava verið gift í fleiri áratíggju, læra nógv av Ábrahami og Sáru.

24. Hvørji hjúnabond æra Jehova Gud, og hví?

24 Í kristnu samkomuni eru túsundtals lukkulig hjúnabond, har konan hevur djúpa virðing fyri manninum, har maðurin elskar og ærir konu sína og bæði seta Jehova á fremsta plássið. Gert tú av at gifta teg, fert tú vónandi at velja ein góðan hjúnafelaga, at fyrireika teg væl til hjúnabandið og at arbeiða upp á at fáa eitt gott og varandi hjúnaband, sum ærir Jehova Gud. Tá hjálpir títt hjúnaband tær at verða verandi í kærleika Guds.

^ par. 11 Sí kapittul 2 í bókini Hemmeligheden ved et lykkeligt familieliv, sum Jehova vitni hava givið út.

^ par. 12 Nakrir trúfastir tænarar í forðum, eitt nú Ábraham og Jákup, høvdu meira enn eina konu. Tá í tíðini loyvdi Jehova hesum trúføstu tænarum og ísraelsmonnum fleirkonuhjúnalag. Hann stovnaði tað ikki, men hann lóggav um tað. Tó vita hansara tænarar í dag, at hann ikki longur loyvir fleirkonuhjúnalagi. – Matteus 19:9; 1 Timoteus 3:2.