Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

’Haldið tykkum í kærleika Guds’

 UPPÍSKOYTI

At heilsa flagginum, fara á val og gera borgaraliga tænastu

At heilsa flagginum, fara á val og gera borgaraliga tænastu

At heilsa flagginum. Jehova vitni meta tað at boyggja seg fyri ella at heilsa flagginum, ið ofta verður gjørt í sambandi við, at ein tjóðsangur verður spældur, sum eina átrúnaðarliga gerð. At gera hetta vísir, at roknað verður við bjarging frá landinum ella leiðarunum í tí og ikki frá Gudi. (Esaias 43:11; 1 Korintbræv 10:14; 1 Jóhannes 5:21) Ein leiðari, sum skipaði fyri einum slíkum hátíðarhaldi, var Nebukadnezar kongur í fortíðar Bábylon. Fyri at vísa fólkinum, hvussu hátt hevjaður hann var, og hvussu íðin hann var í síni gudsdyrkan, læt hesin veldigi stjórnarin eina risastóra standmynd gera. Síðani bað hann sínar tegnar boyggja seg fyri henni, meðan tónleikur, eitt slag av tjóðsangi, varð spældur. Men tríggir hebrearar, Sadrak, Mesak og Abed-Nego, noktaðu at boyggja seg fyri standmyndini, hóast tað hevði deyðarevsing við sær. – Dániel, kapittul 3.

Á okkara døgum er flaggið „størsta trúarímyndin fyri tjóðskaparkensluna og fremsti tilbiðingarluturin“, skrivaði søgufrøðingurin Carlton Hayes. „Menn fara úr hattinum, tá ið flaggið kemur framvið. Til at lovprísa flagginum skriva yrkjarar fagnaðarkvæði, og børn syngja.“ Hann legði aftrat, at tjóðskaparkenslan eisini hevur sínar „heiligdagar“,  eitt nú 4. juli í USA, og eisini síni „halgimenni og hetjur“ og síni „tempul“, ella minnismerki. Í sambandi við eitt alment hátíðarhald í Brasil segði ein høgur hernaðarembætismaður: „Fólk æra og tilbiðja flaggið ... eins og føðilandið verður tilbiðið.“ Eitt leksikon segði einaferð: „Flaggið er heilagt eins og krossurin.“ – The Encyclopedia Americana.

Í eini nýggjari útgávu av áðurnevnda leksikon stendur, at tjóðsangir „lýsa fosturlandskærleika og fevna ofta um eina bøn til Gud um at leiða og verja fólkið ella leiðararnar hjá tí“. Tí eru tey, sum tæna Jehova, ikki órímilig, tá ið tey meta tjóðskaparlig hátíðarhald, eitt nú at heilsa flagginum og syngja tjóðsangir, sum átrúnaðarlig. Í einari viðmerking um, at børn hjá Jehova vitnum nokta at fagna flagginum ella at svørja trúskapareiðin í amerikanskum skúlum, stendur soleiðis í einari bók: „Hægstirættur hevur í fleiri rættarmálum umsíðir staðfest, at hesi dagligu ritualini hava átrúnaðarligan dám.“ – The American Character.

Hóast Jehova vitni ikki vilja taka lut í hátíðarhaldi, sum tey halda vera óbíbilskt, virða tey avgjørt rættin hjá øðrum at gera tað. Tey virða eisini fløgg sum tjóðarímyndir og viðurkenna sitandi stjórnir sum „yvirvøld“, ið virkar sum „tænari Guds“. (Rómbrævið 13:1-4) Tí fylgja Jehova vitni áminningini um at biðja „fyri kongum og øllum, ið høgt eru sett“. Men vit gera tað, „fyri at vit kunnu liva stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta“. – 1 Timoteus 2:2.

Luttøka í politiskum valum. Sonn kristin virða rættin hjá øðrum at fara á val. Tey mótmæla ikki, at val verða hildin, og tey geva seg undir valdu myndugleikarnar. Tó eru tey púra uttanveltað í sambandi við politisk viðurskifti. (Matteus 22:21; 1 Pætur 3:16) Hvat eigur eitt Jehova vitni at gera, sum býr í einum landi, har valluttøka er eitt krav, ella at tað er illa dámt, tá ið onkur ikki fer til valhølini? Við tí í huga, at Sadrak, Mesak og Abed-Nego fóru so langt sum at møta upp í Duradalinum, kundi eitt Jehova vitni undir líknandi umstøðum valt at farið til valhølini, um samvitskan loyvdi tí. Viðkomandi ansar kortini væl eftir ikki at slaka í sambandi við sína  uttanveltaðu støðu. Hann ella hon eigur at hugsa um hesar seks meginreglurnar:

  1. Lærisveinarnir hjá Jesusi eru „ikki av heiminum“. – Jóhannes 15:19.

  2. Sonn kristin umboða Kristus og hansara ríki. – Jóhannes 18:36; 2 Korintbræv 5:20.

  3. Kristna samkoman er sameind í trúgv, og øll í henni eru knýtt saman í kristnum kærleika. – 1 Korintbræv 1:10; Kolossebrævið 3:14.

  4. Tey, sum velja ein ávísan politikara, hava samábyrgd av tí, hann ger. – Legg til merkis meginreglurnar, sum liggja í orðunum í Fyrru Sámuelsbók 8:5, 10-18 og í Fyrra Timoteusbrævi 5:22.

  5. Jehova metti ynskið hjá ísraelsfólki um at fáa eitt menniskja til kong sum eitt tekin um, at tey høvdu vrakað hann. – 1 Sámuel 8:7.

  6. Sonn kristin eiga frítt at kunna tosa við fólk um Guds ríki, uttan mun til hvørja politiska sannføring hesi fólkini hava. – Matteus 24:14; 28:19, 20; Hebrearabrævið 10:35.

Borgaralig tænasta. Í summum londum verður kravt, at hertænastunoktarar skulu gera onkra borgaraliga tænastu í eitt tíðarskeið. Skulu vit taka eina avgerð í eini tílíkari støðu, mugu vit nevna tað í okkara bønum, kanska tosa við ein búnan trúarfelaga um tað og síðani samvitskufull taka avgerðina eftir tí, sum vit eru komin fram til. – Orðtøkini 2:1-5; 11:14.

Guds orð biður okkum „vera yvirvøldini og teimum, ið valdið hava, undirgivin, at vera lýðin og til reiðar til alt gott verk, ... vera mild [rímilig, NW]“. (Titus 3:1, 2) Við hesum í huga kunnu vit seta okkum sjálvum nakrar spurningar: ’Noyðist eg, um eg sigi ja til at útinna hesa borgaraligu tænastuna, at slaka í sambandi við mína uttanveltaðu støðu ella at hava við falskan átrúnað at gera?’ (Mika 4:3, 5; 2 Korintbræv 6:16, 17) ’Verður tað, um eg geri hetta arbeiðið, torført hjá mær at røkja mínar bíbilsku skyldur, ella forðar tað mær enntá í at liva upp til tær?’ (Matteus 28:19, 20; Efesusbrævið  6:4; Hebrearabrævið 10:24, 25) ’Kundi hetta arbeiðið hinvegin gjørt tað møguligt hjá mær at víðkað um mítt andaliga virksemi, kanska soleiðis at eg kann byrja í fulltíðartænastuni?’ – Hebrearabrævið 6:11, 12.

Kemur ein sannur kristin til ta niðurstøðu, at hann við góðari samvitsku kann útinna borgaraliga tænastu heldur enn at fara í fongsul, eiga hansara trúarfelagar at virða avgerðina. (Rómbrævið 14:10) Men um hann kemur til ta niðurstøðu, at hann ikki vil útinna eina slíka tænastu, eigur henda avgerðin eisini at verða vird. – 1 Korintbræv 10:29; 2 Korintbræv 1:24.