Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

’Haldið tykkum í kærleika Guds’

 KAPITTUL 14

Verið ærlig í øllum

Verið ærlig í øllum

„Vit vilja fegin bera okkum rætt at á allan hátt.“ – HEBREARABRÆVIР13:18.

1, 2. Hví gleðir tað Jehova, tá ið vit leggja okkum eftir at vera ærlig? Lýs við einum dømi.

EIN mamma og lítli sonur hennara fara út úr einum handli. Knappliga steðgar drongurin á og sær heilt skelkaður út. Í hondini hevur hann eitt lítið leikutoy úr handlinum. Hann gloymdi at leggja tað aftur ella at spyrja mammu sína, um hann kundi sleppa at fáa tað. Ørkymlaður hyggur hann upp á mammu sína. Hon roynir at sissa hann og fer við honum inn aftur í handilin, so hann kann leggja tað aftur og siga orsaka. Tá ið hann ger tað, verður mamman sera glað og stolt av honum. Hví?

2 Foreldur verða altíð glað, tá ið tey síggja, at børnini skilja, hvussu umráðandi tað er at vera ærligur. Og tað sama er galdandi fyri okkara himmalska Faðir, sum er „sannorðaður“. (5 Mósebók 32:4) So hvørt sum vit búnast andaliga, gleðist hann um at síggja, at vit leggja okkum eftir at vera ærlig. Av tí at vit fegin vilja gleða hann og halda okkum í hansara kærleika, siga vit sum Paulus ápostul: „Vit vilja fegin bera okkum rætt at á allan hátt.“ (Hebrearabrævið 13:18) Latið okkum kanna fýra týðandi dømi um, nær tað kann vera serliga avbjóðandi at vera ærligur. Síðani fara vit at kanna nakrar av signingunum, vit fáa afturfyri.

ÆRLIG SJÁLVRANNSAKAN

3-5. (a) Hvussu ávarar Bíblian okkum um vandarnar við at lúgva fyri sær sjálvum? (b) Hvat kann hjálpa okkum at gera eina ærliga sjálvrannsakan?

3 Okkara fyrsta avbjóðing er at læra at vera ærlig, tá ið vit  rannsaka okkum sjálv. Av tí at vit eru ófullkomin, hava vit lyndi til at lúgva fyri okkum sjálvum. Til dømis segði Jesus við tey kristnu í Laodikea, at tey hildu seg vera rík, meðan tey í roynd og veru vóru andaliga ’fátæk, blind og nakin’ – av sonnum ein syrgilig støða. (Opinberingin 3:17) At tey soleiðis lumpaðu seg sjálv, gjørdi bert støðuna vandamiklari.

4 Tú minnist kanska ávaringina hjá lærisveininum Jákupi: „Um onkur heldur seg dýrka Gud – og heldur ikki tungu sína í teymum, men dárar hjarta sítt – gudsdýrkan hansara er til einkis.“ (Jákup 1:26) Hugsaðu vit sum so, at vit kundu misnýtt tunguna og samstundis tænt Jehova á rættan hátt, høvdu vit bert lumpað okkum sjálv. Okkara gudsdyrkan hevði verið nyttuleys, ja, púra burturspilt. Men hvat kann hjálpa okkum, so vit ikki koma inn á eina so skaðiliga leið?

5 Í teimum undanfarnu ørindunum samanber Jákup sannleikan í Guds orði við eitt spegl. Hann mælir okkum til at skoða inn í fullkomnu lóg Guds og gera tær neyðugu broytingarnar. (Les Bræv Jákups 1:23-25.) Bíblian kann hjálpa okkum at gera eina ærliga sjálvrannsakan og at skilja, hvat vit mugu gera fyri at betra okkum. (Sorgarsongirnir 3:40; Haggai 1:5) Vit kunnu eisini venda okkum til Jehova í bøn og biðja hann rannsaka okkum og hjálpa okkum at síggja, hvar vit eru á skeivari leið, og hvat vit kunnu gera við tað. (Sálmur 139:23, 24) At vera óærligur er ein svikafullur veikleiki, og tí mugu vit hava somu áskoðan á henda veikleikan, sum okkara himmalski Faðir hevur. Í Orðtøkunum 3:32 stendur: „Hin falski er HARRANUM andstygd, men hini sannhjartaðu eru næstu vinir Hansara.“ Jehova kann hjálpa okkum at fáa somu áskoðan sum hann og at síggja okkum sjálv, eins og hann ger. Minst til tað, Paulus segði: „Vit vilja fegin bera okkum rætt at.“ Sum nú er, eru vit ófullkomin, men vit ynskja inniliga og stremba eftir at vera ærlig.

 ÆRLIG Í FAMILJUNI

At vit eru ærlig hjálpir okkum at lata vera við at gera nakað, sum vit kundu havt hug at fjala

6. Hví mugu maður og kona altíð vera ærlig, og hvørjum vandum sleppa tey sostatt undan?

6 Eitt, sum eigur at eyðkenna eina familju, ið tænir Jehova, er, at øll í henni eru ærlig. Tí mugu maður og kona tosa opið og ærliga við hvørt annað. Særandi og óreinur atburður, eitt nú at vísa einum øðrum enn hjúnafelaganum romantiskar kenslur, at hava loyniligt parlag á internetinum ella at hyggja at pornografi eigur als ikki at koma fyri í einum hjúnabandi. Nøkur, sum tæna Jehova, hava borið seg soleiðis at og fjalt tað fyri sínum óseka maka. Tað er at vera óærligur! Legg til merkis, hvat hin trúfasti Dávid kongur segði: „Eg siti ikki hjá lygnarum og komi ikki saman við følskum menniskjum.“ (Sálmur 26:4) Um tú ert giftur, mást tú ongantíð fáa ein atburð, sum freistar teg at fjala nakað fyri tínum maka.

7, 8. Hvørji dømi í Bíbliuni kunnu hjálpa børnum at virðismeta tað at vera ærligur?

7 Tá ið foreldur skulu læra børnini, hvussu gott tað er at vera ærligur, er tað skilagott at brúka dømi úr Bíbliuni. Nøkur vánalig dømi eru Akan, ið stjól og royndi at fjala út yvir tað; Gehazi, sum leyg fyri at fáa materiellan vinning; og Judas, ið stjól og óndskapsfullur leyg fyri at skaða Jesus. – Josva 6:17-19; 7:11-25; 2 Kongabók 5:14-16, 20-27; Matteus 26:14, 15; Jóhannes 12:6.

8 Nøkur góð dømi eru Jákup, sum bað synirnar fara aftur við  pengunum, teir høvdu funnið í sekkjunum, tí hann hugsaði, at talan kundi vera um eitt mistak; Jefta, sum helt sítt lyfti, hóast tað kravdi nógv bæði av honum og dóttur hansara; og Jesus, sum djarvur segði einum óndum harkaliði, hvør hann var fyri at uppfylla eina profeti og fyri at verja sínar vinir. (1 Mósebók 43:11; Dómararnir 11:30-40; Jóhannes 18:3-11) Hesi fáu dømini kunnu geva foreldrum eina hóming av ríka lærdóminum í Guds orði, sum kann hjálpa teimum at læra síni børn at elska og virðismeta tað at vera ærligur.

9. Hvørjum mugu foreldur sleppa sær undan, um tey vilja læra síni børn at vera ærlig, og hví er tað týðandi at vera ein góð fyrimynd?

9 Foreldur hava eina týðandi skyldu, tá ið talan er um slíka undirvísing. Paulus ápostul spurdi: „Tú, sum soleiðis lærir annan, lærir tú ikki teg sjálvan? Tú, sum prædikar, at tey skulu ikki stjala, stjelur tú?“ (Rómbrævið 2:21, Dahl/Viderø) Nøkur foreldur gera børnini í ørviti við at læra tey at vera ærlig, meðan tey sjálv eru óærlig. Tey rættvísgera kanska smástuldur og smáar lygnir við umberingum sum: ’Tað er vanligt, at fólk taka sovorðið við sær heim,’ ella: ’Eg pellaði bara.’ Men at stjala er at stjala, uttan mun til hvussu nógv tann stolni luturin er verdur, og at lúgva er at lúgva, uttan mun til hvat lygnin snýr seg um, og hvussu lítil ella stór hon er. * (Les Lukas 16:10.) Børn uppdaga beinanvegin hykl, og hykl er veruliga nakað, sum kann skaða tey. (Efesusbrævið 6:4) Men tá ið tey síggja, at foreldrini eru ærlig, er tað ógvuliga sannlíkt, at tey eisini fara at gleða Jehova, so hvørt sum tey vaksa til í hesum óærliga heimi. – Orðtøkini 22:6.

ÆRLIG Í SAMKOMUNI

10. Hvat mugu vit hava í huga, tá ið vit tosa við okkara trúarfelagar?

10 Vit hava góðar møguleikar at vísa, at vit eru ærlig,  tá ið vit koma saman við trúarfelagum. Sum vit lærdu í 12. kapitli, mugu vit ansa væl eftir, hvussu vit brúka gávuna at tosa, serliga tá ið vit eru saman við okkara andaligu brøðrum og systrum. Vanligt prát kann so lætt broytast til slatur, ja enntá til útspilling. Um vit siga øðrum frá leysasøgum, eru vit kanska við til at spjaða eina lygn. Tí er tað nógv betri at hava tamarhald á tunguni. (Orðtøkini 10:19) Hinvegin vita vit kanska við vissu, at okkurt er satt, men fyri tað er tað ikki vist, at vit eiga at siga øðrum tað. Tað kann til dømis vera, at tað ikki kemur okkum við, ella at tað ikki er serliga vinaligt at tosa um tað. (1 Tessalonikabræv 4:11) Nøkur fólk umbera kanska sína ófólkaligu talu við, at tey bara eru ærlig, men okkara tala eigur altíð at vera dámlig og vinalig. – Les Kolossebrævið 4:6.

11, 12. (a) Hvussu hava nøkur, sum hava framt eina álvarsliga synd, gjørt støðuna verri? (b) Hvørjar eru nakrar av lygnunum hjá Satani um álvarsligar syndir, og hvussu kunnu vit stríðast ímóti teimum? (c) Hvussu kunnu vit vísa, at vit eru ærlig, tá ið vit geva samskipanini hjá Jehova skrivligar upplýsingar?

11 Tað er serliga umráðandi, at vit eru ærlig við teir, sum ganga á odda í samkomuni. Nøkur, ið hava framt eina  álvarsliga synd, gera bara støðuna verri við at royna at káva út yvir tað, sum tey hava gjørt, og við at lúgva fyri teimum elstu í samkomuni, tá ið teir venda sær til teirra. Tey, sum bera seg soleiðis at, liva eitt dupultlív. Tey látast at tæna Jehova, meðan tey halda fram at synda álvarsliga. Í roynd og veru verður alt lívið hjá teimum ein lygn. (Sálmur 12:3) Onnur siga teimum elstu nakað av sannleikanum, men fjala týðandi upplýsingar. (Ápostlasøgan 5:1-11) At vera óærligur á henda hátt kemur ofta av at trúgva lygnunum, sum Satan fremur. – Sí rammuna „ Satanskar lygnir um álvarsligar syndir“.

12 Tað er eisini umráðandi at vera ærligur, tá ið vit geva samskipanini hjá Jehova skrivligar upplýsingar. Til dømis ansa vit væl eftir at skriva røttu tølini, tá ið vit boða frá okkara tænastu. Á líknandi hátt eiga vit altíð at geva ta røttu myndina av okkum sjálvum, til dømis okkara heilsustøðu, tá ið vit fylla út umsóknir um tænastuframíhjárættindi. – Les Orðtøkini 6:16-19.

13. Hvussu kunnu vit vísa okkara trúarfelagum, at vit eru ærlig í handilsviðurskiftum?

13 Vit mugu eisini vera ærlig við okkara trúarfelagar, tá ið talan er um handilsviðurskifti. Brøður og systrar í samkomuni gera kanska av og á handilsligar avtalur sínámillum. Tað er umráðandi, at tey ikki blanda sovorðin mál við tilbiðingina, eitt nú við at tosa um tey í ríkissalinum ella í boðanini. Hetta er eisini galdandi í sambandinum millum ein arbeiðsgevara og ein arbeiðstakara. Seta vit ein bróður ella eina systur í starv hjá okkum, mugu vit ansa væl eftir at fara ærliga við teimum og rinda teimum ta avtalaðu lønina til tíðina og geva teimum teir ágóðarnar, ið vit eru komin ásamt um, ella sum lógin ásetur. (1 Timoteus 5:18; Jákup 5:1-4) Og um vit hinvegin arbeiða fyri ein bróður ella eina systur, mugu vit syrgja fyri at gera tað arbeiðið, vit fáa løn fyri. (2 Tessalonikabræv 3:10) Vit vænta ikki at  fáa serligar sømdir, bara tí vit hava somu trúgv, sum skuldi okkara arbeiðsgevari havt skyldu at geva okkum eyka frídagar ella aðrar fyrimunir, sum hinir starvsfelagarnir ikki fáa. – Efesusbrævið 6:5-8.

14. Hvørji fyrivarni mugu vit taka, um vit gera handilsligar avtalur við okkara trúarfelagar, og hví?

14 Hvat um handilsmálið fevnir um eitt slag av felags váða, eitt nú at gera eina íløgu ella at taka eitt lán? Í Bíbliuni er ein týðandi og nýtilig meginregla: Skriva alt upp! Tá ið Jeremias til dømis keypti eitt jarðarstykki, læt hann eitt skjal gera í tveimum eintøkum, sum vitni staðfestu. Skjalið varð goymt á einum tryggum staði, so tað bar til at taka tað fram aftur. (Jeremias 32:9-12; sí eisini Fyrstu Mósebók 23:16-20.) Tá ið vit gera handilsligar avtalur við okkara trúarfelagar, er tað ikki tekin um misálit, at vit skriva allar upplýsingarnar á eitt skjal, sum báðir partar og vitni skriva undir. Tvørturímóti forðar tað fyri misskiljingum, vónbroti og enntá ógvisligum ósemjum. Allir tænarar hjá Gudi, sum hava handilsligt virksemi sínámillum, mugu minnast til, at tað ongantíð er vert at seta einleikan og friðin í samkomuni í váða fyri tílíkt virksemi. * – 1 Korintbræv 6:1-8.

ÆRLIG UTTAN FYRI SAMKOMUNA

15. Hvussu metir Jehova óærligar handilshættir, og hvussu meta sonn kristin hetta vanliga rákið?

15 Sonn kristin skulu ikki bara vera ærlig í samkomuni. Paulus segði: „Vit vilja fegin bera okkum rætt at á allan hátt.“ (Hebrearabrævið 13:18) Okkara Skapari heldur tað vera sera umráðandi at vera ærligur í øllum handilsviðurskiftum. Taka vit bara Orðtøkini, so verða falskar vektir og lodd nevnd fleiri ferðir. (Orðtøkini 11:1; 20:10, 23)  Í forðum var tað vanligt at brúka vektir og lodd, tá ið vørur vórðu seldar og keyptar. Vøran varð vigað og somuleiðis pengarnir, ið vøran varð keypt fyri. Óærligir handilsmenn brúktu tvey sløg av loddum og eina óneyva vekt fyri at lumpa og snýta viðskiftafólkini. * Jehova hatar slíka svikagerð! Skulu vit verða verandi í hansara kærleika, mugu vit halda okkum langt burtur frá øllum óærligum handilshættum.

16, 17. Á hvønn hátt eru nógv fólk óærlig í dag, og hvat hava sonn kristin sett sær fyri at gera?

16 Satan stjórnar hesum heimi, og tí kemur tað ikki óvart á okkum, at so nógv menniskju eru óærlig. Vit kunnu hvønn dag verða freistað at vera óærlig. Tá ið fólk søkja arbeiði, er tað vanligt, at tey lúgva og gera ov nógv av í umsóknini, millum annað við sjálv at skriva síni viðmælisbrøv og geva eina skeiva mynd av sínum arbeiðsroyndum. Nógv fólk geva skeivar upplýsingar, tá ið tey fylla út oyðubløð um skatt, trygging, at flyta millum lond og líknandi, fyri at fáa tað, tey vilja hava. Nógvir næmingar snýta, tá ið teir eru til roynd. Og skulu teir skriva stíl ella líknandi, stjala teir kanska okkurt, sum teir finna á internetinum, og lata tað inn, sum høvdu teir sjálvir skrivað tað. Og tá ið fólk hava við svikafullar embætismenn at gera, royna tey ofta at mutra teir fyri at fáa tað, tey vilja hava. Hetta er tað, vit kunnu vænta í einum heimi, har so nógv eru „góð við seg sjálv, peningakær, ... uttan kærleika til hitt góða“. – 2 Timoteus 3:1-5.

17 Sonn kristin hava sett sær fyri ikki at gera nakað slíkt. Men eitt, sum av og á kann gera tað til eina avbjóðing at vera ærligur, er, at tað tykist at gangast teimum væl, sum  bera seg óærliga at, og at tey enntá hava ávísar fyrimunir í hesum heimi. (Sálmur 73:1-8) Hinvegin kunnu sonn kristin kanska fáa fíggjarligar trupulleikar, tí tey vilja vera ærlig „á allan hátt“. Loysir tað seg at vera ærligur? Ja, avgjørt! Men hví? Hvat gott spyrst burtur úr at vera ærligur?

VIT VERÐA SIGNAÐ, TÁ IÐ VIT ERU ÆRLIG

18. Hví hevur tað stórt virði at vera kendur sum ein, ið er ærligur?

18 Tað er torført at nevna nakað, sum hevur størri virði í lívinum enn at vera kendur sum ein, ið er ærligur og álítandi. (Sí rammuna „ Hvussu ærligur eri eg?“) Og hugsa tær – øll kunnu fáa eitt sovorðið umdømi! Tað er ikki treytað av evnum, ríkidømi, útsjónd, bakgrund ella nøkrum øðrum, sum tú ikki sjálvur hevur ávirkan á. Og kortini eru tað bert fá, ið ogna sær tann sjáldsama skattin, sum eitt gott umdømi er. (Mika 7:2) Nøkur háða teg kanska, tí tú ert ærligur, men onnur virðismeta tað við at líta á teg og virða teg. Tað hevur enntá gagnað nógvum Jehova vitnum fíggjarliga at vera ærlig. Nøkur hava fingið loyvi at verða verandi í starvi, tá ið óærlig starvsfólk eru blivin koyrd. Onnur hava fingið arbeiði í fyritøkum, har stórur tørvur var á ærligum arbeiðsfólki.

19. Hvussu kann tað ávirka okkara samvitsku og okkara samband við Jehova, um vit eru ærlig í øllum?

19 Antin nakað slíkt hendir í tínum føri ella ikki, fært tú at síggja, at tað at vera ærligur hevur uppaftur størri signingar við sær. Tú kanst gleðast um eina reina samvitsku. Paulus skrivaði: „Tað líta vit á, at vit hava góða samvitsku.“ (Hebrearabrævið 13:18) Haraftrat leggur okkara himmalski Faðir altíð til merkis tað góða, tú gert, og hann elskar ærlig menniskju. (Les Sálm 15:1, 2; Orðtøkini 22:1.) Ja, eru vit ærlig, hjálpir tað okkum at verða verandi í kærleika Guds, og tað er størsta lønin, vit kunnu fáa! Latið okkum nú kanna eitt evni, ið er tongt at hesum, nevniliga, hvørja áskoðan Jehova hevur á arbeiði.

^ par. 9 Er onkur í samkomuni, sum hevur til vana at bera fram óndar lygnir – eyðsæð fyri at særa onnur – kann tað hava við sær, at teir elstu mugu seta eina dómsnevnd at taka sær av málinum.

^ par. 14 Í uppískoytinum „Hvussu loysa vit handilsligar ósemjur?“ verður viðgjørt, hvat kann gerast, um trupulleikar stinga seg upp í handilsviðurskiftum.

^ par. 15 Teir brúktu eitt slag av loddum til at keypa við og eitt annað at selja við og tryggjaðu sær sjálvum ágóðan í báðum førum. Nakrir brúktu eisini eina vekt, har annar armurin var longri ella tyngri fyri at snýta viðskiftafólkini.