Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

’Haldið tykkum í kærleika Guds’

 UPPÍSKOYTI

Hvat sigur Bíblian um hjúnaskilnað og sundurlesing?

Hvat sigur Bíblian um hjúnaskilnað og sundurlesing?

Jehova væntar, at tey, sum gifta seg, halda hjúnabandslyftið. Tá ið hann sameindi fyrsta mannin og kvinnuna í hjúnabandinum, segði hann: „Maðurin ... heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.“ Seinni tók Jesus orðini uppaftur og legði aftrat: „Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.“ (1 Mósebók 2:24; Matteus 19:3-6) Jehova og Jesus meta altso hjúnabandið sum eitt lívlangt samband, ið bert slitnar, tá ið annar hjúnafelagin doyr. (1 Korintbræv 7:39) Av tí at hjúnabandið er ein fyriskipan frá Gudi, er hjúnaskilnaður eitt álvarsligt stig at taka. Satt at siga hatar Jehova hjúnaskilnaðir, sum ikki hava bíbilskt grundarlag. – Malakias 2:15, 16.

 Hvat er sambært Bíbliuni eitt loyviligt grundarlag fyri hjúnaskilnaði? Jehova hatar hjúnabandsbrot og kynsligt siðloysi. (1 Mósebók 39:9; 2 Sámuel 11:26, 27; Sálmur 51:6) Ja, hann hevur so stóra andstygd fyri kynsligum siðloysi, at hann loyvir fólki at skiljast á hesum grundarlagi. (Ein viðgerð av, hvat kynsligt siðloysi fevnir um, er at finna í 9. kapitli, stykki 7.) Jehova gevur tí óseka hjúnafelaganum rætt at velja, um hann ella hon vil verða verandi hjá tí seka hjúnafelaganum ella søkja um hjúnaskilnað. (Matteus 19:9) Um ein ósekur hjúnafelagi tí velur at lata seg skilja, er tað ikki nakað, Jehova hatar. Men kristna samkoman fer tó ikki at eggja nøkrum til at søkja um hjúnaskilnað. Nøkur viðurskifti kunnu kanska fáa tann óseka makan at verða verandi hjá tí seka, serliga um hesin veruliga hevur angrað. Undir øllum umstøðum mugu tey, sum hava bíbilskt grundarlag fyri at lata seg skilja, sjálv taka avgerðina og góðtaka avleiðingarnar, ið tað kann hava við sær. – Galatiabrævið 6:5.

Nøkur sera álvarslig viðurskifti hava fingið nakrar tænarar hjá Gudi at lata seg sundurlesa ella skilja frá einum hjúnafelaga, hóast viðkomandi ikki hevur framt kynsligt siðloysi. Í slíkum førum ásetur Bíblian, at tann, sum velur at fara, skal ’verða verandi ógiftur ella koma til sættis’ við hjúnafelagan. (1 Korintbræv 7:11) Ein tænari hjá Gudi, ið velur at gera hetta, er ikki leysur at leita sær eftir einum øðrum at gifta seg við. (Matteus 5:32) Latið okkum nevna nakrar heilt serligar umstøður, ið nøkur hava mett sum grundarlag fyri sundurlesing.

Tá ið maðurin við vilja forsømir at uppihalda familjuni. Ein familja kann gerast sera fátæk og mangla tað mest neyðuga til lívsins uppihald, um maðurin ikki syrgir fyri sínum, hóast hann er førur fyri tí. Í Bíbliuni stendur: „Hevur onkur ikki umsorgan fyri ... húsfólki sínum – hann hevur avnoktað trúnna og er verri enn ein vantrúgvandi.“ (1 Timoteus 5:8) Vil ein tílíkur maður ikki broyta seg, má konan gera av, um hon noyðist at verja seg sjálva og børnini við at lata seg sundurlesa. Teir elstu eiga sjálvsagt at kanna málið væl,  um ein bróðir verður ákærdur fyri at nokta at uppihalda síni familju. Vil ein maður ikki syrgja fyri familjuni, kann hann verða útihýstur.

Tá ið lív og heilsa eru í vanda av harðskapi. Ein hjúnafelagi, sum fremur harðskap, kann fara so ógvisliga fram, at lív og heilsa hjá makanum kemur í vanda. Er tann, sum fremur harðskap, ein tænari hjá Jehova, skulu teir elstu í samkomuni kanna ákærurnar fyri at vita, um tær eru sannar. Illsinnisherðindi og harðligur atburður kunnu elva til útihýsing. – Galatiabrævið 5:19-21.

Tá ið andaliga heilsan er í álvarsligum vanda. Ein hjúnafelagi roynir kanska í heilum at forða makanum í at tilbiðja Gud ella roynir enntá at noyða viðkomandi at bróta Guds boð á onkran hátt. Er hetta støðan, má tann hótti hjúnafelagin gera av, um einasti møguleikin at „lýða Gud meir enn menniskju“ er at lata seg sundurlesa. – Ápostlasøgan 5:29.

Í øllum málum, har støðan er so álvarslig, sum vit júst hava umrøtt, eigur eingin hvørki at royna at sannføra tann óseka hjúnafelagan um at lata seg sundurlesa ella at verða verandi hjá hjúnafelaganum. Andaliga búgvin vinfólk og elstar kunnu veita stuðul og bíbilska leiðbeining, men tey vita ikki um alt, sum gongur fyri seg millum mann og konu. Tað er bara Jehova, sum sær tað. Ein gift kona, sum tænir Gudi, ærir hvørki Jehova ella hjúnabandið, um hon fær trupulleikarnar í hjúnalagnum at ljóða verri, enn teir eru, bara tí hon vil sleppa frá at búgva saman við manni sínum. Hetta er eisini galdandi fyri mannin, um hann ger tað sama. Jehova sær, hvat býr undir eini og hvørji roynd at verða sundurlisin, uttan mun til hvussu fólk royna at fjala út yvir tað. Ja, „alt er nakið og bert fyri eygum hansara, sum vit standa til svars fyri“. (Hebrearabrævið 4:13, Dahl/Viderø) Men er talan um eina sera vandamikla støðu, ið heldur fram, eigur eingin at hava at einum tænara hjá Gudi, sum velur at lata seg sundurlesa, tí hann eingi onnur ráð veit sær. Tá ið samanum kemur, skulu vit „jú øll standa fyri dómstóli Guds“. – Rómbrævið 14:10-12.