Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvørji gera Jehova vilja í dag?

 6PARTUR

Hvussu gagnar tað okkum at koma saman við trúarfelagum?

Hvussu gagnar tað okkum at koma saman við trúarfelagum?

Madagaskar

Noreg

Libanon

Italia

Antin vit skulu stríða okkum gjøgnum tættan frumskóg ella illfýsið veður, fara vit altíð á møtini hjá okkum. Hví gera Jehova vitni so nógv burtur úr at koma saman við trúarfelagum, eisini sjálvt um tey hava trupulleikar og eru móð eftir ein langan arbeiðsdag?

Tað ger okkum gott. Paulus skrivaði til tey í kristnu samkomuni, at tey skuldu „geva gætur hvør eftir øðrum“, altso hugsa um hvør annan. (Hebrearabrævið 10:24) Á henda hátt minnir ápostulin okkum á, at vit skulu læra hvør annan at kenna og vísa umsorgan. Læra vit onnur í samkomuni at kenna, koma vit kanska eftir, at tey hava klárað avbjóðingar, sum líkjast okkara. Tey kunnu tí geva okkum góð ráð og stuðla okkum.

Vit knýta sterk vinabond. Á okkara møtum koma vit ikki bara saman við kenningum, men við góðum vinum. Vit hava eisini uppbyggjandi samveru aðrar tíðir, har vit hugna okkum. Hvussu gagnar slíkur felagsskapur okkum? Vit læra at virðismeta hvør annan meira, og tað styrkir kærleikan. Tá okkara brøður og systrar eru fyri trupulleikum, eru vit fús at hjálpa teimum, tí vit eru góðir vinir. (Orðtøkini 17:17) Koma vit saman við øllum í okkara samkomu, vísa vit, at vit hava „líka umsorgan hvør fyri øðrum“. — 1 Korintbræv 12:25, 26.

Vit mæla tær til at velja vinir, sum gera Guds vilja. Slíkar vinir finnur tú hjá Jehova vitnum. Lat einki forða tær í at koma saman við okkum.

  • Hví gagnar tað okkum at koma saman á møtunum?

  • Nær kundi tú hugsað tær at komið við á møti og lært okkum betur at kenna?

LÆR MEIRA

Hvussu ganga møtini hjá Jehova vitnum fyri seg?

Fá at vita, hvussu vit tilbiðja Gud.