Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvørji gera Jehova vilja í dag?

 16PARTUR

Hvønn leiklut hava samkomutænarar?

Hvønn leiklut hava samkomutænarar?

Myanmar

Møti

Tænastubólkur

Viðlíkahald av ríkissalinum

Bíblian nevnir tveir bólkar av kristnum monnum, sum hava ábyrgd í samkomuni — ’umsjónarmenn og samkomutænarar’. (Filippibrævið 1:1) Vanliga eru fleiri elstar og samkomutænarar í hvørji einstakari samkomu. Hvat gera samkomutænararnir, sum gagnar okkum?

Teir hjálpa teimum elstu. Vit hava bæði ungar og eldri samkomutænarar, sum allir eru andaliga sinnaðir, álítandi og samvitskufullir. Teir taka sær av týðandi praktiskum uppgávum í samkomuni. Tað gevur teimum elstu møguleika at savna seg um undirvísingina og hirðaarbeiðið.

Teir røkja praktiskar uppgávur. Nakrir samkomutænarar fáa uppgávuna at bjóða øllum vælkomnum, sum koma á møti. Aðrir taka sær kanska av ljóðútgerðini, útbýtingini av lesnaði, samkomuroknskapinum og at geva boðarum í samkomuni øki at boða í. Teir hjálpa eisini við at viðlíkahalda ríkissalin. Teir elstu biðja teir kanska hjálpa teimum eldru í samkomuni. Samkomutænarar eru villigir at røkja allar hesar uppgávur, og samkoman virðir teir fyri tað stóra arbeiðið, teir gera. — 1 Timoteus 3:13.

Teir eru góðar fyrimyndir. Brøður verða valdir at verða samkomutænarar vegna teirra góðu kristnu eginleikar. Tá ið teir stíla fyri orðaskiftum ella halda fyrilestrar á møtunum, styrkja teir okkara trúgv. At teir ganga undan í boðanini, hjálpir okkum at vera meira eldhugað. Av tí at teir eru fúsir at samstarva við teir elstu, fremja teir gleði og einleika í samkomuni. (Efesusbrævið 4:16) Við tíðini kunnu teir eisini blíva elstar.

  • Hvussu eru samkomutænarar?

  • Hvussu hjálpa hesir tænararnir samkomuni at virka uttan trupulleikar?

LÆR MEIRA

Hvussu eru samkomurnar hjá Jehova vitnum skipaðar?

Fá at vita, hvussu vit fáa undirvísing og leiðbeining í samkomuni.