Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvørji gera Jehova vilja í dag?

 25PARTUR

Hví og hvussu byggja vit ríkissalir?

Hví og hvussu byggja vit ríkissalir?

Bolivia

Nigeria, áðrenn og eftir

Tahiti

Sum navnið ’ríkissalur’ bendir á, leggur bíbliuundirvísingin í okkara ríkissalum dent á Guds ríki, høvuðsevnið í Jesu boðan. — Lukas 8:1.

Teir eru miðdeplar fyri sanna tilbiðing. Tað er í ríkissalinum, at boðanararbeiðið verður skipað. (Matteus 24:14) Ríkissalir eru ymiskir í stødd og skapi, men allir eru einfaldir. Nógvir av teimum húsa fleiri samkomum. Seinnu árini hava vit bygt tíggjutúsundtals nýggjar ríkissalir (í miðal fimm um dagin) fyri at fylgja við vøkstrinum í okkara samkomum. Hvussu er hetta møguligt? — Matteus 19:26.

Teir verða bygdir fyri gávur úr einum felagsgrunni. Hesin stuðulin verður sendur deildarskrivstovuni, so peningurin kann latast samkomum, ið hava tørv á at byggja ella umvæla ein ríkissal.

Tey, sum byggja, eru sjálvboðin og hava ymiskar umstøður. Í nógvum londum eru ríkissalsbyggilið skipað. Tey, sum tæna í byggitoymum, og onnur sjálvboðin ferðast frá einari samkomu til aðra innan fyri landamarkið, eisini til fjarskotin øki. Har hjálpa tey samkomunum at byggja ríkissalir. Í øðrum londum hava skikkað Jehova vitni fingið uppgávuna at hava umsjón við at byggja og umvæla ríkissalir í einum ávísum øki. Í sambandi við allar byggiverkætlanir bjóða nógvir dugnaligir handverkarar sína arbeiðsmegi fram, men meginparturin av teimum sjálvbodnu arbeiðsfólkunum eru úr samkomuni á staðnum. Alt hetta ber til, tí Jehova gevur av sínum anda, og tí hansara fólk av heilum huga hjálpir til. — Sálmur 127:1; Kolossebrævið 3:23.

  • Hví rópa vit staðið, har vit tilbiðja, ríkissalur?

  • Hvussu er tað møguligt at byggja ríkissalir kring allan heimin?

LÆR MEIRA

Hvussu eru møtini hjá Jehova vitnum?

Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvat fer fram á okkara møtum? Tú verður uttan iva hugtikin av góðskuni í bíbliuundirvísingini, tú fært har.