Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvørji gera Jehova vilja í dag?

 4PARTUR

Hví eru vit komin við eini nýggjari bíbliutýðing?

Hví eru vit komin við eini nýggjari bíbliutýðing?

Kongo-Kinshasa

Ruanda

Eitt brot úr griksku týðingini hjá Symmachus úr triðju ella fjórðu øld eftir okkara tíðarrokning, har gudsnavnið stendur í Sálmi 69:32

Í fleiri áratíggju brúktu Jehova vitni ymiskar bíbliutýðingar, sum tey eisini prentaðu og býttu út. Men so gjørdist okkum greitt, at tørvur var á eini nýggjari umseting, sum hjálpti fólki at „koma at kenna sannleikan“ meira nágreiniliga, sum Gud vil, at øll skulu. (1 Timoteus 2:3, 4) Tí fóru vit í 1950 at geva út partar av okkara Bíbliu á nútíðarmáli, New World Translation. Henda Bíblian er nágreiniliga og neyvt umsett til meira enn 130 mál. *

Tørvur var á eini bíbliu, sum var løtt at skilja. Mál broytast við tíðini, og í nógvum umsetingum eru ógreiðar og avoldaðar orðingar, sum eru ringar at skilja. Hartil eru fleiri eldri og meiri nágreinilig handrit komin undan kavi, og tað hevur givið eina betri fatan av hebraiskum, aramaiskum og grikskum bíbliutekstum.

Tørvur var á eini týðing, sum í trúfesti endurgav boðskapin frá Gudi. Heldur enn at loyva sær at broyta innblásta orð Guds, eiga bíbliutýðarar í trúfesti at endurgeva upprunatekstin. Og kortini stendur gudsnavnið, Jehova, ikki í teimum flestu bíbliutýðingunum.

Tørvur var á eini bíbliu, sum ber høvundinum heiður. (2 Sámuel 23:2) Navnið Jehova er sett í aftur New World Translation umleið 7000 ferðir, soleiðis sum tað stóð í teimum elstu bíbliuhandritunum. Eitt dømi er at síggja á myndini niðanfyri. (Sálmur 83:19) * Áralanga kanningararbeiðið, sum er farið fram, hevur givið okkum eina bíbliu, sum týðiliga endurgevur hugsanir Guds, og tað er ein fragd at lesa hana. Uttan mun til um New World Translation fæst á tínum egna máli ella ikki, so mæla vit tær til at lesa í Bíbliuni hvønn dag. — Josva 1:8; Sálmur 1:2, 3.

  • Hví mettu vit, at tørvur var á eini nýggjari bíbliutýðing?

  • Hvat eiga øll tey, sum vilja læra um Guds vilja, at gera hvønn dag?

^ par. 3 New World Translation er ikki týdd til føroyskt. Men tú kanst fáa nyttu av at lesa hana á øðrum málum.

^ par. 6 Í orðafrágreiðingini í Løggildu føroysku umsetingini frá 2006 stendur at lesa undir ’Harrin’: „Harrin í Gamla Testamenti av hebráiska orðinum adonaj, sagt um Guð. Navn hansara er Jahve, stytt Jah.“

LÆR MEIRA

Bíblian — ein bók frá Gudi

Hvussu kann Bíblian hjálpa tær at klára trupulleikar? Hví kanst tú líta á profetiirnar í henni?