Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Hvørji gera Jehova vilja í dag?

 7PARTUR

Hvussu eru møtini hjá okkum?

Hvussu eru møtini hjá okkum?

Nýsæland

Japan

Uganda

Litava

Tey fyrstu kristnu sungu, bóðu, lósu og tosaðu um Skriftirnar, tá tey vóru á møti, og tey høvdu ongar halgisiðir. (1 Korintbræv 14:26) Soleiðis er eisini hjá okkum.

Undirvísingin er gagnlig og grundað á Bíbliuna. Í vikuskiftinum hava allar samkomur eitt møti, sum byrjar við einum bíbilskum fyrilestri, ið varir 30 minuttir. Hann vísir, hvussu Bíblian kann hjálpa okkum í okkara lívi og tíðini, vit liva í. Vit verða øll eggjað til at fylgja við í okkara egnu bíbliu. Eftir fyrilesturin er ein tími við vakttornslestri, har øll í samkomuni kunnu taka lut í einum orðaskifti um eina grein í lestrarútgávuni av Vagttårnet. Hetta orðaskiftið hjálpir okkum at fylgja leiðbeiningini í Bíbliuni. Sama tilfarið verður lisið í øllum okkara samkomum kring heimin, sum telja fleiri enn 110.000.

Vit læra at undirvísa. Vit hava eisini møti eitt kvøld mitt í viku. Hetta møtið rópa vit Okkara kristna lív og tænasta. Tað er býtt upp í tríggjar partar og er grundað á tilfarið í einum arbeiðshefti, sum kemur út eina ferð um mánaðin. Fyrsti parturin, Dýrgripir úr Guds orði, gevur okkum innlit í nakrar kapitlar í Bíbliuni, sum vit hava lisið frammanundan. Í næsta partinum, Ger framstig í boðanini, eru sýningar, sum vísa, hvussu vit kunnu tosa við onnur um Bíbliuna. Tann, sum hevur ábyrgdina av møtinum, gevur okkum góð ráð um, hvussu vit kunnu lesa og orða okkum betur. (1 Timoteus 4:13) Síðsti parturin, Lívið sum kristin, lærir okkum, hvussu vit kunnu brúka meginreglurnar í Bíbliuni í gerandisdegnum. Í hesum partinum er eisini eitt orðaskifti við spurningum og svarum, sum hjálpir okkum at skilja Bíbliuna betur.

Á okkara møtum verður tú uttan iva bilsin av tí góðu bíbliuundirvísingini. — Esaias 54:13.

  • Hvat kanst tú vænta tær at hoyra á møtunum hjá Jehova vitnum?

  • Hvat av okkara vikuligu møtum kundi tú hugsað tær at komið á?