Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvørji gera Jehova vilja í dag?

 23PARTUR

Hvussu verður okkara lesnaður skrivaður og umsettur?

Hvussu verður okkara lesnaður skrivaður og umsettur?

Skrivideildin, USA

Suðurkorea

Armenia

Burundi

Sri Lanka

Av tí at vit vilja gera okkara ítasta fyri at kunngera ’øllum tjóðum, ættum, tungumálum og fólkum evangeliið’, geva vit lesnað út á meira enn 750 málum. (Opinberingin 14:6) Hvussu klára vit hesa avbjóðing? Tað gera vit, tí nógv Jehova vitni úr øllum heiminum skriva og umseta okkara lesnað.

Upprunateksturin verður skrivaður á enskum. Stýrandi ráðið hevur umsjón við virkseminum hjá skrivideildini á okkara høvuðsskrivstovu. Henda deildin samskipar uppgávurnar hjá teimum, ið skriva. Tey tæna á høvuðsskrivstovuni og á ávísum deildarskrivstovum. Av tí at fólk við ymiskari bakgrund skriva lesnaðin, ber tað til hjá okkum at skriva um evni, sum tala til fólk úr øllum tjóðum og mentanum.

Teksturin verður sendur umsetarunum. Tá ið tilfarið er ritstjórnað og góðkent, verður tað sent elektroniskt til umsetingartoymi kring heimin. Teir arbeiða í toymum, sum umseta, kanna eftir og rættlesa tekstin. Teir stremba eftir at velja røttu orðini fyri at endurgeva røttu meiningina av enska tekstinum á týðingarmálinum. — Prædikarin 12:10.

Teldur seta ferð á framleiðsluna. Ein telda kann ikki verða sett í staðin fyri menniskju, sum skriva og umseta. Men ferð kann verða sett á teirra arbeiði, tí orðabøkur, málslig amboð og kanningartilfar eru á telduni. Jehova vitni hava gjørt eina elektroniska skipan til útgávu av lesnaði á nógvum málum, sum verður rópt MEPS (Multilanguage Electronic Publishing System). Tekstur á hundraðtals málum kann leggjast inn í hesa skipanina og verða flættaður saman við myndatilfarinum. At enda verður hann umbrotin til prentingar.

Hví gera vit so nógv burturúr, eisini tá tað snýr seg um mál, sum bert fá túsund fólk tosa? Tí Jehova vil, at „øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan“. — 1 Timoteus 2:3, 4.

  • Hvussu verður okkara lesnaður skrivaður?

  • Hví umseta vit okkara lesnað til so nógv mál?