Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvørji gera Jehova vilja í dag?

 20PARTUR

Hvussu virkar Stýrandi ráðið í dag?

Hvussu virkar Stýrandi ráðið í dag?

Stýrandi ráðið í fyrstu øld

Brævið frá stýrandi ráðnum verður lisið upp

Í fyrstu øld tænti ein lítil bólkur, ’ápostlarnir og hinir elstu’ í Jerusalem, sum eitt stýrandi ráð, ið skuldi taka týðandi avgerðir fyri alla ta salvaðu kristnu samkomuna. (Ápostlasøgan 15:2) Tá ið teir komu ásamt um eina avgerð, var hon altíð grundað á Skriftirnar og tað, sum Guds andi vísti teimum á. (Ápostlasøgan 15:25) Sama fyrimynd verður fylgd í dag.

Gud fremur sín vilja við tí. Salvaðu brøðurnir, sum tæna í Stýrandi ráðnum, eru sera áhugaðir í Guds orði og hava drúgvar royndir, tá ið tað snýr seg um at handfara praktisk og andalig mál. Teir møtast hvørja viku fyri at tosa um tørvin í heimsumfatandi brøðralagnum. Eins og í fyrstu øld syrgja teir fyri bíbilskari leiðbeining, sum teir senda út í brøvum ella við ferðandi umsjónarmonnum og øðrum. Hetta hjálpir Guds fólki at standa sameint í orði og verki. (Ápostlasøgan 16:4, 5) Stýrandi ráðið stendur fyri framleiðsluni av andaligu føðini, fremur boðanararbeiðið og hevur umsjón við, at brøður verða tilnevndir at fáa ábyrgdaruppgávur.

Tað letur seg leiða av Guds anda. Stýrandi ráðið leitar sær ráð hjá alheimsins Fullveldisharra, Jehova, og hjá Jesusi, sum er høvur samkomunnar. (1 Korintbræv 11:3; Efesusbrævið 5:23) Limirnir í hesum ráðnum meta ikki seg sjálvar sum leiðarar hjá Guds fólki. Teir og øll onnur salvað kristin „fylgja lambinum [Jesusi], hvar tað so fer“. (Opinberingin 14:4) Brøðurnir í Stýrandi ráðnum eru sera takksamir fyri, at vit biðja fyri teimum.

  • Hvør var í stýrandi ráðnum í fyrstu øld?

  • Hvussu leitar Stýrandi ráðið í dag sær ráð hjá Gudi?

LÆR MEIRA

Hvør stovnaði samkomuna hjá Jehova vitnum?

Hví kann tað ikki sigast, at Charles Taze Russell stovnaði ein nýggjan átrúnað?