Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Hvørji gera Jehova vilja í dag?

 5PARTUR

Hvat fært tú burtur úr at koma á okkara kristnu møti?

Hvat fært tú burtur úr at koma á okkara kristnu møti?

Argentina

Sierra Leona

Belgia

Malaisia

Nógv eru hildin uppat at ganga á møti ella í kirkju, tí tey hvørki fáa andaliga leiðbeining ella troyst. Hví skuldi tú so komið á møtini hjá Jehova vitnum? Hvat fært tú burtur úr tí?

Tú verður glaður, tí fólkini eru blíð og umhugsin. Í fyrstu øld vórðu tey kristnu skipað í samkomur, og tey hildu møti, har tey tilbóðu Gud, lósu Skriftirnar og uppbygdu hvør annan. (Hebrearabrævið 10:24, 25) Tey høvdu tað so gott saman, at tey kendu seg sum sannar vinir — andaligar brøður og systrar. (2 Tessalonikabræv 1:3; 3 Jóhannes 15) Vit fylgja somu fyrimynd og uppliva somu gleði.

Tú lærir at fylgja meginreglunum í Bíbliuni. Eins og á døgum Bíbliunnar koma menn, kvinnur og børn øll saman á einum staði. Dugnaligir lærarar brúka Bíbliuna til at hjálpa okkum at skilja, hvussu vit kunnu fylgja hennara meginreglum í gerandislívinum. (5 Mósebók 31:12; Nehemias 8:8) Í felags orðaskiftum og sangi hava øll møguleika at siga frá síni kristnu vón. — Hebrearabrævið 10:23.

Tú verður styrktur í trúnni á Gud. Paulus ápostul segði við eina av samkomunum á hansara døgum: „Mær leingist at síggja tykkum, . . . at eg hjá tykkum kann verða lívgaður saman við tykkum við felags trúgv okkara, tykkara og míni.“ (Rómbrævið 1:11, 12) At koma saman við okkara trúarfelagum á møtunum hvørja viku styrkir okkum í trúnni og avgerðini um at liva eitt kristið lív.

Hevur tú ikki hug at koma á okkara næsta møti og fáa sjón fyri søgn? Tú ert hjartaliga vælkomin. Øll møtini eru ókeypis og eingin peningainnsavning fer fram.

  • Eftir hvørjari fyrimynd eru okkara møti løgd til rættis?

  • Hvussu gagnar tað okkum at koma á hesi møtini?

LÆR MEIRA

MØTI

Møti hjá Jehova vitnum

Finn út av, hvar vit hava møti, og hvussu tey ganga fyri seg.