Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvørji gera Jehova vilja í dag?

 28PARTUR

Hvat er at finna á okkara heimasíðu?

Hvat er at finna á okkara heimasíðu?

Frakland

Pólland

Russland

Við sínar lærisveinar segði Jesus Kristus: „Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!“ (Matteus 5:16) Tí gera vit okkum dælt við nútímans tøkni, harímillum internetinum. Á okkara almennu heimasíðu, jw.org, ber til at lesa um læruna og virksemið hjá Jehova vitnum. Hvat er at síggja á henni?

Hvussu Bíblian svarar spurningum, ið vanliga verða settir. Tú finnur svarið til nakrar av teimum mest týðandi spurningunum, fólk yvirhøvur hava sett. Til dømis eru faldararnir Halda líðingar nakrantíð uppat? og Fáa tey deyðu veruliga lívið aftur? tøkir á netinum á fleiri enn 600 málum. Tú finnur eisini New World Translation á fleiri enn 130 málum og nógv bíbliulestrartilfar, eitt nú bókina Hvat lærir Bíblian veruliga? og nýggjastu numrini av Vagttårnet og Vågn op! Tað ber til at lesa ella lurta eftir nógvum av hesum lesnaðinum á internetinum. Hann kann eisini takast niður í ymiskum sniðum, sum til dømis MP3, PDF og EPUB. Ja, tú kanst prenta nakrar fáar síður út at vísa einum áhugaðum á hansara egna máli. Filmstilfar ætlað deyvum er til taks á nógvum teknmálum. Tað er eisini møguligt at taka niður livandi bíbliulesing, bíbilskar leikir og vakran tónleik, sum tú kanst lurta eftir, tá ið tú hevur hug.

Hentar upplýsingar um Jehova vitni. Á heimasíðuni eru eisini nýggjastu tíðindini og filmsbrot um okkara heimsumfatandi arbeiði, um hendingar, sum ávirka Jehova vitni, og um ta neyðhjálpina, vit veita. Kunngerðir um okkara stevnur og um, hvussu vit kunnu koma í samband við okkara deildarskrivstovur, standa eisini at lesa har.

Soleiðis lata vit sannleikans ljós lýsa líka til enda jarðarinnar. Hetta kemur fólki í øllum heimspørtum til nyttu, eisini í Antarktis. Vit biðja um, at „orð Harrans skal ganga fram“ við ferð á allari jørðini, Gudi til heiðurs. — 2 Tessalonikabræv 3:1.

  • Hvussu hjálpir heimasíðan jw.org enn fleiri fólkum at læra um sannleikan í Bíbliuni?

  • Hvat kundi tú hugsað tær at kanna á okkara heimasíðu?