Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvørji gera Jehova vilja í dag?

 12PARTUR

Hvussu er okkara boðanararbeiði skipað?

Hvussu er okkara boðanararbeiði skipað?

Spania

Hvítarussland

Hongkong

Peru

Stutt áðrenn Jesus doyði, segði hann: „Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki, øllum fólkasløgum til vitnisburð; og tá skal endin koma.“ (Matteus 24:14) Men hvussu skuldi henda alheims boðanin útinnast? Jú, eftir fyrimyndini, Jesus gav okkum, meðan hann var á jørðini. — Lukas 8:1.

Vit royna at hitta fólk, har tey búgva. Jesus lærdi sínar lærisveinar at bera evangeliið, ella tey góðu tíðindini, hús úr húsi. (Matteus 10:11-13; Ápostlasøgan 5:42; 20:20) Hesir lærisveinarnir í fyrstu øld fingu nøkur ávís øki at boða í. (Matteus 10:5, 6; 2 Korintbræv 10:13) Okkara boðanararbeiði í dag er eisini væl skipað, og hvør samkoma hevur fingið ábyrgdina av einum ávísum øki. Soleiðis kunnu vit fylgja boðnum, Jesus gav okkum, um at „prædika fyri fólkinum og vitna“. — Ápostlasøgan 10:42.

Vit leggja okkum eftir at hitta fólk, har tey eru. Jesus boðaði eisini á almennum støðum, eitt nú á strondini ella við ein brunn. (Markus 4:1; Jóhannes 4:5-15) Vit royna somuleiðis at tosa við fólk allastaðni, har tað ber til — á gøtuni, í handilsøkjum, í viðarlundum ella í telefon. Vit vitna eisini fyri grannum, arbeiðsfelagum, floksfelagum og skyldfólki, tá ið tað er hóskandi. Alt hetta hevur givið milliónum av menniskjum møguleika at hoyra tey góðu tíðindini um frelsu. — Sálmur 96:2.

Kennir tú onkran, tú hevur hug at fortelja tey góðu tíðindini um Guds ríki og hvønn týdning, tað hevur fyri framtíðina hjá honum ella henni? Hví so ikki royna tað?

  • Hvat „evangelium“ skal kunngerast?

  • Hvussu taka Jehova vitni eftir Jesusi, tá ið tey boða?

LÆR MEIRA

Jehova vitni — skipað at bera tey góðu tíðindini út

Jehova vitni eru kend fyri at undirvísa í Bíbliuni um allan heimin. Hvussu verður teirra virksemi skipað og fíggjað?