Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvørji gera Jehova vilja í dag?

 9PARTUR

Hvussu kunnu vit á bestan hátt fyrireika okkum til møtini?

Hvussu kunnu vit á bestan hátt fyrireika okkum til møtini?

Kambodja

Ukraina

Lesur tú Bíbliuna við Jehova vitnum, roynir tú helst at hyggja at tilfarinum áðrenn lesturin. Gert tú tað sama, áðrenn tú kemur á møti í samkomuni, fært tú mest burturúr. Bestu nyttuna fáa vit, um vit gera tað til ein vana at fyrireika okkum.

Ger av, nær og hvar tað riggar best at fyrireika seg. Nær fært tú best hugsavnað teg? Er tað tíðliga á morgni, áðrenn tú fert til arbeiðis, ella um kvøldið, tá ið børnini eru løgd í song? Sjálvt um tú ikki fært lisið serliga leingi, set so eina ávísa tíð av og royn ikki at lata teg órógva av nøkrum. Vel tær eitt friðarligt stað og sløkk útvarpið, sjónvarpið og fartelefonina. Biður tú áðrenn lesturin, verður tað lættari hjá tær at sleppa stúranum og hugsavna teg um Guds orð. — Filippibrævið 4:6, 7.

Strika undir og fyrireika teg til at luttaka. Legg fyri við at fáa eitt yvirlit yvir tað, tú ætlar at kanna. Hugsa um heitið á greinini ella kapitlinum, og hvussu undiryvirskriftirnar hóska til evnið. Kanna eisini myndirnar og endurtøkuspurningarnar, sum vísa á høvuðstankarnar. Les síðani paragrafarnar ein og ein og leita eftir svarinum til spurningin, sum hoyrir til. Finn og les skriftstøðini, sum víst er til, og hugsa um, hvussu tey hóska til tilfarið. (Ápostlasøgan 17:11) Tá ið tú hevur funnið svarið, strika so undir nøkur lyklaorð ella onkra orðing í paragrafinum, so tú minnist tað aftur. So kanst tú á møtinum, um tú hevur hug, rætta hondina upp og gera eina stutta viðmerking við egnum orðum.

Kannar tú tey ymisku evnini, sum verða viðgjørd á møtunum hvørja viku, leggur tú nýggjar tankar aftrat bíbliukunnleikanum, sum tú longu hevur. — Matteus 13:51, 52.

  • Hvussu kanst tú gera tað til ein vana at fyrireika teg til møtini?

  • Hvussu kanst tú fyrireika teg til at gera eina viðmerking á møtinum?

LÆR MEIRA

Hvussu ganga møtini hjá Jehova vitnum fyri seg?

Fá at vita, hvussu vit tilbiðja Gud.