Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvørji gera Jehova vilja í dag?

 21PARTUR

Hvat er Betel?

Hvat er Betel?

Myndadeildin, USA

Týskland

Kenja

Kolumbia

Betel er eitt hebraiskt navn og merkir „hús Guds“. (1 Mósebók 28:17, 19) Tað er eitt hóskandi heiti til bygningarnar, har Jehova vitni kring heimin hava sínar deildarskrivstovur. Haðani verður boðanararbeiðið skipað og stuðlað. Stýrandi ráðið tænir á høvuðsskrivstovuni í statinum New York, USA, og har hevur tað umsjón við virkseminum hjá deildarskrivstovum í nógvum londum. Tey, sum tæna har, rópa vit betelfamiljuna. Sum ein familja búgva og arbeiða tey saman, eta saman og lesa Bíbliuna saman í einleika. — Sálmur 133:1.

Eitt heilt serligt stað, har øll tæna ósjálvsøkin. Á øllum betelheimum eru menn og kvinnur, sum heilhugað gera Guds vilja og stuðla Ríkisins áhugamálum fulla tíð. (Matteus 6:33) Eingin er løntur, men øll fáa innivist og mat og eina samsýning til at rinda persónligar útreiðslur. Øll á Betel hava eina uppgávu, eitt nú á eini skrivstovu, í einum køki ella matarsali. Nøkur arbeiða á eini prentsmiðju ella í bókbindaríi, onnur vaska klæði, gera reint, gera ymiskar ábøtur ella annað.

Eitt virkið hús, sum stuðlar boðanini um Ríkið. Aðalmálið hjá øllum betelheimum er at fáa sannleikan í Bíbliuni út til so nógv fólk sum gjørligt. Hetta heftið er eitt dømi um tað. Stýrandi ráðið hevur havt umsjón við, at tað varð skrivað. Síðani varð tað sent víðari elektroniskt til hundraðtals umsetingartoymi kring heimin, prentað á háferðarpressum á fleiri ymiskum betelprentsmiðjum og sent út til meira enn 100.000 samkomur. Í øllum hesum eru betelfamiljurnar ein dyggur stuðul í týdningarmesta arbeiðinum yvirhøvur — at boða tey góðu tíðindini. — Markus 13:10.

  • Hvørji tæna á Betel, og hvussu verður syrgt fyri teimum?

  • Hvørjum týðandi arbeiði stuðla øll betelheim?

LÆR MEIRA

Filmsbrot: Heimsumfatandi boðanarátak hjá Jehova vitnum

Hygg, hví tey brúka milliardir av tímum og boða gleðiboðskapin á hundraðtals tungumálum.