Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Hvørji gera Jehova vilja í dag?

 18PARTUR

Hvussu hjálpa vit okkara brøðrum, sum eru í neyð?

Hvussu hjálpa vit okkara brøðrum, sum eru í neyð?

Dominikanska lýðveldið

Japan

Haiti

Tá vanlukkur raka, skipa Jehova vitni beinanvegin fyri at hjálpa sínum brøðrum, sum eru í neyð. Tað vísir, at vit veruliga elska hvør annan. (Jóhannes 13:34, 35; 1 Jóhannes 3:17, 18) Á hvønn hátt hjálpa vit?

Vit lata stuðul. Tá ið ein stór hungursneyð var í Judea í fyrstu øld, sendu tey kristnu í Antiokia sínum andaligu brøðrum fíggjarligan stuðul. (Ápostlasøgan 11:27-30) Á líknandi hátt stuðla vit okkara brøðrum úti í heimi, tá ið vit fáa at vita, at teir eru í neyð. Vit senda teimum, sum hava bráðfeingis tørv, materiella hjálp gjøgnum okkara egnu samkomu. — 2 Korintbræv 8:13-15.

Vit veita praktiska hjálp. Teir elstu í einum vanlukkuraktum øki royna at fáa samband við øll í samkomuni fyri at tryggja sær, at tey hava tað gott. Vanliga syrgir ein neyðhjálparnevnd fyri at geva teimum neyðstøddu mat, reint drekkivatn, klæði, innivist og læknahjálp. Nógv Jehova vitni, sum hava neyðugu førleikarnar, bjóða seg fram at hjálpa við at gera ábøtur á hús ella ríkissalir, sum eru illa farnir. Og tey rinda sjálvi ferðakostnaðin. Einleikin, vit hava í okkara samskipan, og royndirnar, vit hava fingið av at arbeiða saman, gera okkum før fyri at bera skjótt at og veita neyðugu hjálpina, tá ið á stendur. Hóast vit hjálpa ’teimum, sum hoyra til trúnna’, hjálpa vit eisini øðrum, tá ið tað ber til, uttan mun til hvønn átrúnað, tey hava. — Galatiabrævið 6:10.

Vit veita andaligan og kensluligan stuðul. Tey, sum hava upplivað eina vanlukku, hava serliga tørv á ugga. Í slíkum førum fáa vit styrki frá Jehova, sum er „Gud alrar troystar“. (2 Korintbræv 1:3, 4) Vit vísa við gleði teimum, ið eru komin illa fyri, lyftið í Bíbliuni um, at Guds ríki skjótt fer at steðga øllum, sum elvir pínu og líðing. — Opinberingin 21:4.

  • Hví eru Jehova vitni før fyri at bera skjótt at, tá ið vanlukkur raka?

  • Hvussu kunnu vit ugga tey vanlukkuraktu við Bíbliuni?