Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvørji gera Jehova vilja í dag?

 22PARTUR

Hvat verður gjørt á eini deildarskrivstovu?

Hvat verður gjørt á eini deildarskrivstovu?

Sálomonsoyggjar

Kanada

Suðurafrika

Tey, sum arbeiða á Betel, tæna á nógvum ymiskum deildum og taka sær av boðanarvirkseminum í einum ella fleiri londum. Nøkur tæna í umsetingartoymum, onnur prenta kanska bløð, binda bøkur inn, arbeiða á lesnaðargoymslu, gera ljóð- og myndaupptøkur ella taka sær av øðrum.

Ein nevnd á deildarskrivstovuni hevur umsjón við virkseminum. Stýrandi ráðið hevur sett eina nevnd á hvørja einstaka deildarskrivstovu at reka virksemið. Í hesi nevndini eru tríggir ella fleiri skikkaðir og búnir elstar. Nevndin kunnar Stýrandi ráðið um framgongdina í teimum londunum, sum eru løgd inn undir arbeiðsøkið hjá nevndini, og eisini um trupulleikar, ið kunnu taka seg upp. Slíkar fráboðanir hjálpa Stýrandi ráðnum at gera av, hvørji evni skulu viðgerast í komandi lesnaði, á møtum og á stevnum. Umboð fyri Stýrandi ráðið vitja regluliga deildarskrivstovurnar og geva nevndunum ráð um, hvussu tær best kunnu røkja sína uppgávu. (Orðtøkini 11:14) Í tí sambandi er ein serlig skrá løgd til rættis, har umboðið fyri høvuðsskrivstovuna millum annað heldur ein fyrilestur fyri at uppbyggja tey, sum búgva í økinum hjá deildarskrivstovuni.

Samkomurnar verða stuðlaðar. Teir brøður, ið hava ábyrgd á deildarskrivstovuni, góðkenna, at nýggjar samkomur verða stovnaðar. Brøður leiða eisini virksemið hjá pionerum, trúboðarum og fylkisumsjónarmonnum, sum tæna í økinum hjá deildarskrivstovuni. Teir skipa fyri stevnum, samskipa, at nýggir ríkissalir verða bygdir, og at lesnaður verður sendur samkomunum eftir tørvi. Alt, sum verður gjørt á eini deildarskrivstovu, birtir uppundir, at boðanin verður útint við skili. — 1 Korintbræv 14:33, 40.

  • Hvussu hjálpa nevndirnar á deildarskrivstovunum Stýrandi ráðnum?

  • Hvørja ábyrgd hevur ein deildarskrivstova?