Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvørji gera Jehova vilja í dag?

 3PARTUR

Hvussu varð aftur varpað ljós á sannleikan í Bíbliuni?

Hvussu varð aftur varpað ljós á sannleikan í Bíbliuni?

Bíbliustudentar í 1870’unum

Fyrsta útgávan av The Watchtower, 1879

Vagttårnet í dag

Bíblian hevði fyriboðað, at eftir deyða Kristusar skuldu falskir lærarar stíga fram millum tey fyrstu kristnu og reingja sannleikan í Bíbliuni. (Ápostlasøgan 20:29, 30) Og so varð. Teir blandaðu læruna hjá Jesusi við heidnan átrúnað, og soleiðis tók falskur kristindómur seg fram. (2 Timoteus 4:3, 4) Hvussu kunnu vit vita, at vit nú á døgum skilja, hvat Bíblian veruliga lærir?

Tíðin kom, tá ið Jehova vísti á sannleikan. Hann hevði sagt frammanundan, at í ’tíð endans skuldi kunnskapurin verða stórur’. (Dániel 12:4) Í 1870 varnaðist ein lítil bólkur, sum royndi at finna sannleikan, at nógv av tí, kirkjan lærir, ikki stendur í Bíbliuni. Tí fóru menninir í hesum bólkinum undir at kanna, hvussu tað, sum Bíblian upprunaliga lærdi, skuldi skiljast, og Jehova hjálpti teimum.

Ærligir menn lósu og granskaðu Bíbliuna. Ídnu bíbliustudentarnir, sum komu undan okkum, høvdu eina ávísa mannagongd, tá ið teir lósu og granskaðu, og hana nýta vit framvegis. Teir kannaðu Bíbliuna, eitt evni fyri og annað eftir. Komu teir fram á okkurt, sum var torført at skilja, royndu teir at finna eina frágreiðing í øðrum skriftstøðum. Tá ið teir komu til eina niðurstøðu, sum samsvaraði við restina av Bíbliuni, skrivaðu teir tað upp. Soleiðis lótu teir Bíbliuna tulka seg sjálva, og á henda hátt varð aftur varpað ljós á sannleikan um Guds navn og ríki, á á hansara ætlan við mannaættini og jørðini, á støðuna, tey deyðu eru í, og á vónina um eina uppreisn. Henda kanningin fríaði teir undan nógvum følskum lærum og siðum. — Jóhannes 8:31, 32.

Í 1879 gjørdist bíbliustudentunum greitt, at tíðin var komin at kunngera sannleikan víða hvar. Sama árið fóru teir tí undir at skriva eitt blað, sum vit geva út enn í dag, nevniliga Vagttårnet — forkynder af Jehovas rige. Nú tosa vit við fólk um bíbilskar sannleikar í 240 londum og á meira enn 750 málum. Ongantíð áður hevur kunnskapurin verið so stórur!

  • Hvat hendi sannleikanum í Bíbliuni eftir deyða Kristusar?

  • Hvat hevur gjørt okkum før fyri aftur at varpa ljós á sannleikan í Guds orði?