Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvørji gera Jehova vilja í dag?

 8PARTUR

Hví eru vit pent ílatin, tá ið vit fara á møti?

Hví eru vit pent ílatin, tá ið vit fara á møti?

Ísland

Meksiko

Guinea Bissau

Filipsoyggjar

Hevur tú á myndunum í hesum heftinum lagt til merkis, at Jehova vitni altíð eru pent ílatin, tá ið tey eru á møti? Hví gera vit so nógv burtur úr at síggja pen og nosslig út?

Vit vísa Gudi virðing. Tað er satt, at Gud ikki bert hyggur at útsjóndini. (1 Sámuel 16:7) Men tá ið vit koma saman at tilbiðja hann, ynskja vit veruliga at vísa bæði honum og okkara trúarfelagum virðing. Um vit fingu høvi at tosa við ein kong ella forseta, høvdu vit helst av virðing fyri høga starvinum hugsað um, hvussu vit vóru ílatin. Somuleiðis vísa vit við okkara útsjónd á møtunum, at vit hávirða Jehova Gud, sum er „kongur tjóðanna“, og staðið, har vit tilbiðja hann. — Jeremias 10:7.

Vit vísa, hvørji lívsvirði vit hava. Bíblian eggjar kristnum til at lata seg í við „blúgv og heiður“. (1 Timoteus 2:9, 10) At lata seg í „við blúgv“, ella lítillætni, merkir, at vit hvørki gera okkum upp, vísa ov nógv ella øsa onnur við okkara klædnabúna. Og lata vit okkum í við „heiður“, velja vit sømilig klæði, sum ikki eru ófantalig ella løgin. Hesar meginreglur geva okkum kortini nógv í at velja. Uttan orð kann okkara snøgga og tekkiliga útsjónd „prýða læru Guds, Frelsara okkara“ og „prísa“ honum. (Titus 2:10; 1 Pætur 2:12) Tá ið vit eru pent ílatin á møtunum, fáa onnur kanska eina aðra mynd av Jehova og teimum, sum tilbiðja hann.

Lat tó ikki tíni klæði forða tær at koma á møti í ríkissalinum. Klæðini hjá okkum nýtast ikki at vera dýr ella sera fín fyri at vera hóskandi, rein og nosslig.

  • Hvussu týðandi eru klæðini, tá ið vit tilbiðja Gud?

  • Hvørjar meginreglur hjálpa okkum at vera pent ílatin og nosslig?