Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvat er Guds ríki?

Heldur tú, at tað er ...

  • okkurt innan í okkum?

  • ein stjórn í himli?

  • okkurt annað?

 BÍBLIAN SIGUR

’Gud Himmalsins skal grunda ríki, sum í allar ævir ikki skal verða lagt í oyði.’ — Dániel 2:44, umseting eftir Victor Danielsen.

„Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla.“ — Esaias 9:6.

HVØNN TÝDNING HEVUR HETTA FYRI TEG?

  •  Tú kanst gleðast um eina rættvísa stjórn. — Esaias 48:17, 18.

  • Tú fært fullkomna heilsu og eitt lukkuligt lív í einum komandi nýggjum heimi. — Opinberingin 21:3, 4.

 KUNNU VIT VERULIGA TRÚGVA TÍ, BÍBLIAN SIGUR?

Ja, í minsta lagi av tveimum orsøkum:

  • Jesus vísti, hvat Guds ríki fer at gera. Jesus lærdi sínar lærisveinar at biðja um, at Guds ríki skuldi koma, og at Guds vilji skuldi verða á jørðini. (Matteus 6:9, 10) Jesus vísti, hvussu tann bønin fór at verða svarað.

    Meðan Jesus var á jørðini, gav hann svongum mat, grøddi sjúk og vakti upp deyð! (Matteus 15:29-38; Jóhannes 11:38-44) Sum framtíðar kongur í Guds ríki gav Jesus eina frálíka hóming av, hvat Ríkið fer at gera fyri sínar borgarar. — Opinberingin 11:15.

  • Støðan í heiminum vísir, at Guds ríki skjótt fer at koma. Jesus segði, at bardagar, hungursneyð og jarðskjálvtar skuldu plága heimin, beint áðrenn Ríkið fær frið í lag á jørðini. — Matteus 24:3, 7.

    Alt hetta síggja vit í dag. Tí skulu vit ikki ivast í, at Guds ríki skjótt fer at gera enda á øllum hesum trupulleikum.

 HUGSA UM HETTA

Hvussu verður lívið, tá ið Guds ríki valdar?

Bíblian svarar hesum spurninginum í SÁLMI 37:29 og í ESAIAS 65:21-23.

LÆR MEIRA

Hvørja ætlan hevur Gud við jørðini?

Bíblian greiðir frá, hví Gud skapti jørðina, nær líðingar halda uppat, og hvørja framtíð jørðin og tey, sum búgva á henni, hava.