Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Góð tíðindi frá Gudi

 12. PARTUR

Hvussu kanst tú koma nær til Gud?

Hvussu kanst tú koma nær til Gud?

1. Hoyrir Gud allar bønir?

Gud bjóðar øllum sløgum av fólki at koma nær til sín í bøn. (Sálmur 65:3) Men hann hoyrir, ella góðtekur, ikki allar bønir. Til dømis kunnu bønirnar hjá einum manni, sum fer illa við konu síni, „verða hindraðar“. (1 Pætur 3:7) Og tá ið ísraelsmenn hildu fram at gera tað, sum var ónt, noktaði Gud at lurta eftir teirra bønum. Men tá ein syndari angrar og umvendir seg, lurtar Gud eftir honum, eisini sjálvt um hann hevur framt grovar syndir. Tað er eyðsæð, at bønin er ein framíhjárættur. — Les Esaias 1:15; 55:7.

2. Hvussu skulu vit biðja?

Bøn er ein partur av okkara tilbiðing, og tí eiga vit bert at biðja til okkara Skapara, Jehova. (Matteus 4:10; 6:9) Og av tí at vit eru ófullkomin, eiga vit at biðja í Jesu navni, tí hann doyði fyri okkara syndir. (Jóhannes 14:6) Jehova vil ikki, at vit biðja bønir, sum vit hava lært okkum uttanat ella, sum eru skrivaðar niður. Hann vil, at vit skulu biðja av hjartanum. — Les Matteus 6:7; Filippibrævið 4:6, 7.

Jehova hoyrir enntá bønir, sum vit biðja innantanna. (1 Sámuel 1:12, 13) Hann bjóðar okkum at biðja til sín, hvørja ferð høvi býðst, eitt nú tá ið dagurin byrjar og endar, tá ið vit skulu eta, og tá ið vit hava trupulleikar. — Les Sálm 55:23; Matteus 15:36.

3. Hví koma kristin saman á møtum?

At koma nær til Gud er ikki lætt, tí vit búgva millum fólk, sum mangla trúgv á Gud og gera gjøldur burtur úr hansara  lyfti um frið á jørð. (2 Timoteus 3:1, 4; 2 Pætur 3:3, 13) Tí hava vit tørv á at koma saman við okkara trúarfelagum, og teir hava tørv á at vera saman við okkum, so vit kunnu uppbyggja hvør annan. — Les Hebrearabrævið 10:24, 25.

Tá ið vit koma saman við øðrum, sum elska Gud, hjálpir tað okkum at koma nær til hansara. Møtini hjá Jehova vitnum eru frálík høvi, har vit verða styrkt við trúnni hjá øðrum. — Les Rómbrævið 1:11, 12.

4. Hvussu kanst tú koma nær til Gud?

Tú kanst koma nær til Jehova, um tú djúphugsar um tað, tú hevur lært úr Bíbliuni. Hugsa um, hvat tú kanst læra av hansara verkum, ráðum og lyftum. Bøn og djúphugsan hjálpir okkum at skilja, hvussu stóran kærleika og vísdóm Gud hevur. — Les Josva 1:8; Sálm 1:1-3.

Tú kanst bert fáa eitt tætt samband við Gud, um tú hevur álit og trúgv á hann. Men trúgv er sum ein planta, sum skal vatnast. Tú mást alla tíðina styrkja tína trúgv við at hugsa um, hví tú trýrt. — Les Matteus 4:4; Hebrearabrævið 11:1, 6.

5. Hvussu gagnar tað tær at koma nær til Gud?

Jehova hevur umsorgan fyri teimum, sum elska hann. Hann kann verja tey ímóti tí, sum kann seta teirra trúgv og vón um ævigt lív í váða. (Sálmur 91:1, 2, 7-10) Hann ávarar okkum ímóti einum livihátti, sum er heilsuskaðiligur og ger okkum ólukkulig. Jehova lærir okkum besta liviháttin. — Les Sálm 73:27, 28; Jákup 4:4, 8.

 

LÆR MEIRA

Hví kanna Bíbliuna?

Bíblian gevur milliónum av menniskjum kring allan heimin svar upp á lívsins stóru spurningar. Kundi tú hugsað tær at verið ein av teimum?

Halt teg nær til Gud í bøn

Hoyrir Gud tínar bønir? Fyri at fáa svar upp á spurningin, mást tú vita, hvat Bíblian lærir um bøn.