Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Góð tíðindi frá Gudi

 14. PARTUR

Hví hevur Gud eina samskipan?

Hví hevur Gud eina samskipan?

1. Hví samskipaði Gud Ísrael í forðum?

Gud skipaði nakrar eftirkomarar hjá Ábrahami í eina tjóð og gav teimum lógir. Hann rópti tjóðina „Ísrael“ og leit henni upp í hendur at varðveita sonnu tilbiðingina og hansara orð. (Sálmur 147:19, 20) Hetta fór at gagna øllum tjóðum á jørðini. — Les 1 Mósebók 22:18.

Gud valdi ísraelsmenn at vera síni vitni. Søga Ísraels vísir, hvussu tað gagnar fólki at akta Guds lógir. (5 Mósebók 4:6) At líta at ísraelsmonnum gav øðrum møguleika at kenna hin sanna Gud. — Les Esaias 43:10, 12.

2. Hví eru sonn kristin skipað?

Sum frá leið misti Ísrael Guds tokka, og Jehova setti kristnu samkomuna í staðin fyri ta tjóðina. (Matteus 21:43; 23:37, 38) Í dag eru tað ikki longur ísraelsfólk, men tey sonnu kristnu, sum eru vitni fyri Jehova. — Les Ápostlasøguna 15:14, 17.

Jesus skipaði sínar lærisveinar at boða og gera fólk av øllum tjóðum til lærisveinar. (Matteus 10:7, 11; 24:14; 28:19, 20) Hetta arbeiðið kemur í hæddina nú, tá ið henda heimsskipanin nærkast endanum. Fyri fyrstu ferð í søguni hevur Jehova sameint milliónir av menniskjum úr øllum tjóðum í sannari tilbiðing. (Opinberingin 7:9, 10) Sonn kristin eru skipað, so tey kunnu uppbyggja og hjálpa hvør øðrum. Kring allan heimin verður sama skrá fyri bíbliuundirvísing nýtt á møtunum hjá teimum. — Les Hebrearabrævið 10:24, 25.

 3. Hvussu byrjaði samskipanin hjá Jehova vitnum í nýggjari tíð?

Í 1870’unum fór ein lítil bólkur av bíbliulesarum undir at leita bíbilskar sannleikar fram aftur, sum høvdu verið fjaldir í langa tíð. Teir vistu, at Jesus hevði skipað kristnu samkomuna at boða, og tí fóru teir í holt við eitt altjóða boðanarátak. Í 1931 tóku teir sær navnið Jehova vitni. — Les Ápostlasøguna 1:8; 2:1, 4; 5:42.

4. Hvussu eru Jehova vitni skipað?

Í fyrstu øld var eitt stýrandi ráð, sum hevði umsjón við kristnu samkomunum í nógvum londum. Hetta ráðið viðurkendi Jesus sum høvur samkomunnar. (Ápostlasøgan 16:4, 5) Í dag hevur eitt ráð av royndum elstum, Stýrandi ráðið, á líknandi hátt umsjón við Jehova vitnum um allan heimin. Tað hevur eftirlit við deildarskrivstovum hjá Jehova vitnum, har tey umseta, prenta og býta út bíbliulestrartilfar á meira enn 600 málum. Soleiðis ber tað til hjá Stýrandi ráðnum at veita fleiri enn 100.000 samkomum kring heimin bíbilska uppbygging og leiðbeining. Í hvørjari samkomu tæna menn, ið lúka ávís krøv, sum elstar, ella umsjónarmenn. Hesir menn hava sanna umsorgan fyri fylgi Guds. — Les 1 Pætur 5:2, 3.

Jehova vitni eru skipað at boða tey góðu tíðindini og gera lærisveinar. Eins og ápostlarnir boða tey hús úr húsi. (Ápostlasøgan 20:20) Tey bjóða sær eisini at lesa Bíbliuna við teimum, sum vilja vita sannleikan. Men Jehova vitni eru ikki bara ein samskipan. Tey eru ein familja, sum hevur ein góðan Faðir. Tey eru brøður og systrar, sum hava umsorgan fyri hvør øðrum. (2 Tessalonikabræv 1:3) Av tí at fólk Jehova er ein samskipan, sum roynir at gleða Gud og hjálpa øðrum, eru tey tann lukkuligasta familjan á jørðini. — Les Sálm 33:12; Ápostlasøguna 20:35.

 

LÆR MEIRA

HVAT LÆRIR BÍBLIAN VERULIGA?

Halt teg í kærleika Guds

Hvussu kunnu vit vísa kærleika og vera takksom fyri alt tað, sum Gud hevur gjørt?

HVØRJI GERA JEHOVA VILJA Í DAG?

Hvørji eru Jehova vitni?

Hvussu nógv Jehova vitni kennir tú? Hvat veitst tú um okkum?