Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Góð tíðindi frá Gudi

 9. PARTUR

Hvussu kann tín familja verða lukkulig?

Hvussu kann tín familja verða lukkulig?

1. Hví er hjúnabandið týðandi, um familjan skal vera lukkulig?

Tey góðu tíðindini koma frá Jehova, hinum lukkuliga Gudi, sum vil, at allar familjur skulu vera lukkuligar. (1 Timoteus 1:11) Hann stovnaði hjúnabandið. Hjúnabandið er týðandi, um familjan skal vera lukkulig, tí tað fær foreldur og børn at kenna seg trygg og glað. Kristin mugu virða lógirnar um skráseting av hjúnabandi, sum eru í landinum, tey búgva í. — Les Lukas 2:1, 4, 5.

Hvussu metir Gud hjúnabandið? Hann vil, at tað skal vera eitt varandi band millum ein mann og eina kvinnu. Jehova vil, at maður og kona skulu vera hvør øðrum trúgv. (Hebrearabrævið 13:4) Hann hatar hjúnaskilnað. (Malakias 2:16) Men hann loyvir kristnum at skiljast og gifta seg aftur, um hjúnafelagin hevur verið ótrúgvur. — Les Matteus 19:3-6, 9.

2. Hvussu eiga maður og kona at fara við hvør øðrum?

Jehova skapti menn og kvinnur, so tey kundu stuðla hvør øðrum í hjúnalagnum. (1 Mósebók 2:18) Sum familjuhøvur hevur maðurin ábyrgdina av at syrgja fyri tí materiella tørvinum hjá familjuni og at læra hana um Gud. Hann skal vísa konu síni ósjálvsøknan kærleika. Maður og kona eiga at elska og virða hvør annan. Av tí at bæði menn og konur eru ófullkomin, er tað sera týðandi, at tey læra at fyrigeva hvør øðrum, tí tað hjálpir teimum at vera lukkulig í hjúnalagnum. — Les Efesusbrævið 4:31, 32; 5:22-25, 33; 1 Pætur 3:7.

3. Skalt tú rýma úr einum ólukkuligum hjúnalagi?

Hava tit trupulleikar í hjúnalagnum, eiga tit bæði at gera tykkara til at vera góð við hvørt annað. (1 Korintbræv  13:4, 5) Guds orð mælir ikki til sundurlesing fyri at loysa vanligar trupulleikar í hjúnalagnum. — Les 1 Korintbræv 7:10-13.

4. Børn, hvat ynskir Gud fyri tykkum?

Jehova vil, at tit skulu vera lukkulig. Hann gevur tykkum tey bestu ráðini um, hvussu tit kunnu gleðast um tykkara barndóm og ungdóm. Hann vil, at vísdómurin og royndirnar hjá tykkara foreldrum skulu gagna tykkum. (Kolossebrævið 3:20) Jehova vil eisini, at tit skulu uppliva gleðina, tað hevur við sær, at gera vilja Skaparans og fylgja soni hansara. — Les Prædikaran 11:9–12:1; Matteus 19:13-15; 21:15, 16.

5. Foreldur, hvussu kunnu tykkara børn verða lukkulig?

Tit mugu sjálvsagt syrgja fyri at geva tykkara børnum mat, klæði og eitt stað at búgva. (1 Timoteus 5:8) Men skulu tey verða lukkulig, mugu tit eisini læra tey at elska Gud og akta hann. (Efesusbrævið 6:4) Eru tit ein fyrimynd og vísa, at tit elska Gud, kann tað hava stóra ávirkan á tykkara børn. Um tit grunda tykkara undirvísing á Guds orð, verða tankarnir hjá teimum ávirkaðir á góðan hátt. — Les 5 Mósebók 6:4-7; Orðtøkini 22:6.

Tað er gott fyri børnini, at tit tilstuðla og rósa teimum. Tey hava eisini brúk fyri rættleiðing, sum verjir tey ímóti atburði, ið kundi gjørt tey ólukkulig. (Orðtøkini 22:15) Tó má rættleiðingin ongantíð vera hørð ella hjartaleys. — Les Kolossebrævið 3:21.

Jehova vitni hava givið fleiri bøkur út, sum serliga eru skrivaðar fyri at hjálpa foreldrum og børnum. Hesar bøkurnar eru grundaðar á Bíbliuna. — Les Sálm 19:8, 12.

 

LÆR MEIRA

Leitið tykkum ráð hjá Gudi fyri at fáa eitt lukkuligt hjúnalag

Tveir einfaldir spurningar kunnu hjálpa tær at fáa eitt betri hjúnalag.

Hvussu tit kunnu loysa trupulleikar

Rætti hugburðurin kann gera munin millum eitt sterkt og lukkuligt hjúnalag, og eitt sum er veikt og ólukkuligt.

Hvussu fáa vit eitt eydnuríkt familjulív?

Kærleikin, Jesus vísti, er ein fyrimynd, sum menn, konur, foreldur og børn kunnu taka eftir. Hvat kunnu vit læra av Jesusi?