Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Góð tíðindi frá Gudi

 5. PARTUR

Hvørja ætlan hevur Gud við jørðini?

Hvørja ætlan hevur Gud við jørðini?

1. Hví skapti Gud jørðina?

Jehova gav okkum menniskjum jørðina. Hon er okkara heim. Fyrsti maðurin og kvinnan, Ádam og Eva, vórðu altso ikki skapt til at liva í himli — Gud hevði longu skapt einglar at vera har. (Job 38:4, 7) Í staðin tók Jehova fyrsta mannin og setti hann í eitt frálíkt paradís, ið varð rópt urtagarðurin Eden. (1 Mósebók 2:15-17) Jehova gav honum og hansara framtíðar eftirkomarum møguleika at liva um ævir á jørðini. — Les Sálm 37:29; 115:16.

At byrja við var tað bert urtagarðurin Eden, ið var eitt paradís. Ádam og Eva skuldu fylla jørðina við sínum eftirkomarum. So við og við skuldu tey leggja alla jørðina undir seg og gera hana til eitt paradís. (1 Mósebók 1:28) Jørðin verður ongantíð oyðiløgd, men fer altíð at vera heimið hjá menniskjum. — Les Sálm 104:5.

2. Hví er jørðin ikki eitt paradís í dag?

Ádam og Eva vóru Gudi ólýðin, og tí rak Jehova tey út úr urtagarðinum. Paradísið fór fyri skeytið, og einki menniskja hevur verið ført fyri at endurreisa tað. Síðani tá hevur jørðin verið full av óndum menniskjum. — Les 1 Mósebók 3:23, 24.

Hevur Jehova slept síni upprunaligu ætlan við mannaættini? Nei! Hann er alvaldur. Tað, hann setir sær fyri, miseydnast ikki. (Esaias 45:18) Hann fer at skipa viðurskiftini hjá menniskjunum soleiðis, sum hann upprunaliga hevði ætlað. — Les Sálm 37:11, 34.

3. Hvussu verður Paradísið endurreist?

Sum kongur Guds fer Jesus at endurreisa Paradísið á jørðini. Í einum bardaga, ið kallast Harmageddon,  fara Guds einglar við Jesusi á odda at oyða øll, sum standa Gudi ímóti. Hareftir fer Jesus at binda Satan fyri 1000 ár. Guds tænarar koma undan hesi oyðingini við lívinum, tí Jesus fer at hjálpa teimum og verja teir. Teir sleppa at liva um ævir í einum paradísi á jørðini. — Les Opinberingina 20:1-3; 21:3, 4.

4. Nær halda líðingar uppat?

Nær fer Gud at beina fyri óndskapinum á jørðini? Jesus nevndi eitt ’tekin’, sum skuldi vísa, nær endin nærkaðist. Viðurskiftini í heiminum í dag hótta mannaættina eftir lívinum og vísa, at vit liva á ’endans tíð’. — Les Matteus 24:3, 7-14, 21, 22.

Tey 1000 árini, Jesus stjórnar jørðini úr himli, fer hann at beina fyri øllum líðingum. (Esaias 9:6, 7; 11:9) Umframt at tæna sum kongur, fer Jesus at vera høvuðsprestur og strika syndirnar hjá teimum, sum elska Gud. Soleiðis fer Gud, við Jesusi, at beina burtur sjúku, elli og deyða. — Les Esaias 25:8; 33:24.

5. Hvør sleppur at búgva í komandi paradísinum?

Í ríkissalinum hittir tú fólk, sum elska Gud og fegin vilja læra at toknast honum

Fólk, sum eru Gudi lýðin, sleppa at búgva í Paradísinum. (1 Jóhannes 2:17) Jesus sendi sínar lærisveinar at leita eftir eyðmjúkum menniskjum og at læra tey, hvussu tey kunnu toknast Gudi. Í dag venur Jehova milliónir av fólki til lívið í komandi paradísinum á jørðini. (Zefanias 2:3) Í ríkissalum hjá Jehova vitnum læra fólk at verða betri menn og pápar og at verða betri konur og mammur. Børn og foreldur tilbiðja saman og læra, hvussu tey góðu tíðindini kunnu geva teimum eitt betri lív. — Les Mika 4:1-4.

 

LÆR MEIRA

HVAT LÆRIR BÍBLIAN VERULIGA?

Hvørja ætlan hevur Gud við jørðini?

Verður Guds ætlan um eitt paradís á jørð nakrantíð veruleiki? Nær, um so er?