Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Góð tíðindi frá Gudi

 6. PARTUR

Hvør vón er fyri tey deyðu?

Hvør vón er fyri tey deyðu?

1. Hvørji eru góðu tíðindini um tey deyðu?

Tá ið Jesus kom til Betania nærindis Jerusalem, hevði vinur hansara, Lazarus, verið deyður í fýra dagar. Jesus fór út til grøvina saman við Martu og Mariu, systrum Lazarusar. Skjótt flokkaðist ein mannamúgva um tey. Kanst tú ímynda tær, hvussu glaðar Marta og Maria vórðu, tá ið Jesus reisti Lazarus upp frá deyðum? — Les Jóhannes 11:21-24, 38-44.

Marta kendi longu tey góðu tíðindini um tey deyðu. Hon visti, at Jehova fer at geva teimum deyðu lívið aftur á jørðini. — Les Esaias 26:19.

2. Hvørjari støðu eru tey deyðu í?

Gud segði við Ádam: „Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða.“ — 1 MÓSEBÓK 3:19.

Menniskju eru gjørd úr mold. (1 Mósebók 2:7; 3:19) Vit hava ikki ein anda innan í okkum, sum livir víðari eftir deyðan. Tá ið vit doyggja, doyr heilin eisini, og okkara tankar og kenslur hvørva. Lazarus segði heldur einki um, hvussu tað var at vera deyður, tí tey deyðu vita ikki til sín. — Les Prædikaran 9:5, 6, 10.

Pínir Gud menniskju í eldi eftir deyðan? Av tí at Bíblian vísir, at tey deyðu ikki vita til sín, er helviti avgjørt ein følsk læra, sum spottar Gud. Bara hugsanin um at pína menniskju í eldi er honum ein andstygd. — Les Jeremias 7:31.

 3. Kunnu tey deyðu tosa við okkum?

Tey deyðu kunnu hvørki tosa ella hoyra. (Sálmur 115:17) Men nakrir einglar eru óndir, og teir kunnu tosa við fólk og látast at vera deyð menniskju. (2 Pætur 2:4) Jehova forbjóðar okkum at royna at tosa við tey deyðu. — Les 5 Mósebók 18:10, 11.

4. Hvørji fáa eina uppreisn?

Milliónir av menniskjum, sum liggja í grøvini, verða uppreist til lív á jørðini. Sjálvt nøkur, sum ikki kendu Gud og gjørdu tað, sum var skeivt, fáa eina uppreisn. — Les Sálm 37:29; Ápostlasøguna 24:15.

Tey upprisnu fáa møguleika at læra sannleikan um Gud, at fáa trúgv á Jesus og vera honum lýðin. (Opinberingin 20:11-13) Tey, sum verða upprisin og gera gott, kunnu gleðast um ævigt lív á jørðini. — Les Jóhannes 5:28, 29.

5. Hvat sigur uppreisnin okkum um Jehova?

Tá ið Gud sendi son sín at doyggja fyri okkum, birtist vón fyri tey deyðu. So uppreisnin vísir, hvussu góður Jehova er við okkum, og hvussu náðigur hann er. Hvønn gleðir tú teg mest til at síggja í uppreisnini? — Les Jóhannes 3:16; Rómbrævið 6:23.