Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Góð tíðindi frá Gudi

 4. PARTUR

Hvør er Jesus Kristus?

Hvør er Jesus Kristus?

1. Hvussu byrjaði lív Jesusar?

Hvørjir eginleikar gjørdu Jesus so dámligan? — MATTEUS 11:29; MARKUS 10:13-16.

Ólíkur nøkrum øðrum menniskja hevði Jesus livað í himli sum ein andaskapningur, áðrenn hann varð føddur á jørðini. (Jóhannes 8:23) Jesus var tað fyrsta Gud skapti, og hann var við til at skapa alt annað. Hann er tann einasti, sum beinleiðis varð skaptur av Jehova, og tí verður hann hóskandi róptur ’einborni Sonur’ Guds. (Jóhannes 1:14) Jesus var talsmaður Guds, so hann verður eisini róptur „Orðið“. — Les Orðtøkini 8:22, 23, 30; Kolossebrævið 1:15, 16.

2. Hví kom Jesus niður á jørðina?

Gud sendi son sín niður á jørðina við at flyta lívið hjá honum úr himli til lívmóðurina hjá eini jødiskari jomfrú, ið æt Maria. So Jesus hevði ikki ein jarðiskan pápa. (Lukas 1:30-35) Jesus kom niður á jørðina (1) fyri at undirvísa í sannleikanum um Gud, (2) fyri at vísa okkum, hvussu vit kunnu gera Guds vilja, eisini tá ið vit hava trupulleikar og (3) fyri at geva sítt fullkomna lív sum eitt „loysigjald“. — Les Matteus 20:28.

3. Hví hava vit tørv á einum loysigjaldi?

Eitt loysigjald er prísurin, ið verður latin fyri at loysa ein persón út, sum annars er í vanda fyri at missa lívið. (2 Mósebók 21:29, 30) Tað var ikki ein partur av Guds ætlan, at menniskjuni skuldu gerast gomul og doyggja. Hvussu vita vit tað? Gud segði við fyrsta mannin, Ádam, at um hann framdi tað, sum Bíblian rópar „synd“, skuldi hann  doyggja. So um Ádam ikki hevði syndað, hevði hann ongantíð doyð. (1 Mósebók 2:16, 17; 5:5) Sambært Bíbliuni kom deyðin inn í heimin við Ádami. Hann gav altso øllum sínum eftirkomarum syndina og revsingina fyri hana, deyðan, í arv. Vit hava tørv á einum loysigjaldi fyri at verða fríað undan deyðarevsingini, sum vit hava arvað frá Ádami. — Les Rómbrævið 5:12; 6:23.

Hvør kundi gjalda loysigjaldið og fría okkum undan deyðanum? Tá ið vit doyggja, gjalda vit bert revsingina fyri okkara egnu syndir. Einki ófullkomið menniskja kann gjalda fyri syndirnar hjá øðrum. — Les Sálm 49:8-10.

4. Hví doyði Jesus?

Ólíkur okkum var Jesus fullkomin. Tað var ikki neyðugt hjá honum at doyggja fyri sínar syndir, tí hann syndaði ongantíð. Men í staðin doyði Jesus fyri syndirnar hjá øðrum. Gud elskaði menniskjuni so nógv, at hann sendi son sín niður á jørðina at doyggja fyri okkum. Jesus vísti, at hann eisini elskaði okkum, tí hann aktaði Faðir sín og gav sítt lív fyri okkara syndir. — Les Jóhannes 3:16; Rómbrævið 5:18, 19.

5. Hvat ger Jesus nú?

Tá ið Jesus var á jørðini, grøddi hann sjúk, reisti upp deyð og hjálpti fólki í neyð. Soleiðis vísti hann, hvat hann í framtíðini fer at gera fyri øll, sum akta Gud. (Matteus 15:30, 31; Jóhannes 5:28) Eftir at Jesus doyði, gav Gud honum lívið aftur sum ein andaskapning. (1 Pætur 3:18) Jesus bíðaði við høgru hond Guds, inntil Jehova gav honum vald at stjórna sum kongur yvir allari jørðini. (Hebrearabrævið 10:12, 13) Jesus stjórnar nú sum kongur í himli, og lærisveinar hansara kunngera hesi góðu tíðindini um allan heimin. — Les Dániel 7:13, 14; Matteus 24:14.

Skjótt fer Jesus at nýta sítt vald sum kongur at steðga allari neyð og beina fyri teimum, sum eru atvoldin til hana. Øll, sum trúgva á Jesus og eru honum lýðin, sleppa at búgva í einum paradísi á jørðini. — Les Sálm 37:9-11.

 

LÆR MEIRA

HVAT LÆRIR BÍBLIAN VERULIGA?

Endurloysingin — størsta gáva Guds

Hvat er endurloysingin? Hvussu kann hon gagna tær?