Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Góð tíðindi frá Gudi

 8. PARTUR

Hví loyvir Gud óndskapi og líðingum?

Hví loyvir Gud óndskapi og líðingum?

1. Hvussu byrjaði óndskapurin?

Gud hevur loyvt menniskjunum at stjórna í eina ávísa tíð fyri at vísa, at tey ikki eru før fyri at loysa trupulleikarnar hjá mannaættini

Óndskapurin á jørðini byrjaði, tá ið Satan bar fram fyrstu lygnina. Satan var frá fyrstan tíð ein fullkomin eingil, men hann ’stóð ikki í sannleikanum’. (Jóhannes 8:44) Hann fór at tráa eftir at verða tilbiðin, men av røttum hoyrir ein slík tilbiðing bert Gudi til. Satan leyg fyri fyrstu kvinnuni, Evu, og fekk hana at akta seg heldur enn Gud. Ádam gjørdi sum Eva og var eisini Gudi ólýðin. Avgerðin, Ádam tók, hevði líðing og deyða við sær. — Les 1 Mósebók 3:1-6, 19.

Tá ið Satan fekk Evu at vera Gudi ólýðin, gjørdi hann í royndum uppreistur ímóti Guds fullveldi, ella hansara rætti at stjórna. Meginparturin av mannaættini hevur tikið undir við Satani og vrakað Gud sum sín stjórnara. Tískil er Satan vorðin „høvdingi heimsins“. — Les Jóhannes 14:30; 1 Jóhannes 5:19.

2. Var nakað galið við tí, Gud hevði skapt?

Alt, sum Gud hevði skapt, var fullkomið. Menniskjuni og einglarnir, sum Gud skapti, vóru før fyri at vera honum lýðin í øllum. (5 Mósebók 32:4, 5) Gud skapti okkum við frælsinum at velja, um vit vilja gera hitt góða ella hitt illa. Hetta frælsið gevur okkum høvi at vísa, at vit elska Gud. — Les Jákup 1:13-15; 1 Jóhannes 5:3.

3. Hví hevur Gud loyvt líðingum inntil nú?

Í eina tíð hevur Jehova loyvt uppreistrinum ímóti sínum fullveldi. Hví? Fyri at vísa, at einki gott spyrst burtur úr royndunum hjá menniskjum at stýra uttan Gud. (Prædikarin 7:29; 8:9) Nú, tá ið mannasøgan hevur 6000 ár  á baki, eru prógvini greið. Eingin stjórnarharri á jørðini hevur verið førur fyri at steðga kríggi, brotsverki, órættvísi ella sjúku. — Les Jeremias 10:23; 2 Mósebók 9:16.

Í mun til stýrið hjá menniskjum, gagnar Guds stýri teimum, sum taka við tí. (Esaias 48:17, 18) Skjótt fer Jehova at beina fyri øllum mannastjórnum. Bert menniskju, sum velja Gud sum stjórnara, skulu búgva á jørðini. — Esaias 11:9. — Les Dániel 2:44.

4. Hvat gevur tol Guds okkum møguleika fyri?

Satan tvíhelt um, at menniskju bert fóru at tæna Jehova av sjálvgóðsku. Kundi tú hugsað tær at mótprógvað tí lygnini? Tað ber til! Gud er tolin og gevur okkum øllum møguleika at vísa, um vit vilja hava Gud ella menniskju at stjórna. Okkara liviháttur vísir, hvat vit velja. — Les Job 1:8-12; Orðtøkini 27:11.

5. Hvussu kunnu vit velja Gud sum stjórnara?

Okkara avgerðir vísa, um vit vilja hava Gud sum stjórnara

Vit velja Gud sum stjórnara, tá ið vit læra sannleikan úr Guds orði, Bíbliuni, at kenna og liva eftir tí, sum vit læra. (Jóhannes 4:23) Tá ið vit halda okkum frá politikki og kríggi, vraka vit Satan sum stjórnara, eins og Jesus gjørdi. — Les Jóhannes 17:14.

Satan nýtir sítt vald til at fáa siðloysi og annað skaðiligt at tykjast gott. Tá ið vit ikki vilja hava við slíkt at gera, fara nøkur vinfólk og skyldfólk kanska at spotta okkum ella standa okkum ímóti. (1 Pætur 4:3, 4) Vit mugu altso taka eina avgerð. Vilja vit hava felagsskap við tey, ið elska Gud? Vilja vit akta hansara góðu og kærligu lógir? Gera vit tað, prógva vit, at Satan leyg, tá ið hann tvíhelt um, at eingin fór at akta Gud undir trýsti. — Les 1 Korintbræv 6:9, 10; 15:33.

Guds kærleiki til menniskjuni vissar okkum um, at óndskapur og líðing fara at halda uppat. Tey, sum vísa, at tey trúgva hesum, kunnu gleðast um ævigt lív á jørðini. — Les Jóhannes 3:16.

 

LÆR MEIRA

Hví loyvir Gud líðingar?

Nógv lasta Gud fyri allar líðingarnar í heiminum. Hvat heldur tú? Lær, hvat Gud sigur um orsøkina til líðingar.