Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Góð tíðindi frá Gudi

 13. PARTUR

Hvat fer at henda átrúnaðunum í heiminum?

Hvat fer at henda átrúnaðunum í heiminum?

1. Er allur átrúnaður góður?

Sannhjartað fólk eru at finna í øllum átrúnaðum. Tað eru góð tíðindi, at Gud leggur merki til hesi fólkini og hevur áhuga fyri teimum. Men tíverri hevur átrúnaður verið orsøk til nógvan óndskap. (2 Korintbræv 4:3, 4; 11:13-15) Sambært tíðindaskrivum eru nakrir átrúnaðir enntá fløktir upp í yvirgang, fólkamorð, kríggj og barnamisnýtslu. Hetta nívir veruliga tey, sum av hjartanum trúgva á Gud! — Les Matteus 24:3-5, 11, 12.

Eins og sannur átrúnaður dýrmetir Gud, vekur falskur átrúnaður hansara misnøgd. Falskur átrúnaður lærir fólk nakað, sum ikki stendur í Bíbliuni, eitt nú skeivar lærur um Gud og um støðuna, tey deyðu eru í. Men Jehova vil, at fólk skulu kenna sannleikan um hann. — Les Prædikaran 9:5, 10; 1 Timoteus 2:3-5.

2. Hvat fer at henda átrúnaðunum í heiminum?

Tíbetur letur Gud seg ikki lumpa av átrúnaðum, sum siga seg elska hann, men í roynd og veru elska heimin hjá Satani. (Jákup 4:4) Guds orð nevnir allan falskan átrúnað ’Bábylon hina stóru’. Tað var í fornaldar býnum Bábylon, at falskur átrúnaður tók seg upp eftir vatnflóðina á Nóa døgum. Skjótt fer Gud at syrgja fyri, at átrúnaður, sum villleiðir og kúgar menniskju, fær bráðan enda. — Les Opinberingina 17:1, 2, 5, 16, 17; 18:8.

Jehova hevur tó ikki gloymt tey sannhjartaðu, sum eru spjadd millum falskan átrúnað kring heimin. Hann lærir hesi fólkini sannleikan og hjálpir teimum út úr følskum átrúnaði. — Les Mika 4:2, 5.

 3. Hvat skulu sannhjartað fólk gera?

Sannur átrúnaður sameinir fólk

Jehova hevur áhuga fyri menniskjum, ið elska tað, sum er satt og gott. Hann biður tey inniliga fara út úr følskum átrúnaði. Fólk, sum elska Gud, eru fús at broyta seg fyri at gleða hann. — Les Opinberingina 18:4.

Í fyrstu øld gleddust sannhjartað menniskju um tey góðu tíðindini, sum ápostlarnir bóru teimum. Jehova lærdi tey ein nýggjan og betri livihátt, sum gav meining og vón. Tey eru góðar fyrimyndir hjá okkum í dag, tí tey tóku væl ímóti teimum góðu tíðindunum og settu Jehova fremst í sínum lívi. — Les 1 Tessalonikabræv 1:8, 9; 2:13.

Jehova bjóðar øllum, sum venda følskum átrúnaði bakið, vælkomnum í sína familju av tilbiðjarum. Tekur tú ímóti hesi hjartaligu innbjóðingini frá Jehova, verður tú vinur hansara, tú fært eina nýggja og kærliga familju, sum eisini tænir Jehova, og haraftrat fært tú ævigt lív. — Les Markus 10:29, 30; 2 Korintbræv 6:17, 18.

4. Hvussu fær Gud fólk á allari jørðini at gleða seg?

At dómur verður feldur yvir falskan átrúnað eru góð tíðindi. Tá verður allur heimurin bjargaður undan kúgan. Falskur átrúnaður fer ongantíð aftur at villleiða ella syndra mannaættina. Øll, sum liva, verða sameind í tilbiðingini av hinum einasta sanna Gudi. — Les Opinberingina 18:20, 21; 21:3, 4.

 

LÆR MEIRA

Tilbiðingin, sum Gud góðkennir

Kanna seks serlig eyðkenni hjá teimum, sum liva eftir sonnu trúnni.

Tak støðu fyri sannari tilbiðing

Hvørjir trupulleikar kunnu stinga seg upp, tá ið tú tosar við onnur um tína trúgv? Hvussu kanst tú gera tað uttan at særa tey?