Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Góð tíðindi frá Gudi

Hvørji eru góðu tíðindini frá Gudi? Hví kunnu vit trúgva teimum? Hetta heftið svarar vanligum spurningum um Bíbliuna.

Soleiðis fært tú mest burtur úr hesum heftinum

Hetta heftið fer at hjálpa tær at læra nakað beinleiðis úr Guds orði, Bíbliuni. Lær teg at finna skriftstøð í tínari egnu bíbliu.

Hvørji eru tey góðu tíðindini?

Lær, hvørji góðu tíðindini frá Gudi eru, hví tey hava stóran týdning, og hvat tú skalt gera.

Hvør er Gud?

Hevur Gud eitt navn, og leggur hann nakað í okkum?

Eru tey góðu tíðindini veruliga frá Gudi?

Hvussu kunnu vit vera vís í, at boðskapurin í Bíbliuni er sannur?

Hvør er Jesus Kristus?

Fá at vita, hví Jesus doyði, hvat loysigjaldið er, og hvat Jesus ger nú.

Hvørja ætlan hevur Gud við jørðini?

Bíblian greiðir frá, hví Gud skapti jørðina, nær líðingar halda uppat, og hvørja framtíð jørðin og tey, sum búgva á henni, hava.

Hvør vón er fyri tey deyðu?

Hvat hendir okkum, tá ið vit doyggja? Fara vit nakrantíð at síggja okkara kæru aftur?

Hvat er Guds ríki?

Hvør er kongur í Guds ríki, og hvat fer Ríkið at avrika?

Hví loyvir Gud óndskapi og líðingum?

Hvussu byrjaði óndskapurin, og hví hevur Gud loyvt honum so leingi? Halda líðingar nakrantíð uppat?

Hvussu kann tín familja verða lukkulig?

Jehova, hin lukkuligi Gud, vil, at familjur skulu vera lukkuligar. Les ráðini, Bíblian gevur monnum, konum, foreldrum og børnum.

Hvussu finnur tú ta sonnu trúnna?

Er bert ein sonn trúgv? Fimm eyðkenni fyri sonnu trúnna.

Hvussu gagna meginreglurnar í Bíbliuni okkum?

Jesus greiddi frá, hví vit hava tørv á leiðbeining, og hvørjar tvær bíbilskar meginreglur hava alstóran týdning.

Hvussu kanst tú koma nær til Gud?

Finn út av, um Gud hoyrir allar bønir, hvussu vit skulu biðja, og hvat vit annars kunnu gera fyri at koma nær til Gud.

Hvat fer at henda átrúnaðunum í heiminum?

Fer tað nakrantíð at vera so, at øll eru sameind um at tilbiðja hin einasta sanna Gud?

Hví hevur Gud eina samskipan?

Bíblian sigur frá, hví og hvussu sonn kristin eru samskipað.

Hví skalt tú halda fram?

Hvussu kann tað, tú hevur lært um Gud, hjálpa øðrum? Hvat samband kanst tú fáa við Gud?