Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvat skal til fyri at fáa eitt gott familjulív?

Hvat skal til fyri at fáa eitt gott familjulív?

Heldur tú, at tað er ...

  • kærleiki?

  • pengar?

  • okkurt annað?

 BÍBLIAN SIGUR

„Sæl eru tey, sum hoyra orð Guds og goyma tað!“ — Lukas 11:28, umseting eftir Victor Danielsen.

HVØNN TÝDNING HEVUR HETTA FYRI TEG?

Tú fært sannan kærleika. — Efesusbrævið 5:28, 29.

Tú verður virdur. — Efesusbrævið 5:33.

Tú kennir teg tryggan. — Markus 10:6-9.

 KUNNU VIT VERULIGA TRÚGVA TÍ, BÍBLIAN SIGUR?

Ja, í minsta lagi av tveimum orsøkum:

  • Gud hevur stovnað familjuna. Bíblian greiðir frá, at Jehova Gud sameindi tey bæði fyrstu menniskjuni í hjúnalag. (1 Mósebók 2:18-24) Við øðrum orðum er familjan til, tí Jehova stovnaði hana. Hví er tað týdningarmikið at vita?

    Ímynda tær, at tú fekst eina sera góða máltíð, og at tú vildi hava uppskriftina. Hvør heldur tú kundi givið tær hana? Sjálvandi hann, ið hevði gjørt máltíðina.

    Á sama hátt, um vit vilja hava uppskriftina til eitt gott familjulív, er tað skilagott at leita til Jehova, sum hevur stovnað familjuna.

  • Gud hevur umsorgan fyri tykkum. Familjur gera væl í at søkja sær ráð frá Jehova í Bíbliuni. Hví? „Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.“ (1 Pætur 5:6, 7) Jehova vil tykkum tað besta, og hansara ráð eru altíð góð! — Orðtøkini 3:5, 6; Esaias 48:17, 18.

 HUGSA UM HETTA

Hvussu kanst tú vera ein góður hjúnafelagi og eitt gott foreldur?

Bíblian svarar hesum spurninginum í EFESUSBRÆVINUM 5:1, 2 og í KOLOSSEBRÆVINUM 3:18-21.

LÆR MEIRA

Tín familja kann verða lukkulig

Tú kanst fáa eitt gott hjúnalag og eina lukkuliga familju við at fylgja bíbilskum meginreglum.